Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-05, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. august 2009síða 2

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 tíðindi Nr. 146 - 5. august 2009 Tvær nýggjar før­ oyskar ræðubøkur verða lagdar fram á Sjósavninum í dag. Bøkur Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Sjósavnið á Argjum verður í dag karmur um tvær nýggj­ ar útgávur hjá høvundanum William Smith. Talan er um eitt stuttsøgusavn og eina krimi skaldsøgu. Søgurnar í stuttsøgusavn­ inum, ið hevur heiti Tvær skrekkligar søgur, snúgva seg um sonevndar ræðslu­ sjúkur, ið tey flestu munnu kenna í egnum barmi. Eitt nú tá ørilisi kemur á okkum longu á triðja stigatrini, ella tá ið vit eru um at missa ondina, longu áðrenn vit eru komin inn undir brús­ una. Søgurnar er bæði stutt­ ligar og fyndugar og spælt verður við málinum lætt og nútíðarliga. Hin bókin er krimiræðu­ søgan Gagnligt lív, ið eisini kemur út á donskum við heitinum Organiseret liv Í sambandi við útgávurnar bjóðar Forlagið í Støplum til móttøku á Sjósavninum úti á Argjum mikudagin 5. august 2009 klokkan 17.00. Umframt kunning um bøkurnar verða brot lisin upp, og okkurt leskiligt verður eisini at njóta. Møgu­ leiki er at ogna sær stuttsøgu­ savnið útgávudagin fyri ser­ prís. Aftan á móttøkuna verður høvi at síggja millum annað kombikkabúrið, umframt fotoframsýning hjá Hans Eli Sivertsen við djóra­ myndum úr føroysku náttúr­ uni, av fugli, hvali, kópi, rottu umframt firvaldum. Tað er Forlagið í Støplum, sum gevur út báðar bøkur­ nar. Tekningarnar í stutt­ søgusavninum hevur Helena Smith teknað. Mong fylgdu Aquino Fólk í túsundatali vóru í dag og fylgdu fyrrverandi forsetanum í Filipsoyggjunum, Corazon Aquino, til gravar. Longu í morgun sóust langar bilrøðir uttan fyri høvuðsstaðin Manila, og undir jarðarferðini stóðu túsundtals fólk fram við vegnum, sum fylgið fór eftir. Teir seinastu dagarnar hava fólk havt høvi at siga fyrrverandi forsetanum farvæl, og mong túsund tóku av tilboðnum. Teirra millum var eisini núverandi forsetin, Gloria Arroyo, hóast tær báðar sótu ikki serliga væl um sátt. Corazon Aquino var 76 ár, nú hon doyði. Hon varð jarðað undir liðini á manninum, Benino Aquino, sum bleiv myrdur fyri fleiri árum síðani. Brown sjálvboðin Bretski forsætisráðharrin, Gordon Brown, hevur gjørt av at brúka eina viku av summarfrítíð síni til sjálvboðið vælgerðararbeiði. Sambært BBC var tað torført at fáa tíðindini váttað, tí Brown leggur ikki í at gera nakað hóvasták burtur úr avgerð síni. Vinfólk hansara hava tó sagt, at forsætisráðharrin hevur ofta tosað um at brúka ein part av síni frítíð til sjálvboðið arbeiði. Sum skilst skal Brown gera okkurt vælgerðararbeiði í sínum egna valdømi, men tað er ikki greitt, hvat hann skal gera. Sambært BBC hevur Gordon Brown summarfrí í ein mánað. Skrekkiligar søgur á Sjósavninum Søgurnar í stuttsøgusavninum "Tvær skrekkiligar søgur" snúgva seg um sonevndar ræðslusjúkur John Johannesen, løgtingsmaður, heldur, at vit skuldu havt ein elbuss til flogrutuna. Landsstýrismaðurin tekur undir við hugskotinum Flutningur Árni Joensen: arni@sosialurin.fo Tingmenn eru samdir. Før­ oyar eiga at vera undan­ gonguland á umhvørvis­ økinum, og Føroyar eiga at hava nakað ítøkiligt at vísa á í sambandi við altjóða veðurlagsráðstevnuna í Keypmannahavn seinni í ár. Tað hoyrdist á orðaskifti­ num um løgmansrøðuna í gjár, men tá hoyrdist eisini, at tingmenn eru ósamdir um, hvat skal gerast. Men eitt beinleiðis upp­ skot kom. Tað kom frá javn­ aðartingmanninum John Johannessen. ­ Eg fari at mæla til, at vit keypa ein elektriskan buss at koyra ferðafólkið til og av flogvøllinum, segði hann. John Johannessen segði, at í hesum tíðum verður tosað so nógv um at branda Føroyar, og hann helt, at ein elbussur til at flyta fremmandafólk man vera eitt tað besta átakið í so máta. Við honum høvdu vit spart CO2­útlát, og har­ afturat hevði burrurin verið til frama fyri umhvørvið annars, segði hann. ­ Tað hevði víst um­ heiminum, at vit meina veruliga tað, sum vit siga, helt John Johannessen, og hann fekk undirtøku frá landsstýrismanninum. Johan Dahl helt, at hugskotið um ein elbuss til flogrutuna var gott og áhugavert. Elektriskan buss til flogrutuna John Johannessen, løgtings­ maður, heldur at tey hevði verið eitt gott brand fyri Føroyar, um fremmandafólk kundu flytast til og frá flog­ vøllinum í einum el­bussi liStAFrAMSÝing Tíðindaskriv Fríggjadagin klokkan 16 letur ein framsýning við verkum hjá Heðin Kambs­ dal upp í Galerie Focus í Gríms Kambansgøtu 20 í Havn. ­ Heðin Kambsdal lýsir í málningum samspælið millum tað heita og tað kalda í náttúruni, har tú kanst merkja eina fugu av Bach. Heðin Kambsdal er ein av teimum sum dugir væl at spæla við skugga og ljósi. Hann minnir í summ­ um av sínum málningum ikki sørt um kenda ameri­ kanska listamálaran Ed­ ward Hopper, uttan at Heð­ in Kambsdal ger eftir – hann er sín egin, sigur Marianna Norðoy í Gallerie Focus. Myndevnið hjá Heðin Kambsdal er ofta bygdin, tað mystiska ljósið tá myrkur og dagsljós brótast. Hann málar ljósið komandi úr erva millum tey døkku høgu fjøllini og speglast í fjørðinum. Gøtuljósini ­ tað man vera um kvøldið, um náttina ella kanska tíðliga sunnumorgun. Ljós­ ið fellur á húsið, á út­ hurðina, tað mystiska, hvar eru fólkini, tær livandi verð­ irnar? ­ Kanska fólk eta nátturða, hyggja í sjónvarp ella sova, hvør veit, men eitt er vist, fólk eru ikki at síggja í bygdamyndini, í vindeygunum, í hurða­ opinum ella á vegnum. Húsið stendur sum fyri seg sjálvt, myndin er realistisk, men eisini onkuntíð meira abstrakt. (Marianna Norð­ oy, 2004) ­ Eg málaði ofta bygdina. Kanska dyrkaði eg trygdina í hesu fjálgu kulluni. Men eg veit tað ikki fyri vist. Eg royndi eisini at skilja ljósið, og eg helt meg altíð frá stríðnum, konfliktini. Myndirnar vóru ljósar og samljóðandi. Ósamljóð og stríð slapp ongantíð við. Veit ikki hví, eg havi læst tað úti ­ men kanska vildi eg sleppa inn í friðin við málninginum. Kanska vildi eg bara hava frið. (Heðin Kambsdal, Fregnir 4. oktober 2002) ­ Heðin Kambsdal er ­ efter min mening ­ Fær­ øernes største lyskunstner og vandrer imellem en personlig form i lys og skygge, der danser omkring Fuglefjords høje fjelde. Somme tider synes jeg, at han er ret impressionistisk i farverne, men så opstår der vulkanske, smukke, rytmiske forbindinger i hans stil i farver og pensels­ strøg. Dette liv­givende lys lægger sig på fjorden, liderne, himmelen og fjeld­ toppene. En kunstner, der har kærlighed til lysspillet i naturen.” (Frits Johannesen í “Fra Færø til Falster ­ 3 fuglefjordskunst­ nere i Galleri Arleth”) Framsýningin verður opin til 20. august, týsdag til fríggjadag kl. 15 til 18 og leygardag kl. 16 til 18. Heðin Kambsdal sýnir fram í Gallerie Focus Heðin Kambsdal hevur ofta málað bygdina. Myndaevnið er ofta bygdin, tað mystiska ljósið tá myrkur og dagsljós brótast. Hann málar ljósið komandi úr erva millum tey døkku høgu fjøllini og speglast í fjørðinum. Gøtuljósini ­ tað man vera um kvøldið, um náttina ella kanska tíðliga sunnumorgun… Mynd: Jens Kristian Vang