mikudagur 5. august 2009síða 2
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Serblað í sambandi við Summar Festivalin 2009 – Útgevari: Sosialurin – Prent: Prentmiðstøðin – Borið í hvørt hús í landinum
V
it bjóða øllum føroyingum og útlendskum
gestum vælkomnum á Summar Festivalin
2009, sum verður hildin í døgunum frá 6.
til 8. august. Landsins størsti tónleikafestivalur er
aftur til reiðar at bjóða tykkum eitt fantastiskt
summarupplivilsi við tónleiki í heimsflokki í
tríggjar dagar.
Millum pallarnar snýr tað seg um hugna, gott
túnatos, mat, stuttligar løtur, prát við gamlar
kenningar og felagsskap. Á pallunum verða
heims hittini fleiri í tali enn nakrantíð áður.
Summar Festivalurin hátíðarheldur jubileumsárið
hjá Bee Gees – einum av mætastu tónleika bólk
um í søguni – og eisini ABBAfepurin, sum bara
ikki vil fara niður, rakar Føroyar við stórslignum
ABBA showi úr Svøríki. Og so er ikki at gloyma
poppkongarnar Nik & Jay, sum halda veitslu á
Vágsbøi hóskvøldið.
Hetta er sættu ferð, at Summar Festivalurin
verður hildin í Klaksvík, og tað verið ein fantast
isk ferð hesi árini. Tað byrjaði við einum miðal
stórum festivali í 2004, har 3.500 fólk hugnaðu
sær í fantastiskum summarveðri. Síðani hevur
festivalurin vaksið seg stóran og sterkan, og
upp í 10.000 fólk hava verið á festivali.
Samanlagt hava eini 38.000 vitjandi verið á
Summar Festi valinum hesi fimm árini,
festivalurin hevur verið hildin. Og aftur í ár
verður roknað við fullum húsi til kanska besta
festivalin nakrantíð.
Á pallinum hava verið nógvar stórar og minniligar
løtur verið á undanfarnum. Lagt var til brots við
eitt nú legenduni Ken Hensley, og síðani hava
bólkar sum The Scorpions, Roger Hodgson, The
Rasmus, Shakin Stevens, Brian McFadden, Alpha
beat, Melanie C, Smokie, Brian Rice, Boney M,
Johnny DeLuxe og fleiri onnur vitjað festivalin og
givið okkum stórar løtur og framúrskarandi
tónleik.
Føroyskur tónleikur hevur altíð staðið sterkur í
myndini á Summar Festivalinum. Fólk hava
kunnað upplivað ekkó frá fortíðini við comeback
konsertum hjá fólkakærum bólkum. Tað hevur
eisini borið til at hoyrt teir populerastu bólkarnar
í landinum, og møguleiki hevur eisini verið at
uppliva tað nýggja og framrættaða.
Summar Festivalurin er fyri fólk í øllum aldri.
Hetta er tann hugnaligi festivalurin við teimum
stóru upplivilsunum. Á pallinum undirhalda
heimskendir tónleikarar og tónar saman við tí
besta føroyska. Og á gøtum, bøi og torgi syrgja
fólk sjálvi fyri hugnanum og teimum góðu
løtunum. Vit ynskja tykkum øllum ein góðan
Summar Festival.
Summar Festivalurin
Vælkomin á Summar Festival