Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-05, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. august 2009síða 4

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 146 - 5. august 2009 Tað hevði verið skjótt at funnið og kannað føroyingar fyri CTD fyri eina rímiliga upphædd, sigur Hans Atli Dahl, mýl-lívfrøðingur, ið hevur sína egnu kanningarfyritøku í Danmark CTD Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo Føroyskir myndugleikar kanna í løtuni, hvussu um fatandi farast skal til verka fyri at finna einar 20 ungar føroyingar, sum eru sjúkir av CTD, men ikki vita av tí. Danska heilsustýrið hev­ ur sent føroyskum myndug­ leikum eitt tilmæli til støðutakan. Tað sama hevur týski barnalæknin, Ulrike Steuerwald, sum hevur havt føroyskar sjúklingar undir hond í mong ár og má metast at vera ein hin fremsti serfrøðingurin á økinum í heiminum. Av tí, at torført er at finna eina loysn, fer danska heilsu stýrið møguliga at skera ígjøgnum, sigur Høgni Debes Joensen, lands lækni við Sosialin. Hann sigur semju vera um, at øll, sum eru fødd eftir 1986 verða kannað við biokemiskari skreening. Spurningur er, hvusu víða skal farast við at kanna teirra skyldfólk. Pengar stýra Málið snýr seg í stóran mun um pengar, tí kanningarnar eru sera kostnaðarmiklar. At kanna innihaldið av carnitine í blóði kostar, sambært Ulriku Steuerwald, 2.500 kr., meðan genkann­ ing á Ríkissjúkrahúsinum kostar einar 3.500 kr.. Men er hetta besta loysnin? Í Odense í Danmark býr føroyski mýl­lívfrøðingurin Hans Atli Dahl, sum rekur kanningarstovuna Amplexia Genetics a/s. Hann hevur gjørt gen­ kanningar av fleiri enn 100 føroyingum og veit nógv um útbreiðsluna av arva­ ligum sjúkum í Føroyum. Kann gerast bíligari Hann heldur tað vera løgið, at heilsumyndugleikarnir ikki hava vent sær til fyri­ tøku hansara Amplexia og spurt um teirra meining. – Tað undrar meg ikki sørt, at tað bara verður tos­ að um at gera biokemiskar skreeningar av blóðinum heldur enn genkanningar, tí genroyndin er nógv meira álítandi, sigur Hans Atli Dahl, sum ikki krógvar, at hansara úttalilsi kunnu tykj­ ast litað, við tað, at hann hevur sína serút búgving og sína kanningarstovu. Eingin orsøk er heldur til bara at kanna tey, sum fødd eru eftir 1986, tí álítandi DNA­ kanningar kunnu gerast av teimum, sum eru fødd fyri 1986. Hans Atli Dahl sigur, at genkanningin er nógv meira álítandi, tí tølini í biokem­ iskum skreeningum verða ávirkað av fleiri faktorum, eitt nú, um persónurin hev­ ur etið heilivág, hvat við­ komandi hevur etið framm­ anundan kanningina, um viðkomandi hevur fastað ella annað. – Við at gera genkann­ ingina er ongin ivi. Antin eru fólkini sjúk ella berarar ella eru tey tað ikki, sigur Hans Atli Dahl, sum hevur gjørt genkanningar fyri føroyska heilsuverkið síðan 2008. Tilsamans av umleið 100 føroyingum og ikki bara fyri CTD. ­ Royndirnar verða sendar okkum í bylgjum, men tær koma ein og ein, og tá taka vit 500 krónur fyri hvørja roynd at kanna. Høvdu royndirnar verið skipaðar betri, so vit fingu fleiri í senn, kundu vit gjørt tær væl bíligari, sigur Hans Atli Dahl. Tí heldur hann tað ikki vera rætt at siga, at tað er so ovurhonds kostnaðarmikið at kanna alt fólkið. Fyritøka hansara er als ikki spurd. Men tað er neyvan neyð­ ugt, tí heilsumyndug leik­ arnir vita á leið, í hvørjum familjum sjúkan er, og hvar berarar eru at finna. Tað er lætt at finna øll fólkini, tá fólkatalið er so lítið. – Og við at kanna tær familjurnar og viðgjørt tey sjúku, høvdu tey fólkini fingið eina lívstrygging. – Ikki er neyðugt at kanna allar føroyingar. Um valt verður at skreena t.d. abbar og ommur, ber til at siga, hvørjum familjum farast skal eftir. Gen­feilurin arv­ ast, og eru omman og abbin ikki berarar, er eingin orsøk til at kanna restina av familj uni. Vit kunnu tekna familjutrø, og vit hava eitt Ílegusavn, sum júst hevur til uppgávu at gera hesar familjugreiningar. Hví ikki brúka hesa vitan, tí so spara vit nógv, og vit kunnu barja lívi, sigur Hans Atli Dahl. Granska aftur í tíðina Í granskingarhøpi kundi eisini verið áhugavert at kanna longur aftur, bara til abbar og ommur hjá teimum nú ungu, fyri at funnið fram til, nær genbroytingin kann vera hend, ella kanska hvussu sjúkan er komin til landið. Einki land í heiminum hevur so stóran títtleika av CTD sum Føroyar, og tað kemur av inngiftu. Fara vit fimm ættarlið aftur í tíðina, eru øll meira ella minni skyld við hvørt annað. Av tí sama eru nógvir berarar, og møguleikin fyri at tveir berarar fáa børn er størri Eykajáttan til SL Gongur tað, sum landsstýrismaðurin í samferðslumálum ætlar, fer Ternan at sigla millum Havnina og Nólsoy frá 1. oktober, og samstundis fer Ritan at sigla út til Svínoyar og Fugloyar. Jóhan Dahl segði undir orðaskiftinum í løgmansrøðuna í gjár, at vinnumálaráðið hevur latið fíggjarmálaráðnum eina umbøn um at fáa ta neyðugu játtanina til broytingina á eykajáttanarlóg fyri september. Landsstýrismaðurin upplýsti samstundis, at hansara mál er at fara undir at byggja eitt nýtt nólsoyarskip burtur av teimum 100 milliónum krónunum, sum sambært ólavsøkupakkanum skulu brúkast til skipabygging. Øði um bankaleka Fleiri fyritøkur í Danmark eru í øðini um, at teirra samskifti við íslendska Kaupting­bankan er almannakunngjørt, eftir at onkur hevur lagt viðskiftabókina hjá bankanum út á alnót­ ina. Sambært Børsen standa 61 danskar fyritøkur í viðskifta­ bókini, og teirra millum eru nakrar av landsins størstu so sum A.P. Møller­Mærsk, Carlsberg, Dong, TDC, Arla og Danfoss. Tær hava lænt tilsamans 45 milliardir krónur frá FIH Erhvervsbank, sum Kaupting eigur. Niels B. Christen­ sen, sum er stjóri í Danfoss, sigur við Børsen, at hann er skelkaður av, at viðskiftabókin er almannakunngjørd. Tað er heilt óvanligt og ólógligt, sigur hann. Lætt og bíligt at kanna fyri CTD Hans Atli Dahl, sum er mýlfrøðingur, heldur tað vera løgið, at føroysku myndugleikarnir ikki nú hava spurt seg fyri hjá fyritøku hansara Amplexia Genetics, tí fyritøkan hevur gjørt fleiri kanningar av før oy ingum og liggur tí inni við nógvum upplýsingum