Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-05, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. august 2009síða 4

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Hóast Frændur í ár runda eina fjórðings øld, koyrir tað framvegis sum eftir ánni hjá bólkinum. Ein røð av væleydnaðum konsertum í summar bera boð um, at føroyingar framvegis elska at hoyra øll hittini frá einum tí størsta bólkinum í Føroyum nakrantíð. Rani Nolsøe staðfestir, at bólkurin als ikki er liðugur enn Fyri aðru ferð í søguni hjá Summar­ festivalinum fer fólkakæri bólkurin, Frændur, á pall. Bólkurin hevði 20 ára hátíðarhald, tá fyrsti Summarfesti­ valurin var í 2004, og nú fimm ár seinni, halda Frændur 25 ára føðingardag og verða aftur á palli í Klaksvík. Eins og teir verða fløgu­ aktuellir einaferð í heyst Rani Nolsøe, Steintór Rasmussen og Eyðun Nolsøe góvu fyri 25 árum síðani út fyrstu fløguna hjá Frændum. Í dag eru tað 17 ár síðani seinasta fløgan hjá teimum við bara nýggjum løgum kom út. Mítt land kom út í 1992, og framvegis skrálar áhoyrarafjøldin við, tá teir frá pallinum syngja: “Eg vil liiiiva”. Mítt land er bert eitt av hittunum frá bólkinum, sum alt Føroya fólk hevur tikið til sín. Og tað vita teir eisini væl, og tískil er tað við at verða ein stór sangløta hvørjaferð Frændur eru á palli. ­ Tað er líka fantastiskt enn, sigur Rani Nolsøe bart út. Nýggj fløga Fyri at markera 25 ára dagin hjá bólkinum eru teir farnir í upptøkuhølini aftur. Ein nýggj Frændurfløga er ávegis, og bólkurin hevur nýtt hetta summarið til at markera seg aftur. ­ Vit vilja eisini markera, at vit hava nógv nýtt í ermuni, sigur Rani Nolsøe, sum als ikki stúrir fyri at geva eina nýggja fløgu út eftir næstan 20 ára pausu. Fløgurnar hjá Frændum komu út í 1984, 86, 88 og 92. Síðani tað er Svart gull komin út, men tað var ein savnsfløga, har bert tríggir nýggir sangir vóru við. ­ Sjálvsagt skal tilfarið verða gott. Tøknin í dag er so góð, og hon setur samstundis krøv til innihaldið. Men stílurin verður helst tann sami, sigur Rani og sipar til melodiøsa rocktónleikin, sum Frændur eru so eyðkendir fyri. Arbeiðið við fløguni er komið so mikið langt nú, at helmingurin av henni hevur fingið sítt endaliga skap. Frændur greatest hits Á konsertini á Summarfestivalinum verða mong hitt frá Frændum at hoyra. Rani sigur, at fólk kunnu vænta sær eina framførslu við Frændum og greatest hits – og møguliga okkurt nýtt eisini. Rundferðin hjá bólkinum hetta summarið er við at vera av, men tá fløgan er komin út, tørna teir til aftur. ­ Tað er superfeitt at vera aftur, slær Rani púra fast og leggur afturat, at hann er imponeraður av, at tað eru so mong, sum kenna teir og løgini hjá teimum. Hann sær ikki tey frá 80’unum fremst millum áhoyrararnar longur. Nú standa tey longri afturi, meðan børnini hjá teimum standa fremst og syngja við. ­ Tað er stuttligt at uppliva, at sangir kunnu vera so slitsterkir, sigur Rani Nolsøe og tekur gittarin hjá sær fram. Plektarin verður settur millum tenninar, meðan hann stemmar ljóðførið. ­ Eru vit liðug nú, spyr hann og fer á føtur. Inn í stovuna við síðuna av at jamma – og venja. Vit eru ikki lidnir enn Frændur halda í ár 25 ára jubileum – og teir eru populerari enn nakrantíð Hýrurin er góður á Summar Festivalinum