Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-05, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. august 2009síða 5

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Nr. 146 - 5. august 2009 Fleiri nýggir tilburðir av H1N1 Fleiri nýggir tilburðir hava seinastu dagarnar verið av H1N1, eisini nevnt svínakrími. Høgni Debes Joensen, landslækni hevur munnliga fingið at vita frá Heilsufrøðiligu Starvs stovuni, at um vikuskiftið vórðu staðfestir fimm nýggir tilburðir, og ein aftur mánadagin. Tilburðirnir kunnu tó vera fleiri enn so, tí tá ið Føroyar 16. juli fóru í fasu 6 í tilbúgv ingarætlanini, varð fráboðanarskyldan hjá læknunum um tilburðir tikin burtur. Aftur til Silkivegin Ágangurin frá teimum somalisku sjórænarunum hevur havt við sær, at tað er vorðið rættiliga ótrygt og harafturat dýrt at flyta vørur millum Evropa og Kina, og tað hevur fingið alt fleiri at flyta vørurnar eftir landi. Eitt nú skipar danska flutningsfyritøkan ICT fyri flutningi úr Evropa eystur til Kasakhstan, og sambært DR er tað bara ein spurningur um tíð, til farleiðin verður longd eystur til Kina. Ein danskur umboðsmaður í Kasakhstan sigur við kringvarpið, at tann gamli Silkivegurin fær altsamt størri og størri týdning sum flutningsleið, og hann væntar sróran vøkstur tey næstu árini. PIETÁ eftir Astrid Saalbach Á TJÓÐPALLI FØROYA FRÁ 25. JULI Atgongumerki fáast á www.billett.fo GRÍMA tlf. 59 60 64 Sýningar 06. august kl. 20.00 07. august kl. 20.00 08. august kl. 20.00 09. august kl. 20.00 Leikari: ................... Birita Mohr Leikstjóri: .............. Egi Dam Pallmynd: .............. Marianna Mørkøre Ljós / pallsmíð: .... Árni Baldvinsson www.pieta6064.blogspot.com enn í flestu øðum londum. Hans Atli Dahl sigur, at tað er rættiliga einfalt at kanna og granska í sjúkuni, tí hon finst í Føroyum bara í einari útgávu, so vítt hann veit. 25 prosent møguleiki Um ein berari og ein ikki- berari fáa børn saman, fáa tey ikki sjúk børn. Fáa tveir berarar fýra børn, eru sann- líkindini størst fyri, at eitt barn er sjúkt, eitt er frískt, og tvey eru berarar. Viðgerðin er einføld, tí evnið, sum teimum vantar, er ein aminosýra, ið tey kunnu fáa antin flótandi ella sum tablettir. Í Danmark verður evnið roknað sum kost ískoyti, ikki sum heili- vágur. Fólk, sum ynskja at verða kannað fyri CTD, eiga at fara til kommunulæknan fyrst, sigur lands­ læknin CTD Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo Í seinastuni hevur nóg ver ið frammi um lívs- hættisligu sjúkuna CTD, og hetta hev ur havt við sær, at fleiri fólk hava vent sær til lands læknan og biðið um at verið kannað. Hetta fekk Høgn Debes Joensen, landslækna til at skriva til kommunu lækn- arnar og boðað frá, at teir eiga at taka sær av slíkum spurningum. Tey eiga fyrst av øllum at fara til egnan lækna, sum metir um, hvørt hesi fólk skulu kannast ella ikki. Eru kommunulæknarnir í iva, kunnu teir leita leita sær ráð hjá serlæknum á Landssjúkrahúsinum, har landslæknin vísir á Fróða Joensen viðvíkjandi børn- um og Bjarna á Steig við- víkjandi vaksnum. Landslæknin hevur mælt avvarðandi yvirlæk- num á Lands sjúkra húsin- um til at venda sær til klinisku genetikararnar á Ríkis sjúkra húsinum við- víkjandi leiðreglum um, hvørji folk eiga at kannast fyri CTD - og hvussu. Kommunulæknin er fyrsta stigið Ulrike Steuerwald, barnalækni er ikki í iva um, at allir føroyingar eiga at fáa tilboðið um at verða kannað fyri lívshættisligu sjúkuna CTD, og at tað er heilt skeivt bara at kanna øll, sum fødd eru eftir 1986. Vaksin doyggja eisini av sjúkuni CTD Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo Lívshættisliga sjúkan CDT er ongastaðni so útbreidd sum í Føroyum, og í aðrar mátar er eisini nakað serligt við sjúkuni her. Nakrir til- burðir hava nú verið av vaksnum ungum fólkum, sum eru deyð. Tað, sum barnalæknin Ulrike Steuer- wald veit um, eru øll sjúk aðrastaðni deyð longu sum børn. Í samrøðu við Rás 2 í dag segði Ulrike Steuerwald, at tað kann hava nakað við matvanarnar, sum eru við at broytast í Føroyum. Við at leggja um til annan kost enn kjøt og fisk, fáa fólk minni av carnetine í seg. Tey, sum sjúk eru, vantar evnið carnetine í blóðinum, og hetta evnið finst í stórari nøgd bæði í kjøti og fiski. Fýra ferðir so nógv car- netine er í lambakjøti sum í heilivágnum, sigur Ulrike Steuerwald. Ikki so kostnaðar­ mikið Hon heldur, at soleiðis sum nú sær út, eiga allir før oy- ingar at fáa tilboðið um at verða kannað. Hon veit ikki, hvat tilboðið frá Ríkis- sjúkrahúsinum verður til at kanna øll, men hon og Deild in fyri Almannaheilsu hava tosað um at senda blóðroyndir til kanningar í Týsklandi, og tað hevði ikki kostað alla verðina. Serliga eiga tey fólk, sum hava onkran við sjúkuni í familjuni, at lata seg kanna. Tey, sum hava verið nógv sjúk sum børn, eiga eisini at verða kannað, og so tey, sum ofta hava óregluligt hjartaslag. Ulrike Steuerwald er regluliga í Føroyum, og fyri langari tíð síðan fyrireikaði hon at koma til Føroya í næstu viku. Fríggjakvøldið 14. august klokkan 19 fer hon at hava kunnandi fund í Miðlahúsinum í Havn. Hon upplýsti annars fyri Rás2, at ætlanin er at stovna eitt felag fyri fólk við sjúk- uni. Tað heldur Ulrike Steuer wald vera eitt gott hugskot, tí fólk fáa mest burtur úr av ráðgeva hvørt annað, og haraftrat standa tey sterkari saman í felag, um tey hava eitt ynski. Øll eiga at fáa kanningartilboð Ulrike Steuerwald heldur, at allir føroyingar eiga at fáa tilboð um at verða kannað, og at øll við onkrum við CDT-sjúkuni í familjuni, undir øllum umstøðum mugu kannast