mikudagur 5. august 2009síða 6
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 146 - 5. august 2009
6
Marjun Arge Simonsen kemur úr
eini familju, ið hevur stóran
áhuga fyri føroyskum máli og
bók mentum. Tann áhugan hevur
hon arvað, og avgjørdi hon tíð
liga at fáa sær útbúgving innan
føroyskt mál. Tá ið hon var fyrst
í 20árunum fór hon undir
útbúgvingina exam.art. í føroysk
um máli, og í dag er hennara
heiti cand.phil. í norður lendsk
um, serstakliga føroyskum, máli
og bókmentum. Nakað eftir
exam.art.útbúgvingina varð hon
biðin um at koma út á Føroya
málsdeildina at arbeiða, har hon
varð verandi í 14 ár.
– Minst 10 av hesum 14
árunum arbeiddi eg við Móður
málsorðabókini, t.e. Føroyskari
orðabók, saman við Jóhan
Hendriki Winther Poulsen, ið var
aðalritstjóri á hesi orðabók,
greiðir Marjun Arge Simonsen
frá. Hetta arbeiði gav góðar
royndir, og serliga tað at starvast
saman við Jóhan Hendriki er
góða bakgrundin fyri, at eg kann
arbeiða við hesum í dag.
Í barnaheiminum stóð – og
stendur enn – eitt nú gamla
orðabókin hjá Jens Christian
Svabo frá 1966. Orðabókin lýsir
føroyska málið, sum tað var í
gamlari tíð, í seinnu helvt av
1700talinum.
– Henni plagdu eg og systir
mín at stuttleika okkum við at
lesa í í uppvøkstrinum, sigur hon
og flennir.
Føroysk terminologi
Á Føroyamálsdeildini var Marjun
Arge Simonsen ikki í
fulltíðarstarvi, tá ið hon avgjørdi
at gevast. Foreldrini vóru ikki á
lívi longur, og hon mátti taka
støðu til, hvat hon skuldi liva av
og hvussu hon kundi finna sær
eitt gott støði í lívinum. Hon
yvirtók húsini og avgjørdi at
royna seg sum sjálvstøðugt
vinnurekandi. Systirin hevur
eisini egið virki, og haðani fekk
hon leiðbeining við ymsum, eitt
nú hvussu mvgroknskapurin
skuldi skipast.
Tað er altíð ein ávísur
ótryggleiki við at byrja fyri seg
sjálvan á henda hátt. Men eg var
seinastu tíðina byrjað at fáa
fyrispurningar um rættlestur og
týðingar, og eg hevði tískil nokk
at tríva í. Men skal ein arbeiða
heima, so er neyðugt at hava
góðar arbeiðsumstøður og nóg
nógv pláss, annars verður tað ov
strævið.
Tað, sum Marjun Arge Simon
sen ger, er ikki sørt umráðandi
fyri føroyska málið. Hon nevnir
tað føroyska frøði orðagerð, og
tað er at evna til føroysk termino
logisk heiti. Tað merkir, at hon
gevur fremm and um orðum før
oysk heiti heiti, ið verða nýtt á
ymsum frøðiøkjum í føroyskum.
– Eg fór rættiliga skjótt í holt
við at evna orð til, tí tað var
neyðugt, eftirsum eg týði og
rættlesi nógvan frøðiligan tekst.
Tað er at kalla orðaneyð, hvørja
ferð tekstur skal týðast ella
nýskrivast á føroyskum, tí fólk
sakna orð, tá ið eitt nýtt fyri
brigdi er komið inn í okkara
samfelag og skal lýsast. Serliga
um teksturin er frøðiligur, er
trupult, tí tey flestu útlendsku
orðini hóska ikki inn í okkara
mál, hvørki ljóðliga ella
bendingarliga. Vanliga komi eg
við einum uppskoti um frøðiorð,
sum síðan vera mett um av
teimum serfrøðingum, sum skulu
nýta orðini.
Tað er siðvenja at týða
út lendsk orð og terminologisk
heiti til føroyskt, í staðin fyri at
taka útlendsk orð inn í føroyska
málið. Tað snýr seg um øll
frøðiøki, t.d. lívfrøði, plantufrøði,
jarðfrøði, búnaðarfrøði, løgfrøði,
tryggingarfrøði, búskaparfrøði,
tøkni o.s.fr
– Tá eg seti meg við einum
orði, hyggi eg ofta eftir, hvat
orðið merkir upprunaliga, og
hvat orð grannamálini nýta fyri
hetta hugtak. At evna til føroysk
frøðiorð og frøðiorðalistar til
hvørt einstakt frøðiøki er sera
umráðandi í arbeiðinum at
menna føroyska málið, og her
hevur Jóhan Hendrik W. Poulsen
verið ein av teimum, ið hevur
gingið á odda, sigur Marjun Arge
Simonsen avgjørd.
Fyri sítt arbeiði fyri lívfrøðilig
um máli í sambandi við bókar
verkið Føroya Náttúra fekk
Marjun Arge Simonsen sømdar
gávu úr Grunni Kristjans á
Brekkumørk. Til hesa útgávu
hevði hon evnað til ein frøði
orðalista saman við lívfrøð ing
inum Magnusi Gaard.
Einki vanligt familjulív
Marjun Arge Simonsen er sín
egni stjóri á fyritøkuni Orða
fragd, ið hon sjálv hevur navn
givið. Hon hevur sjálv ábyrgd av
sínum arbeiðsdegi, og skal leggja
alt til rættis sjálv. Alt frá at taka
sær av fíggjarstýringini til at fara
út at halda skeið. Ella at halda
skeið heima í stovuni.
– Eg royni at vera disiplinerað
og at sita við telduna klokkan
níggju um morgunin. Men
sannleikin er, at eg arbeiði sera
nógv, og tað er lítið av frítíð.
Nógv tíð fer við at leggja til
rættis undirvísing, ella bara tað
at svara telduposti ella at taka
sær av umsitingarligum
uppgávum, sigur hon.
Í ár hevur hon fyri fyrstu ferð í
nógv ár avgjørt at taka sær
summarfrí í tvær vikur. Tað er
ofta trupult hjá øðrum at skilja,
at tað er neyðugt at arbeiða so
nógv. Eitt, ið ein eisini má venja
seg við, at tað ofta ikki er
samsvar millum inntøku og
arbeiðstíð.
Tað ber ikki til at arbeiða á
Hjartamálið er
føroyska frøðimálið
Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo
Her arbeiði eg
Tað var rætta avgerðin hjá Marjun Arge Simonsen at gevast í starvi sínum á Føroya
málsdeildini og byrja at arbeiða fyri seg sjálva, og tað hevur hon gjørt tey seinastu 8
árini. Hon kennir, at arbeiði hennara er til stórt gagn í samfelagnum. Umframt at læra
onnur føroyskt starvast hon við rættlestri, týðingum, tekstaskriving, orðalistum, at
evna til frøðiorð o.a. Málið – serliga frøðimálið – er hennara hjartamál
Vanliga fer Marjun út á arbeiðsplássini at undirvísa. Ger hon ikki tað, undirvísir hon heima í stovuni ella í hølum
hjá Føroya Landsbókasavni
Mynd: Jens Kristian Vang