mikudagur 5. august 2009síða 6
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Øll kenna
Nik & Jay
Ein kanning, sum var gjørd herfyri, vísti, at 97%
av øllum danskarum kenna til Nik & Jay. Og tað
merkir eisini teirra gerandisdag, at teir eru
vorðnir so kendir.
- Vit merkja at vit eru kendir, tí vit fáa við merk-
ingar um, at fólk halda okkara tónleik vera
feitan. Vit skriva autografar, fáa smíl og herða-
klapp, og av og á eru tað eisini fólk, sum rópa
okkurt negativt, men tað má man jú taka við,
sigur Jay.
- Men tað eru sjálvandi eisini nøkur ting, sum
eg ikki geri. Eg fari kanska ikki á Strøgið leygar-
morgnar, tá tað eru flest fólk, ella seti meg í eitt
shopp ingcentur, tá tað er útsøla. Men saman um-
tikið er tað fyri tað mesta positivt at vera
kendur, sigur Jay.
- Tað er ikki feitt at vera kendur bara fyri at
vera kendur. Men tá fólk rópa á okkum á gøtuni,
og siga, at okkara tón leikur er feitur, tá er tað
gott. Ella tá fólk koma yvir til okkum og siga, at
tey hava nýtt onkran av okkara sangum, tá tey
blivu gift, tá er tað feitt. Tí tá hava vit fatur á tí
rætta endanum, sigur Nik.
Teir kulu jassarnir
Nik & Jay bjóða til
ársins poppveitslu
á Vágsbøi. Teir eru
frískir, frekir og
fegnir um at sleppa
til Føroya at spæla. Í
viðførinum hava teir
eitt stórt savn av
hittum, sum kunnu
fáa eina og hvørja
áskoðarafjøld at
kóka
Uppskriftin er í grundini rímiliga
einføld. Teir rappa frískt og frekt yvir
nøkur góð beat, og so svinga teir seg
upp í einum melodiøsum og fangandi
niðurlagi. Men upp skriftin riggar –
umaftur og umaftur.
Nik & Jay gera framúr popp tónleik,
sum tey ungu taka til sín, goyma,
brúka og virðismeta. Og tey, sum fyri
nøkrum árum síðani hildu, at Nik &
Jay vóru eitt smart upplop, sum ikki fór
at halda, mugu trúgva umaftur. Stór
virðing er um Nik & Jay eftir fleiri ár
við støðugum hittum, og í longdini
hevur teirra tónleikur hildið betur, enn
nakar hevði roknað við.
Og teir duga framvegis. Teir gera
framvegis nýggjar sangir, hava nógvar
á bakkastokki, og bæði teir og onnur
vita, at tá ið teir tveita nakað út á
markn aðin, so endar tað vanliga við
einum ovasta plássi á hittlista. Eisini
her í Føroyum hava Nik & Jay ferð eftir
ferð verið at funnið ovarliga á 15
teimum bestu – og teir verða nógv
spældir í útvarpi.
Veitsla og innari friður
Nik & Jay vóru í Føroyum fyri nøkrum
árum síðani og høvdu konsert. Tá vóru
teir yngri og nýggjari á tónleika
pallinum. Teir livdu lívið, sum skuldi
tað livast her og nú, og soleiðis var
eisini á ferðini í Føroyum.
Tað eru jú nøkur ár síðani sein ast,
og vit vóru nakrir verri jassar tá. Eg
minnist í øllum førum, at vit drukku alt
ov nógv sunnukvøldið, og mána
morgunin endaði eg á einum
studentaskúla; onkrum studenta skúla,
sum lá tætt við hotellið. Har slapp eg
at taka ein tíma og slapp at undirvísa
einum flokki í geografi. Tað er tað
kanska onkur sum minnist. Tað var
stak hugnaligt, sigur Jay.
Alt í alt var tað ein góð blanding
av eini sjúkliga góðari veitslu og
ótrúliga vakrari náttúru og innara friði,
minnist Jay.
Nú er nógv vatn runnið í ánni, og
Nik & Jay eru blivnir vaksnir og meira
etableraðir sum tónleikarar. Og
hóskvøldið spæla teir á Summar
Festivalinum.
Vit eru ótrúliga glaðir fyri, at tað
kundi lata seg gera. Upp runa liga var
tað nevniliga ætlanin, at vit skuldu
spæla í Klaksvík fríggja kvøldið, men
tað var flutt til hós kvøld, og tað eru vit
fegnir um, tí leygarkvøldið skulu vit
enda Skand er borg festivalin, og tað er
nakað, sum vit altíð hava droymt um,
sigur Nik.
So lunnar verða lagdir undir eina
dreymakonsert á Skanderborg við
einari rimmar framførslu á Summar
Festivalinum.
Neyðugt at hava
steðgir av og á
Tað eru nú liðin sjey ár, síðani Nik &
Jay fingu sítt fyrsta stóra gjøgnumbrot
á danska tónleika pallinum, men hóast
teir hava verið fulltíðartón leikarar so
leingi, eru teir enn ikki vorðnir troyttir
av tónleikaralívsstílinum.
Vit syrgja fyri at halda nakrar
neyðugar steðgir. Vit ferðast nógv og
nýta nógva tíð uttanlands, ikki fyri at
framføra, men fyri at gera nýggjan
tónleik, slappa av og síggja okkurt
nýtt, sigur Jay.
Nú er tað eitt hálvt ár síðani vit
seinast hava nortið eina mikrofon. Vit
hava brúkt nógva tíð í
upptøkuhølunum, so á tann hátt halda
vit okkum í gongd allatíðina. Um vit
høvdu spælt konsertir hvønn dag, so
høvdu vit skjótt blivið troyttir, sigur
hann.
Men umstøðurnar hjá Nik & Jay
sum bólki eru eisini nógv broyttar hesi
árini, og nú nýtast teir ikki at átaka
sær alalr hugsandi uppgávur fyri at fáa
tað at bera til.
Tey fyrstu tvey árini vóru vit
noyddir at arbeiða sera hart. Vit
spældu onkuntíð 100 konsertir og
gjørdu 100 samrøður uppá ein mánað,
so tað var rættiliga strævið. Men tað
nýtist okkum ikki at gera longur. Nú
gera vit bara tað, sum vit sjálvir halda
vera feitt, sigur Jay.
Tað ger eisini, at vit nú kunnu
brúka orkuna rætt og verða 100%
klárir tá vit eru úti og spæla. Tað skal
bara vera tað besta av tí besta, sigur
hann.
Og tað besta av tí besta fáa
føroyingar frá Nik & Jay hóskvøldið.
Tað verður ein poppveitsla uttan sín
líka.
Joey Moe
og Jinks
verða við
Tað verða ikki bert Nik & Jay, sum
fara á pallin á Summar Festivalin
um. Tveir aðrir kendir danskir
tónleikarar eru gestir til fram
førsluna í Klaksvík, og tað fer at
gera konsertina enn meira
spennandi.
Sangararnir Joey Moe og Jinks,
sum báðir hava verið frammi í
donskum tónleiki sum solistar
seinnu árini, fara á pallin saman
við Nik & Jay, og eisini verður DJ
Morten Breum, sum verður
roknaður sum besti plátuvendarin
í Danmark í løtuni, við á pallinum.
Nik & Jay hava havt onkra
einstaka framførslu við hesum
gestum í Danmark, og tær hava
riggað so væl, at tað verða fleiri
av hesum framførslum í summar.