mikudagur 5. august 2009síða 7
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 146 - 5. august 2009
7
henda hátt og hava eitt vanligt
familjulív. Tað ber til hjá mær, tí
tað eru bara eg og vaksna dóttirin
í húsi, sigur hon.
Føroyskt upp á tann
skjóta mátan
Tað er ikki óvanligt, at Marjun
Arge Simonsen brúkar síni kvøld
og vikuskifti til at arbeiða í.
Vanliga fer undirvísingin fram á
arbeiðsplássinum, sum eisini
rindar fyri skeiðini hjá Marjun.
Hon undirvísir útlendingum í
føroyskum máli, og tað skal til
tíðir ganga skjótt. Fyri summi
snýr tað seg um at læra seg at
skilja málið so skjótt sum
gjørligt, fyri at tey kunnu vera
við í samrøðum og fundum á
arbeiðsplássinum, og onnur
brúka meir tíð uppá at læra seg
málið til lítar, so tey kunnu tosa
tað eisini. Ofta ger hon frøðiligar
orðalistar til næmingarnar. Hesir
orðalistar hava samband við tað
frøðiøki, sum hetta fólkið
arbeiðir við. So kunnu fólk hava
listan á telduni, so tað er lættari
hjá teimum at seta seg inn í júst
teirra arbeiðsøki.
Eru tað ikki arbeiðspláss, ið
syrgja fyri skeiðum, savnar hon
bólkar av einstaklingum til at
fylla eitt skeið. Tá verða luttak
ararnir bólkaðir í norður lend
ingar og fólk, ið eru úr londum
uttan fyri Norðurlond. Í undir
vísingini nýtir hon mest sam
røðuvenjingar, men stundum
sang og spøl. Hesi skeiðini halda
til á landsbókasavninum.
– Skeiðini verða lagað eftir
luttakarum og tørvi. Eg nýti mítt
egna undirvísingartilfar og nýti
mítt egna háttalag at undirvísa
eftir, og eg leggi stóran dent á, at
tey øll fáa sum mest burturúr. Eg
royni eisini at leggja meg eftir, at
tað skal vera stuttligt at læra
føroyskt. Eg hevði ongar royndir
at undirvísa, tá ið eg byrjaði,
men eg havi fingið góða leið
beining og stuðul frá vinkonu
míni, Bozenu Rasmussen, ið
hevur drúgvar námsfrøðiligar
royndir sum studentaskúla og
kvøldskúlalærari og tulkur, sigur
Marjun Arge Simonsen.
Marjun Arge Simonsen hevur
eisini aðrar uppgávur. Hon hevur
eisini skeið í rættskriving fyri
føroyingum. Og hon fær bundnar
uppgávur frá almennum stovnum
ella fyritøkum, sum hon skal
hjálpa við lógarteksti, kunn gerð
um, reglugerðum, sáttmálum,
ársfrágreiðingum, og tað eru
vanligar uppgávur við at týða
eitthvørt, hon hevur á sínum
arbeiðslista – ella kann tað
snúgva seg um tekstaskriving.
– Fólk kunnu til dømis í sam
bandi við ein tekst hava tað sera
trupult við at seta nøkur orð
saman, og so seta tey seg í
samband við meg. Tá skal tað
vera neyvt og rætt, og eingin
misskiljing skal koma fyri.
Harafturat situr Marjun Arge
Simonsen eisini sum formaður í
Gøtunavnanevndini hjá Tórs
havn ar kommunu og hjálpir til
við at seta nøvn á nýggjar gøtur í
kommununi saman við øðrum
góðum fólkum. Navnafrøði
hevur eisini hennara stóra áhuga.
Trívist í einsemi
Uppgávurnar hjá Marjun Arge
Simonsen eru at rættlesa, týða og
málslig viðgerð av tekstum,
tekstaskriving umframt oman
fyri nevndu skeið. Spurd um tað
ikki kann gerast einsligt at sita
heima einsamøll og skriva, svarar
hon nei.
– Eg komi í samband við so
nógv fólk, tá eg komi út á
stovnar, eitt nú at undirvísa, at
gjøgnumganga tekst ella á fundir,
og í sambandi við skeiðini, so
haldi eg tað vera sera spennandi
at koma at kenna fólk úr øðrum
londum, ikki minst fjarskotnum
londum. Eg eri heldur ikki
bangin fyri at seta meg í
samband við onnur, tá ið á
stendur at finna orð ella heiti, og
til tað havi eg mín gamla
starvsfelaga, Jóhan Hendrik
Winther Poulsen. Eisini havi eg
stundum vent mær til eitt nú
Svenning Tausen, Hanus og
Helenu Samuelsen, eitt nú tá ið
nýggj mjólkarheiti skuldu evnast
til. Har mælti eg til navnið
soltimjólk til ta skúmaðu
mjólkina. Eg samskifti eisini
javnan við Marius Staksberg,
skrivara í Málnevndini. Annars
so spyrji eg fólk, ið eru uttan um
meg, ið eru málsliga tilvitin.
– Fyri mær er tað týdningar
mikið at menna málið, so tað
kann brúkast á øllum økjum í
samfelagnum. Málið er aðal
tátturin í okkara mentan og eigur
tí at verða røkt og vart. Uttan iva
skuldi nógv meiri peningur verið
settur av til at geva máli okkara
betri lívskor.
Marjun Arge Simonsen hevur
ongan bil, men brúkar í staðin
hýruvogn ella bussin til at koma
til arbeiðis. Hon hevur verið
noydd at arbeiða upp sína lítlu
fyritøku og skapa pening við at
leggja inn allar útreiðslur í tíma
lønina. Neyðugt er alsamt at fáa
til vegar orðabøkur og handbøkur
umframt góða telduútgerð.
Útreiðslurnar vaksa skjótt, tá ið
ein roknar uppí pappír og
patrónir til prentaran umframt
nógva samskiftið um telefonina
og internetið. Sum sjálvstøðug
hevur hon onga skipan við
frítíðarløn, eftirløn ella sjúkra
trygging. Men tað eru tó nógvir
fyrimunir við at vera sjálvstøð
ugur.
– Hjá mær er eingin dagur líka,
og tað ger arbeiðið spennandi,
men so má eg liva við tí ótrygg
leika, at eg ikki altíð veit, hvussu
nógv arbeiði eg havi í næstu viku
ella næsta mánað. Men eg havi
ongantíð angrað, at eg fór heim
at arbeiða. Eg arbeiði við mínum
hjartamáli, sum gagnar á nógv
um økjum í samfelagnum, og tað
hevur alt at siga. So havi eg
einans brúk fyri einum stórum
álmanakka til allar avtalurnar,
sigur hon við einum blunki.
– Tá eg seti meg við einum orði,
hyggi eg ofta eftir, hvat orðið
merkir upprunaliga, og hvat orð
grannamálini nýta fyri hetta
hugtak. At evna til føroysk frøðiorð
og frøðiorðalistar til hvørt einstakt
frøðiøki er sera umráðandi í
arbeiðinum at menna føroyska málið
Mynd: Jens Kristian Vang