mikudagur 5. august 2009síða 9
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
miðvikan
Siðsøguligt tilfar
í Sosialinum mikudagar
Nr. 146 • 05. august 2009
3. partur
Í seinasta parti varð spurt hvør
omma Lüt mundi vera. Hon vitjaði
Egil ógvuliga dúgliga. Vit hava nú
frætt frá Boga Lützen í Klaksvík,
sum kann geva áhugavert ískoyti
til hesa søgu.
Tað kann staðfestast, at hetta
er Sigrid Maria Lützen. Hon
var einkja eftir Nichels Lützen,
ið doyði í 1912. Táið synirnir
Andreas Christian og Svend
yvirtóku eftir pápan, flutti hon til
Havnar, har hon hevði pensionat.
Í Sosialinum nr. 137 er umrøða
av bókini Christian Matras’ brev
veksling med William Heinesen
og Karsten Hoydal. Eitt bræv frá
Kristiani verður endurprentað í
blaðnum, har hann sjálvur sigur
seg búgva hjá Frú S. Lützen í
Tórsgøtu.
Sigrid Maria Winther var fødd
6. mai 1847. Hetta er eisini
føðingardagurin, Egil nevnir í síni
dagbók. Hon hevur verið um 70
ár, tá hon vitjar Egil. Ein rættulig
omma tá í tíðini. Sigrid doyði 9.
januar 1929.
Bogi fekk eitt silvurbikar í
konfirmatiónsgávu frá pápa
beiggja og gubba sínum Bjarna
Lützen. Bjarni lat navnið hjá
Boga inngravera á bikarið, sum
frammanundan hevði nøvnini
Bjarni og Egil inngraveraði. Undir
Egil stendur skrivað 13 9 98,
og hetta er uttan iva dópsdagurin
hjá honum. Hann var føddur 5.
mai sama ár.
Bogi sigur, at hann hefti seg
ikki við tað, sum bleiv fortalt
á konfirmatiónini fyri 55 árum
síðani, tá hann fekk gávuna. Hann
má tí gita sær til, hvussu hesin
lutur er handaður víðari:
Egil hevur helst fingið bikarið
sum dópsgávu frá onkrum í
familjuni hjá Boga. Tað kann hava
verið frá abba sínum, Andreas
Christian Lützen, son Sigrid og
Nichels. Egil hevur so seinni
latið Bjarna, ið var føddur í 1916,
bikarið í dópsgávu.
Hetta er so enn ein váttan um
neyva sambandið millum hesar
báðar ættirnar.
Ólavur Clementsen greiðir
frá í Kvørnini, at Sigrid, “omma
Lüt”, var ættað úr húsinum Uppi í
Stovu á Sandi.
Pápi hennara var Mads
Andreas Winther f. 1813, sum
var sýslumaður í Sandoy. Mads
Andreas var ein merkismaður.
Hann var formaður í nevndini,
sum frá 186771 virðismetti alla
jørð í Føroyum. Úrslitið var tann
sokallaða Taxatiónsprotokollin,
sum varð endurprentað fyri
nøkrum árum síðani. Mads
Andreas var beiggi Niels Winther,
kendur sum ein politiskur
undangongumaður og útgevari
av fyrsta føroyska blaðnum
Færingetidende. Mamman var
Súsanna Katrina Kristiansdóttir f.
1813. Tey giftust í 1842.
Nichels og Sigrid Maria Lützen
áttu hesi níggju børnini:
Eva Margretha, f. 1871. Gift í
Hvalvík, men flutti til Holbæk.
Susanna Cathrina f. 1873.
Giftist við Mourits Vinther, sum
kom at taka við handlinum eftir
verpápan saman við Andreas
Lützen.
Andreas Christian f. 1875,
giftur við Hannu Julinu Niclasen
úr Sørvági. Hann var eina tíð í
handlinum hjá pápabeiggjanum
Jákup Lützen í Havn. Fór síðan til
Sørvágs, men kom so í 1913 aftur
til Klaksvíkar. Ein dóttir teirra,
Marianna, giftist við Cristian
Matras. Ein sonur, Kjartan,
minnast vit frá Kjølbro. Hann
er pápi Boga, sum fekk bikarið
hjá Egil. Elinborg var gift við
málaranum Sámal J. Mikines.
Mads Andreas Winther
Lützen f. 1874. Giftist við Onnu
Kristinu Debes úr Havn. Var land
búnaðarráðgevi. Børn teirra vóru
Leivur, kendur sum sakførari, og
Sigrid, kend sum fotografur í Havn.
Svend, f. 1880. Giftist við
Christinu Mariu Poulsen úr
Havn. Ein sonur var Hans, sum
var varamaður á tingi, tá Hákun
Djurhuus var løgmaður 196367.
Rigmor f. 1881. Kend sum
“daman” hjá Janus Djurhuus,
sakførara og yrkjara.
Gunnar f. 1884. Var
hovmeistari og búði í Danmark.
Var giftur men barnleysur.
Ingeborg f. 1887, ógift. Hon
vitjaði Egil meira enn nakar
annar. Hon arbeiddi alt sítt virkna
lív í Føroya Banka og varð kallað
Ingeborg í Bankanum.
Christoffur f. 1891. Giftur
við Katrinu Mariu Waag úr
Klaksvík. Var serliga kendur sum
realskúlalærari.
Meira um Lützen
ættina í Klaksvík
Tað er ikki nógv, sum er skrivað
um Lützenættina í Klaksvík. Havi
tó funnið minningarorð, skrivað
av S.P. Zachariassen í 1952 um
Svend, son ommu Lüt. Hesi lýsa
hampiliga væl part av hesi ættini.
Fyrst verður víst á, hvussu
ringur “heystardagurin” var hjá
Svend. Tað skilst, at hann hevur
drigist við sjúku.
So verður sagt: “Várdagarnir vóru
ljósir og hugnaligir í barnaheimin
um úti í Klaksvík hjá foreldrunum
Nichels og Sigrid Lützen saman við
systkinaflokkinum. Sum unglingi
longdist honum út, og hann var
eisini burtur í mong ár.
Sum búgvin maður kom hann
aftur til heimbygdina og fekk virki
her. Hann kom seinni at búgva í
barnaheiminum.
Húsið hjá Svend Lützen og
konuni Kristinu var altíð fargað
av mentunnaratliti. Komst tú inn
hjá teimum, so var hvør bókhyll
rokfull, og ikki var tað lítið, ið
varð lisið har í teimum longu
vetrarkvøldarløtunum.
Svend sat í sóknarstýri og
skúlakommissión í langa tíð. Men
tað, ið mangir menn ikki vistu,
var, at hann var listarmaðurin
stóri. Hygg at myndum hjá honum
av Kunoyargalvi ein várdag, har
fannirnar liggja niðri í gilini,
og tað fer at grønka í neðra
samstundis við, at Kunoyar galvur
speglar seg inn á Pollin og Vánna.
Vit hava eisini Svend Lützen
fyri at takka, at tann ansur fyri
urtagarðsfrøði, sum er í dag, er
so góður, sum hann er.Vit kunnu
siga um Svend, at hann átti ongar
óvinir, men bert vinir,
og tí vilja vit minnast
hann sum ein av
Vanlukkur og framhaldandi sjúka
Egil Djurhuus, sum nú er 18 ár, greiðir framhaldandi frá síni sjúku men eisini um gerandisdagin í 1917, tá ið
tað eisini hendu fleiri stórar vanlukkur. Framvegis fær hann nógvar vitjanir. Men fyrst fara vit til “ommu Lüt”
Dagbókin hjá Egil í 1917:
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
Her situr omma Lüt millum tveir ommusynir, Hans Lützen (f. 3/6 1913 sonur Svend) og Kjartan Lützen (f. 26/5 1913 sonur
Andreas Christian) helst í stovu síni í Tórsgøtu. Systkinabørnini úr Klaksvík gingu í skúla í Havn, og búðu hjá ommu síni
Hetta er tann í greinini umrødda
dópsgávan hjá Egil. Bikarið er
koniskt, 85 mm høgt, diam. í neðra
38 mm, í erva 55 mm, myndin er uml.
30 mm høg
➘