Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-05, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. august 2009síða 8

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Rockbólkurin Chase er klárur til ársins comeback í føroyskum tón­ leiki í ár. Tiltikni rockbólkurin lovar eitt ordans rock­ show við teirra bestu sangum Chase telist millum legendurnar í føroyskum rocktónleiki. Teir vóru millum best umtóktu bólkarnar í Føroyum í fleiri ár, og við rocktónleiki í altjóða flokki livdu teir dreymin á føroyskum palli. Teir hava givið tvær fløgur út, og sangir sum Fyrstu Ferð, Two Heart, Sjey Míl Frá Hollywood og Niðasta Brúgv eru millum varðarnar, sum standa eftir bólkin. Í ár fyllir Chase 20 ár, og føðingar­ dagurin skal haldast við rimmar framførslu á Summar Festivalinum. ­ Vit eru allir sera spentir og fit for fight, og tað verður stuttligt at møtast aftur, sigur Edmund Jacobsen, sangari. Chase vóru kendir fyri bæði at spæla egnar rocksangir, og fyri at spæla tað besta hjá kendum útlendsk um bólkum. ­ Á Summar Festivalinum fara vit at spæla tað besta úr kataloginum ­ mest løg frá báðum fløgunum, men helst eisini okkurt einstakt coverlag, og møguliga okkurt nýtt, sigur Edmund Jacobsen. Meðan rocktónleikur hevði gyltar dagar á altjóða pallinum síðst í 80’unum og fyrst í 90’unum, gjørdist Chase føroyska ískoyti til tann festliga, melodiøsa og framfýsna rocktónleik, sum bólkar sum Def Leppard, Bon Jovi, Motley Crue og aðrir vóru ímyndin av úti í heimi. Og nú sleppa føroyingar aftur at uppliva eitt sindur av teimum góðu, gomlu døgunum, tá rættir menn spældu rættan rock! Samanhald bjóðar tónleik Føroya Tele spílar seg út á Summar Festivalinum, har fólk verða boðin innar í Telebúðina í Klaksvík til undirhald av ymsum slagi Fleiri kendir tónleikarar fara at hava smáar framførslur í Samanhald, sum hølini hjá Føroya Tele á Summar Festivalinum verða kallað. Hittmakarin Terji Rasmussen verður ein av teimum, sum fer at spæla í Samanhald, og eisini fløguaktuelli Uni Arge verður at hoyra har. Harafturat fara eitt nú Niels Midjord og Lív Næs og Tróndur Enni eisini at spæla har. Og møguliga koma eisini aðrir tón­ leikarar, sum annars eru á Summar Festivalinum og spæla, at leggja leiðina fram við í Samanhald og spæla nakrar tónar fyri fólki har. So umframt stóru konsertirnar á stóru pallunum á Summar Festivalinum ber eisini til at uppliva smærri konsertir við góðum tónleikarum. Ársins comeback BH kr 329,- Trussur kr. 219,- Underwear Klaksvíksvegur 58 · Inngongd gjøgnum Image · FO-700 Klaksvík · Tel 45 77 77 Lekkur frá innast til uttast 219,- BH kr 399,- Trussur kr. 249,- BH kr 289,- Trussur kr. 249,- BH kr. 289,- G-strongur kr. 229,- BH kr 329,- G-strongur kr. 199,- ÚTSØLAN BYRJAR MIKUDAGIN 4. AUGUST KL. 10.00 SPAR upp í 70%