Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-05, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. august 2009síða 11

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 146 - 5. august 2009 Føroya Banki boðaði fyrr í ár frá, at bankin væntar eitt avlop á einar 165 til 195 milliónir. Við einum hálvársavlopi á næstan 90 milliónir krónur, sær út til, at vánirnar halda. Hetta er øðrvísi enn nógvir aðrir bankar RoknskapuR Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Í morgun legði Føroya Banki hálvársroknskapin fram. Úrslitið vísir eitt avlop á umleið 88 milliónir krónur fyri skatt. Hetta er ein stór framgongd, um hugsað verður um fyrra hálvár í fjør, tá eitt hall var á 55 milliónir krónur. Soleiðis, sum tað sær út í dag, megnar bankin vánir­ nar hjá sær, sum fyrr í ár vórðu settar til okkurt ímill­ um 165 til 195 milliónir krónur. Somuleiðis kann stað­ festast, at bankin nú hevur eina eginogn á næstan 1,6 milliardir krónur, og solvensturin hjá bankanum er 25 prosent, tá bankapakki 2 er taldur við. Bankin hevur eitt gjald­ føri, sum nú er 197 prosent omanfyri lógarkravið. Nógvar rentuinntøkur Í høvuðsheitum stavar avlopið fyrra hálvár í ár frá rentuinntøkum, sum eru vaksnar heilt nógv síðan í fjør. Tær eru nevniliga farnar frá 151 milliónum krónum upp um 200 milli­ ónir krónur. Í hinum endanum eru tap og burturleggingar, sum eru umleið 56 milliónir krónur í ár, og tað er meira, enn tað hevur verið seinastu árini. Fyri at minkað um taps­ vandan hevur bankin somu­ leiðis roynt at spjaða váðan so nógv sum gjørligt, og hetta verður millum annað gjørt við at hava størstu útlánini so lítil sum møgu­ ligt, samstundis sum bankin hevur fokuserað minni upp á fiskivinnu, enn hann hevur gjørt. Hækkaður marginalur Í fjør hækkaðu bankarnir rentumarginalin, munurin millum innláns­ og útláns­ rentu verður størri, og bankin fær meiri pening, við tí grundgeving, at bankapakkarnir kosta so nógv, at hetta vigar ímóti teimum útreiðslunum. Hetta metir bankin fram­ vegis, so kundin skal ikki vænta nakað har. ­ Vit rinda nógv fyri bankapakkarnar, og tað er tað sama galdandi, sum í fjør, sigur Janus Petersen. Danski marknaðurin Føroya Banki hevur í eina tíð arbeitt við at koma á danska marknaðin, og hóast virksemið ikki er so nógv, so heldur bankin, at hann nokk ikki veksur nógv meira í Føroyum, og tí roynir bankin danska marknaðin. ­ Vit halda danska markn­ aðin vera ein natúrligan marknað hjá okkum, tí vit eru longu við í øllum skipan­ unum. Vit fara somuleiðis at halda fast við politikkin hjá bankanum, sigur Janus Petersen, forstjóri í Føroya Banka. Keypa banka Føroya Banki hevur gjørt av, at hann vil vera við í bankapakka 2. Hetta fer at økja solvensin hjá bankan­ um við umleið trimum prosentum. ­ Vit halda ikki, at tað loys­ ir seg at hava ein solvens á eini 25 prosent, so antin rinda vit út ella gera vit onkrar íløgur í Danmark, greiðir Janus Petersen frá. Tað er mest líkt til, at hetta seinna verður veru­ leiki. ­ Vit hava ligið framvið at keypa eina banka, men tað er ein spurningur um rættan banka og rættan prís, so onki hevur verið enn, men tað gongur tann vegin, sigur Janus Petersen. Vónirnar halda stikk í Føroya Banka Janus Petersen, forstjóri í Føroya Banka, staðfestir, at bankin hevur tað gott og fer at gera íløgur í Danmark skjótt Hillary á rundferð Amerikanski uttanríkisráðharrin, Hillary Clinton, kom í gjár til Kenya, sum er tað fyrsta landið, sum hon vitjar á einari rundferð í Afrika. Á ferðini, sum varir 11 dagar, skal hon vitja sjey lond. Hetta er fyrstu ferð, at Hillaryb Clinton vitjar lond sunnan fyri Sahara, síðani hon bleiv uttanríkisráðharri. Eyglæeiðarar siga, at hon fer at royna at bøta um amerikanska sambandið við tey stóru londini, Kenya, Nigeria og Suðurafrika, og at hon fer at seta seg inn í ósemjur, sum eru í Angola, Demokratiska Lýðveldinum Kongo og Liberia. Pakistan verjir kvinnurnar Kvinnufelagsskapir vóru ovurfegnir, tá pakistanska tjóðartingið í gjár samtykti eina nýggja lóg, sum bannar harðskapi ímóti kvinnum og børnum í heimi teirra. Allir tinglimirnir atkvøddu fyri lógini, og kvinnu­ og mannarættindafelagsskapir siga, at dagurin í gjár var ein stórur dagur fyri tær pakistonsku kvinnurnar. Nýggja lógin sigur, at tann, sum ger seg inn á kvinnur ella børn heima við hús, kann fáa meiri enn 6.000 krónur í bót ella fongsulsrevsing í minst seks mánaðir. Nú skal Senatið samtykkja lógina, og hon kemur í gildi, tá forsetin hevur staðfest hana.