Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-05, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. august 2009síða 10

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Summar Festivalurin bjóðar øllum sínum yngru gestum væl­ komnar í eitt spennandi Silva­ land at upp liva tónleik, undir­ hald, gull grav ing, túnabólt, forða breyt, spæli pláss, and lits­ málin, hoppiborgir og annað Silvalandið er enn størri í ár, og hesaferð verður útfyllingin á sand­ inum, fjøran og sjógvurin týð andi partur av teimum nógvu tilboðunum hjá spæliglaðum festivalgestum. Møguleiki verður at rógva í smáum hugnaligum jollum fram við landinum og eisini er vatnítróttur og skjótt gangandi speedbátur er á vágni, sum børn og vaksin kunnu royna. Stórt Tipi­tjald er á Sandinum, har møguleiki er at keypa mat frá kokk­ inum, sum fer at grilla inni í hugtakandi indianaratjaldinum. Hvør hevur atgongd til Silvalandið? Øll, ið hava keypt atgongumerki til Summar Festivalin 2009, hava atgongd til tiltøkini, tilboðini og møguleikarnar, sum Silvalandið 2009 bjóðar. Kamping & spælipláss Á økinum Við Sandin verður stórt kampingøki, har húsvognar fara at búleikast. Umframt gistingina á Sandinum eru góðir møguleikar hjá børnunum at spæla, tí spælipláss verður eisini gjørt á økinum Við Sandin, soleiðis at børnini í kunnu spæla beint við búøki. Skattajakt Leygardagin verður skattajakt. Bussur koyrir frá Tipi­tjaldinum á Sandinum og setir børnini av aftur har, tá ið skattajaktin er liðugu. Skattajaktin varar umleið 70 minuttir. Í sambandi við tilmeldingina verður navn á barninum skrivað niður, sam­ stundis sum tað fær útflýggjað ein vest við tali á. Eisini verður nøvn og telefonnummur hjá foreldrum ella verja skrivað niður. Luttøkan í skattajaktini er avmarkað, og tí er neyðugt at tekna til í góðari tíð. Fótbóltur Stóri fótbóltsvøllurin við Djúpumýri liggur beint aftan fyri Flagstjaldið. Svimjing Klaksvíkar Svimjihøll hevur opið fríggjadagin millum 13­20. Og leygardag millum 10­17. Hósdagur 6. august 18.00 Silvalandið letur upp: Hoppuborgir, undirhald, gullgraving, andlitsmáling og mangt annað. 19.00 Listakvinnan Armgarð Absalonsen byrjar at mála stóran málning á Silvalandinum. Hon arbeiðir við listarverkinum allar festivaldagarnar og verður liðug leygardagin. 19.15 Trølla­show á Stóra palli á Vágsbøi 19.30 Fimleikarar framføra saman við dansigentum og break­dansarum 20.00 ABBA karaoke – øll kunnu royna seg sum stjørnur á palli 23.00 Silvandið letur aftur Fríggjadagur 7. august 14.00 Silvalandið letur upp: Hoppiborgir, gullgraving, andlitsmáling og mangt annað. 15.00 Túnafótbóltur. (3 leikarar á hvørjum liði. Avmarkað luttøka. Tilmelding á telefon: 256078, seinast hóskvøldið kl. 21.00) 16.00 Andlitsmáling – øll kunnu blíva mála, men vit byrja við, at kend andlit blíva mála 18.00 Fimleikarar framføra saman við dansigentum og break­dansarum 18.30 Gyklarar undirhalda 19.00 Rógvi Jakobsen spælir 20.45 Barnakonsert 23.00 Silvandið letur aftur Leygardagur 8. august 11.00 Skattajakt – børn í aldrinum 5­8 ár kunnu luttaka: (tilmelding og gjald fer fram í Tipitjaldinum á Sandinum ­ avmarkað luttøka) 13.00 Skattajakt – børn í aldrinum 9­14 ár kunnu luttaka. (tilmelding og gjald fer fram í Tipitjaldinum á Sandinum ­ avmarkað luttøka) 14.00 Silvalandið letur upp: Hoppiborgir, gullgraving, andlitsmáling og mangt annað. 14.15 Niels Midjord & Lív Næs framføra løg av nýggju fløguni 15.00 Andlitsmáling. Paliette, kanska besti andlitsmálari í Europa, vitjar 15.30 Gyklarar framføra 18.00 TNT spælir 20.15 Barnakonsert 00.00 Silvandið letur aftur