Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-05, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. august 2009síða 21

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 146 - 5. august 2009 21 nøvn Prógv 26. juni tók Daniel Shelley, sonur Eyðgerð og Philip Shelley, prógv sum Bachelor of Arts, á Institute at Bournemouth í Onglandi. Tann 1. august var ættarmót í Hoyvík. Nú er Hoyvík á odda í so mongum, eitt nú í barnatali, men í túsund ár var bert eitt hús í bygdini, sjálvur garð­ urin mitt í bønum við vík­ ina. Í 1835 komu eini hús aft­ urat. Eins og so mangir hoy víkingar í dag komu tey aðrastaðni frá. Maðurin var Símun, traðarmannasonur av Glyvrum, og húsmóðirin var Charlotta, dóttir leigu­ lendingin á Geilargarði Úti við Á í Kaldbak. Tey fingu fýra børn. So doyði Lotta. Símun giftist uppaftur við Johonnu, sum var fødd í Forna á Nesi, og tey fingu tvey børn. Tað vóru um 300 av eftirkomarum hjá hesum niðursetufólkum, sum møtt­ ust síðsta leygardag. Fyrst á skránni var sam­ koma í Havnar kirkju, har Marjun Simonsen, dóttir Esbern bankastjóran, sum var langabbasonur Símun, helt fróðarfyrilestur um lív og ævi Símunar. Hon legði fram eina frálíka enska týð­ ing av fyrilestrinum, og tað kom væl við hjá teimum eftirkomarum, sum ikki skiltu føroyskt. Hesir vóru komnir úr Noreg, Danmørk, Onglandi og USA. Eitt, sum Marjun vísti á, var at Símun hevði goldið rætti­ liga nógv fyri sessin hjá húskinum í hesi kirkju, har hann kom oman til gongu hvønn sunnudag. Ein av eftirkomarunum, Jóhan hjá Esbern Simonsen í Saltangará, hevði áhuga­ verda framløgu um hesa gomlu kirkju. Vitjan á kirkju­ garðinum Síðan gekk leiðin út á kirkjugarðin á Svínaryggi, har øll av teimum fyrstu ættar liðunum eru grivin. Har segði Julianna Klett, langabbadóttir Símun, nøk­ ur góð orð, og var hetta ein sera hugfarslig løta, har vit sóu nógvar av teimum grav­ steinum, sum Óli Jacobsen hevur skrivað so hugvekj­ andi um. Á middegi vóru vit í Studentaskúlanum, har Óli Simonsen greiddi frá tí tilfari, sum Sverri Joensen hevur funnið fram til um ættina og lagt fram í bók síni um Høgaból. Haðani gekk leiðin niðan á Ham­ arin, har ein minnispláta varð avdúkað um Símun og báðar konur hansara. Sigurd Simonsen, sum framvegis er virkin í ferðamanna vinn­ uni sum stjóri á fyritøkuni Hoyviking Tours, hevði mergjaða røðu um langabba sín, og helt hann hana eisini á enskum. Myndatøka fór fram við flaggstongina í Hoy dølum, har torvheiðar vóru í 1835 og haðani klyvja rossini fóru niðan gjøgnum Hoydalsbrekkuna um Rossaliðið, sum Símun hevði gjørt í tann seyðahøga garðin, hann lagaði um alla trøðna eins og allan tann gamla bøin í Hoyvík. Óført borðhald Gestirnir fingu síðan høvi til at støkka inn á gólvið í húsunum hjá skyldfólkum, ið búgva á trøðni Uttan fyri Garðar, og har bar til at hitta mong. Um kvøldið var óført borð hald í studenta skúla­ aulini við røðum og sangi, sum Sigrið Sivertsen hjá Magnusi, sum er sonur Jógv an hjá Símun og Johannu á Høgabóli, skip­ aði so væl fyri. Har varð eisini framløga av einum prentaðum bóklingi við yvir liti yvir alla hesa fjøl­ broyttu ætt, sum Eydna Fosaa hevur greitt hegnis­ liga úr hondum. Aftaná var góður før­ oyskur og enskur dansur, og semja var um, at tey, sum høvdu verið í fyrireik­ ingarnevndini, Símun Mittún, Eydna Fosaa, Ann­ leyg Patursson, Julianna Klett, Hans Simonsen og Hannelena Mittún, høvdu gjørt eitt vala verk og høvdu mikla tøkk uppiborna fyri tað, tey høvdu útint. Zakarias Wang skyldmaður Uttan fyri Garðar í Hoyvík Í góðveðrinum stutt fyri ólavsøku vóru nógv fólk uppi á Slættara tindi. Mill­ um tey mongu, ung sum gomul, var bert trý ára gamli Mathias úr Kolla­ firði. Sam an við 68 ára gamla lang abbanum, sum eisini eitur Mathias, fóru teir báðir til gongu klokkan hálvgun eitt, og tveir tímar seinni stóðu báðir uppi á hægsta tindi. Lítli Mathias varð trý ár mikudagin fyri ólavsøku. Trý og 68 ára gomlu Mathias á Slættaratindi Julianna greiðir frá ættini í gamla kirkjugarði í Havn Hetta er partur av ættini, sum var til staðar