Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-05, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. august 2009síða 20

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Hjartaliga vælkomin til Klaksvíkar! Tað er mær ein heiður, sum borgarstjóri, at heilsa Summarfestivalinum vælkomnum. Klaksvík er ein ríkur býur á nógvum økjum. Vit eiga nýskapandi og dugnaligar eldsálir, sum ikki eru bangnar fyri at geva nógv av sær sjálvum, og eisini at skapa nýtt. Føroya størsti festivalur, Summarfestivalurin, er úrslit av hesum og eru hátíðardagar í Norðoyggjum. Summarfestivalurin er fyri alla familjuna, við serstøkum tiltøkum fyri børnini. Ung og vaksin fáa høvi at hoyra og uppliva live kend stór nøvn bæði úr okkara egna landi og úr øðrum londum. Hugnaligt er, at settir eru tríggir dagar av, sum eru merktir av samveru, góðum tónleiki og har hópur av fólki hittist. Vegna Klaksvíkar Býráð ynski eg øllum klaksvíkingum og gestum ein góðan Summarfestival. Vinarliga Gunvá við Keldu Borgarstjóri