mikudagur 5. august 2009síða 22
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
- har hittini hittast
FESTIVALTÍÐINDI við Ragnhild Ellingsgaard
Túnatos
Ragnhild hittir í dag Joan
Neshamar úr Havn. Joan er
33 ára gomul og skúlastjóri
á Velbastaðar Skúla.
1. Ætlar tú tær á SF í ár?
Eg havi ikki avgjørt enn, um
eg fari. Havi ikki ætla mær,
men nú tað stundar ímóti
festivalinum, eri eg farin at
umhugsa støðuna. Havi verið
á øllum teim undanfarnu
Summar Festivalinum.
2. Hvør hevur verið besta
konsertin nakrantíð á SF?
Heilt klárt The Scorpions í
2007. Men eg má siga, at einki
er sum tá Dynamit spælir á
Vágsbøi – tá er lív í og
ótrúliga stuttligt!
3. Svevur tú í tjald ella í
ordiligari song, tá tú ert á
SF?
Eg havi sovið í tjaldi eina
ferð og tað verður ikki gjørt
aftur. Tað var heldur vátt tað
árið, so tað bleiv nakað langt
at ganga út í Grøv.
4. Hvør hevur verið løgnasta
uppliving, tú hevur havt á
SF?
Eg veit ikki ordiliga, hvussu
nógvar løgnar upplivingar, eg
havi havt – men haldi tað
verða løgið, at hóast veður og
vind, so eru fólk í góðum lag.
Og tað skal nógv til at koppa
føroyingum í veistluhugi..
5. Hvønn kundi tú hugsað
tær at hoyrt á SF 2010?
Tað hevur altíð verið ein
dreymur at hoyrt Bon Jovi.
Havi ikki havt møguleikan til
tað enn – so um hann stóð á
pallinum komandi ár. Ja! :)
Nr. 146 - 5. august 2009
22
Við bólki, onkrum
nýggjum løgum og ikki
minst hitt-røðini lata
FAROE 5 stóra pallin á
Vágsbøi upp leygardagin.
Summarfestivalurin
er endaspurturin á
sumrinum, sigur Lillian
Dalsgaard
Tónleikur
Ragnhild Ellingsgaard
Ársgamli gentubólkurin hevur
havt úr at gera hetta summarið.
Konsertirnar hava verið fleiri í
tali, og venjingin sera hørð. Nú
eru tær tilreiðar at taka áhoyrar
arnar á Summarfestivalinum við
storm. Tær fimm í FAROE 5
gleða seg sera nógv til at fram
førsluna á festivalinum, sum
samstundis er endaspurturin á
sumrinum.
Vit gleða okkum nógv til at
framføra á stóra pallinum, sigur
Lillian Dalsgaard og leggur aftur
at, at tær ongantíð hava framført
á so stórum palli áður. Og tað
skal gagnnýtast.
Fleiri á palli
Tey verða munandi fleiri á
pallinum í ár enn í fjør, tá gentu
bólkurin trínur á pall leygardagin
á Summarfestivalinum. Afturat
sær hava tær fingið ein bólk við
góðum tónleikarum og eisini
verður ein rappari við.
Við fleiri fólkum, gerst talan
um eitt størri show, sigur Lillian
Dalsgaard og frøist um, at tær
eru slopnar upp á stóra pallin, tí
annars kundi tað verðið dekan ov
trongligt.
Tað er jú fantastiskt at hava
tónleikarar afturat okkum. Tað
lyftir framførsluna hjá okkum
upp og gevur eyka orku. Tað
gevur heilt víst eisini okkurt
“visuelt”, heldur Lillian fyri.
FAROE 5 ætla sær ikki bara at
framføra kend løg. Tær arbeiða í
løtuni við eini nýggjar útgávu, og
tí verða onkur nýggj løg á
skránni. Men sjálvandi fara tær
eisini at framføra øll tey kendu
hittini, sum hava ljóðað hetta
seinasta árið.
Hart summar
FAROE 5 hava arbeitt sera hart
fram til hetta summarið. Síðani
bólkurin varð til fyri góðum ári
síðani, hava genturnar arbeitt
miðvíst fram ímóti at gerast betri
og betri. Framgongdin hevur
verið eyðsýnd hetta summarið, tí
genturnar hava fingið fleiri góð
ummæli eftir tær ymsu
konsertirnar, sum tær hava
hildið.
Tað er stórur munur á í ár og
í fjør. Og ikki minst er tað deiligt
at síggja, at nógva venjingin og
harða arbeiðið hevur loyst seg so
væl, sigur Lillian Dalsgaard.
Genturnar í FAROE 5 hava
havt 12 dagar summarfrí seinastu
mánaðirnar, annars er øll tíðin
farin til venjing.
Fyri framman liggur ein
spennandi vetur, men nú taka vit
líka endan á summarinum við,
sigur Lillian Dalsgaard.
Danski sangarin Joey
Moe, sum seinastu
vikurnar hevur hittað við
sanginum Yo-Yo, verður
eisini at hoyra á Summar
Festivalinum. Hann er
serligur gestur undir
framførsluni hjá Nik & Jay
Tónleikur
Ragnhild Ellingsgaard
Joey Moe telist millum teir
yngru og framfýsnu sangararnar
í Danmark. Í 2006 fekk hann eitt
stórt hitt í Danmark við sang
inum Flip It (Like A DJ), og tann
sangurin var eisini tráspældur í
Føroyum.
Joey Moe vitjaði eisini í Før
oyum um tað mundið, og tað
vóru sera nógv fólk til hansara
framførslu.
Nú er Joey Moe aftur at finna
á hitlistunum í Danmark. Sang
urin YoYo hevur verið at finna
ovarliga á Tjeklistanum hjá DR
seinastu 10 vikurnar, og sangurin
hevur eisini verið á øðrum hit
listum.
Joey Moe verður við í ferða
lagnum, tá Nik & Jay koma til
Føroya hesa vikuna, og Joey
Moe kann eisini upplivast saman
við Nik & Jay á pallinum á
Summar Festivalinum hós
kvøldið.
Og sum um tað ikki var nóg
mikið, so verða eisini sangarin
Jinks og DJ Morten Breum, sum
verður roknaður sum besti plátu
vendarin í Danmark í løtuni, við
í showinum hjá Nik & Jay á
Summar Festivalinum.
Nik & Jay hava havt onkra ein
staka framførslu við hesum gest
um í Danmark, og tær hava rigg
að so væl, at tað verða fleiri av
hesum framførslum í summar.
Joey Moe sum jokari
FAROE 5 spíla seg út til endaspurt