Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-05, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. august 2009síða 22

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Vit gleða okkum! Tey hava lagt Hollywood niður við teirra fantastiska showi. Nú koma tey frá USA-ferð til Føroya at geva føroyingum størsta og besta ABBA-kvøldið nakrantíð Tey verða kallað besta ABBA síðani ABBA. Tey hava spælt á kendum spælistøðum í London, New York og í øðrum stórbýum kring heimin. Og nú kemur tiltikna ABBA The Show til Føroya at framføra á Summar Festivalinum. ABBA fepurin er so høgur sum sjáldan. Ógloymandi sangirnir hjá svenska poppbólkinum standa sterkari enn nakrantíð. Filmurin Mamma Mia! setti sølumet. ABBA-fløgurnar eru framvegis at finnast á hitlistunum, og fólk ferðast um høv og landamørk fyri at uppliva ABBA sangleikir. Og nú er løtan komin, at føroyingar eisini fáa sítt heilt serstaka ABBA upplivilsi á palli. Tiltikna ABBA The Show fer leygarkvøldið framføra á Summar Festivalinum. Í ferðalagnum verða tveir tónleikarar, sum spældu við ABBA á sinni, og á palli er talan um eitt rimmar show, sum fer at rúnarbinda áhoyrararnar við teimum mongu hittunum hjá ABBA. - Besta ABBA síðani ABBA, sigur offisiella fjepparafelagið hjá ABBA um ABBA The Show, og nú tá tað ikki longur ber til at uppliva upprunaligu ABBA á palli, so er hetta tað besta, sum kann bjóðast . Útseldar framførslur í stórbýum ABBA The Show hevur ferðast kring heimin og spælt fyri túsundtals fólkum í teimum stóru býunum. Í sjálvasta Hollywood Bowl var útselt við 18.000 áhoyrarum. Sama var skilið, tá ið tey spældu í Royal Albert Hall í London. Í heyst var ABBA The Show á stóraari konsertferð í Onglandi, har spælt verður í stórum hallum – millum annað á kenda Wembley Arena. Og nú beint fyri Føroyaferðina hava tey verða á ferð í USA, har sjálvt Hollywood mátti beiggja seg fyri flotta, svenska showinum. Mama Mia, ABBA livir! Fyrsta framførslan hjá ABBA The Show var í 2001. Framførslan var í Noregi, og ummælararnir vóru um at detta á ein vissan likamspart av framførsluni. - Mama Mia! ABBA er framvegis á lívi, skrivaði ein ummælari. Ein annar ummælari segði seg vóna, at upprunaligu sangararnir í ABBA fóru at síggja hesa framførsluna, tí hetta kundu tey valla havt gjørt betur sjálvi. Árini síðani hevur ABBA The Show verið á ferði víðahvar kring heimin, og fólk hava flokkast til teirra framførslur. Nú er tíðin so komin, at føroyingar sleppa at uppliva hetta framúr flotta og stóra ABBA showið, og stóra uppsetingin av ABBA The Show verður gjørd á Summar Festivalinum leygarkvøldið Mamma Mia, vit gleða okkum! Mamma Mia!