mikudagur 5. august 2009síða 23
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 4. august 2009 – Nr. 145 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 23
ÍTRÓTTARBLAÐIÐ
Sosialurin 5. august 2009
Sum fyrrverandi hjálpar
venjari hjá EB/Streymi,
visti Sámal Erik Hentze,
hvat skuldi til, tá hann
gjørdist venjari hjá HB.
– Mín fyrsta treyt var, at
kaffi og køkur skuldu
vera til spælararnar eftir
venjing, sigur hann
FÓTBÓLTUR
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Tiltikin eru orðini hjá Piotr Krakow
ski, tá hann sum venjari hjá EB/
Streymi tað eina kvøldið tók til:
»Eingin bakað, eingin kaka, einki
nakað«. Tá var vanligt, at skuffukøka
og kaffi vóru á skránni eftir venjing,
men hesa ferðina var einki av
slíkum gjørt klárt, so Piotr hevði
bestan hugin at droppa venjingina
hetta kvøldið.
Síðani er hann farin aðrar vegir
og í hansara stað komu Sigfríður
Clementsen og Magni Mohr, ið
høvdu annan hugburð til kaffi og
køkur, sum tískil hvurvu av matar
lepanum hjá EB/Streymi eftir venj
ingarnar. Nú eru teir eisini farnir sín
veg, og okkurt kundi bent á, at
bæði »søtt og leskiligt« fáa sína
afturkomu við Margáir.
Men hóast greipuvinnararnir ikki
hava notið gott av køku og kaffi
síðsta hálvtannað árið, er hetta bliv
ið fastur táttur hjá ongum minni
enn oddaliðnum í ár, HB. Har eru
skuffukøkan og kaffimunnurin fast
ur táttur eftir venjingarnar týskvøld
og hóskvøld, og í gjárkvøldið var
heldur einki undantak, tá Sosialurin
vitjaði í HBhúsinum.
Sosialan týdning
– Eg sá hetta fyrstu ferð hjá EB/
Streymi, har eg var hjálparvenjari
hjá Piotr Krakowski. At fáa hetta,
gevur so nógv aftur, so hví ikki
hetta, líka so væl sum so nógv
annað, sigur HBvenjarin, Sámal Erik
Hentze, meðan hann sker sær ein
góðan bita av skuffukøkuni, ið
stendur á einum lítlum kaffiborði,
beint innan fyri dyrnar í niðastu
hæddini, har spælaragongdin er.
– Hugskotið við hesum er, at vit
ikki skulu rýma úr húsinum so
skjótt, men at spælararnir eisini
skulu fáa eina sosiala løtu saman
eftir venjingina. Tá eg kom til HB
sum venjari, var mín fyrsta treyt, at
spælararnir skuldu hava kaffi og
køku aftan á nakrar venjingar, so vit
fingu eitt avslappað prát og kundu
taka samanum.
Sámal Erik heldur ikki, at eitt sind
ur av sukri og koffeini koppar
forminum hjá spælarunum, og júst
týskvøld og hóskvøld er hørð kondi
tiónsvenjing á skránni.
– Tað er ikki tað, sum ger, at vit
tapa ella missa stig, men heldur tað,
at eingin køka er, tí tá kann tað
sosiala skjótt verða gloymt, sigur
hann.
Samstundis vísir hann á, at júst
tað sosiala hevur so nógv at siga, tí
liðið er liðið og einki er størri enn
felagsskapurin.
– Hjá okkum er tað køkan fyrst
og so fótbólturin aftaná, og tað hev
ur í øllum førum ikki forðað okkum
í at verið oddalið tað mesta av hes
um kappingarárinum, er niðurstøða
venjarans.
Køkutrot kostaði
Eitt sindur skemtandi sigur Sámal
Erik, at nú tað rundan um
summarsteðgin var heldur soltið
við ítróttarligu úrslitunum – tríggir
javnleikir í landskappingini, tvey
europeisk tap og eitt á ólavsøku –
kundi orsøkin kanska síggjast í, at
tann, ið plagar at syrgja fyri køkuni,
var burturstaddur.
Í annaðkvøld er hóskvøld, men tá
spælir HB á útivølli ímóti KÍ, og tað
vendir eitt sindur upp og niður upp
á raðfylgjuna.
– Vit fáa nokk køku eftir dystin,
men hesa ferð mugu vit taka
fótbóltin fyrst og so køkuna aftaná,
sigur Sámal Erik Hentze, ið sam
stundis fortelur, at hann fríggja
kvøldið fekk eina telefonuppring
ing frá Sorin Anghel í EB/Streymi.
– Tað kvøldið stóð hann fyri
venjingini, og tá visti hann at
fortelja mær, at nú fingu teir aftur
køku við Margáir. Eg veit so ikki,
hvør hevði bakað, men Sorin kundi
fyri tað funnið uppá at bakað
køkuna sjálvur, tí so nógv hevur
hon at siga fyri hann.
HB-venjarin, Sámal Erik
Hentze, fær sær ein bita
av skuffukøku aftur við
kaffimunninum, ið er fastur
táttur hjá oddaliðnum eftir
venjingarnar týskvøld og
hóskvøld
Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir
Køkan ger munin