mikudagur 5. august 2009síða 13
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
tíðindi
Nr. 146 - 5. august 2009
- Nakrar av teimum
avgerðum, sum
løgtingið hevur tikið,
elva til kreppur í
mongum føroyskum
húsarhaldum, og tí
er tað ikki so einfalt,
sum mong vilja vera
við, og sum løgmaður
eisini segði í síni
røðu á ólavsøku,
at kreppan einans
kemur uttanífrá, segði
formaður Miðfloksins
undir viðgerðini av
løgmansrøðuni
Løgmansrøða
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Jenis av Rana, formaður
Miðfloksins, segði, tá hann
umrøddi røðu løgmans á
ólavsøku, at røðan bygdi á
hugleiðingar heldur enn á
visjónir.
- Okkara flokkur hevur
greiðar visjónir fyri tí landi,
sum løgmaður lýsir so vak-
urt. Høvuðsvisjón okkara
er ein tjóð, har tey ómetaligu
virðir, sum skaparin hevur
signað okkum við, koma
øllum landsins borgarum
javnt til góða. Øll skulu
hava nógmikið til dagsins
tørv, øll skulu kunna kenna
seg trygg, eins vird og á
sama støði. Okkara oyggjar
eru nóg ríkar til at metta
allan tørv. Eingin føroyingur
eigur at líða neyð ella kenna
seg trongstaddan – líka
lítið, sum nakar føroyingur
eigur sjálvsagdan rætt til
marglæti bygt á herðar
annara, sum formaðurin tók
til.
Jenis segði, at tey, sum
eru á niðastu rókum í
samfelagnum, skulu eftir
politikki Miðfloksins kenna
seg eins trygg og hava somu
livi-og trivnaðarumstøður,
sum tey á ovastu rókum.
- Tann ójavni, sum er í
dagsins samfelag, og sum
tíverri verður hildin viðlíka
við avgerðum á løgtingi, er
hvørki virðiligur, sosialur
ella moralskt og etiskt
rættur, legði hann aftrat.
Jenis reisti eisini spurn-
ingin,
hvør
høvuðsupp-
gávan hjá politikarum er og
vísti í sama viðfangi á, at
fólkið hevur givið teimum
33, sum manna løgtingið,
eitt stórt álit.
- Tað er fólkið, sum hevur
givið okkum loyvi til at
sleppa á hægsta avgerðarstað
samfelagsins at virka. Vit
hava fingið rættin til at
áleggja skyldur, eitt nú at
taka av teirra inntøkum í
landskassan fyri síðani at
býta hetta útaftur. Hetta
forpliktar meir, enn vit óiva
mangan geva okkum far
um. Við okkara avgerðum
stýra vit gerandisdegnum
hjá mongum – bæði teim-
um, sum liva á sólarsíðuni,
men eisini degnum hjá
teimum, sum liva á skugga-
síðum samfelagsins.
Neyðug endurskoðan
Formaður Miðfloksins vísti
á, at nógvar av teimum
avgerðum, ið tiknar eru,
meðan hann hevur sitið á
løgtingi, kann hann gleðast
yvir, men tað eru eisini tær
avgerðir
sum
níva,
tí
fylgjurnar hava verið so
stórar.
- Nakrar av teimum av-
gerðum,
sum
løgtingið
hevur tikið, elva til kreppur
í mongum føroyskum hús-
arhaldum, og tí er tað ikki
so einfalt, sum mong vilja
vera við, og sum løgmaður
eisini segði í síni røðu, at
kreppan
einans
kemur
uttanífrá.
Jenis nevndi í hesum sam-
bandi støðuna hjá teimum
sjúku, avlamnu og pensjón-
istunum, sum í hesum
døgum fara á apotekið eftir
heilivági.
- Dagliga berast frásagnir
um kreppur, sum raka hesi,
tá tey í staðin fyri at gjalda
sítt vanliga egingjald fyri
heilivág uppá einar 200
krónur, nú bráddliga verða
kravd eftir eini 600, 800 og
upp í einar 2000 krónur, tí
ein meiriluti í løgtinginum í
desember gjørdi av at
broyta eina almannalóg.
Henda avgerð saman við
fleiri, ið raktu veikasta før-
oyingin meint, má endur-
skoðast, legði hann aftrat.
Formaður
Miðfloksins
vísti á, at løgmaður í síni
røðu tosar so vakurt um
ábyrgdina
fyri
teimum
veiku samfelagsbólkunum.
- Men skulu orð hansara
takast í álvara, krevur tað, at
vit endurskoða fleiri av teim-
um sosialt skeivu avgerðun-
um, ið vórðu tiknar um árs-
skiftið. Vit hava longu lagt
fyri løgtingið fyrsta broyt-
ingaruppskotið og vóna, at
løgtingið tekur undir við
hesum, segði hann.
Arbeiðsloysi
Mong hava mist sítt arbeiði
seinastu mánaðirnar, og
nøkur hava einki starv
funnið sær aftur.
- Ein maður lýsti kensl-
una, tá slíkt hendir, sum tað
ringasta, honum hevði verið
fyri. Hann ynskti ongum at
uppliva tað, hann hevði
verið ígjøgnum upp á lut-
falsliga onga tíð. Í síni røðu
segði løgmaður, at arbeiðs-
loysi er 3,4%, og rætt er, at
hetta er lágt í mun til støð-
una, sum onnur lond eru í,
men hvør einasti arbeiðs-
leysur er ein ov nógv, segði
Jenis.
Hann vísti á, at tá løgmað-
ur umrøddi arbeiðsloysi,
nevndi hann eisini ætlanir-
nar um menning av vinnu-
lívinum kring landið og
eina endurskoðan av teim-
um íløguætlanum, sum eru
samtyktar.
- Vit velja at trúgva tí, sum
løgmaður sigur, tó at tað
undrar okkum, at so lítið
ítøkiligt er at lesa um hesi
viðurskifti. Avgerandi er,
sum eisini serfrøðingar hava
víst á, at tann politikkur, ið
førdur verður, ikki kvalir,
men stimbrar samfelagið.
Fyrsta uppskot fíggjarmála-
ráðharrans bendi á vantandi
innlit í júst hendan vanda.
Famlagdi
ólavsøkupakkin
vísir tó, at tað hevur eydnast
at fáa fíggjarmálaráðharran
at skilja vandan við sínum
upprunauppskoti, legði hann
aftrat.
Drúgt at bíða
Jenis av Rana helt fyri, at
tað er drúgt at bíða eftir
veruligum
ætlanum,
og
hann helt eisini, at lands-
stýrið skumpar nútíðina
frammanfyri sær og vónar,
at loysnirnar koma av sær
sjálvum – og at kreppan fer
lagaligari framvið okkum.
- Sjálvandi vóna øll, at so
verður, men kent er, at betri
er at fyribyrgja enn viðgera,
legði hann dent á.
Í síni røðu viðgjørdi Jenis
av Rana, formaður Mið-
foksins, eisini mong onnur
mál, sum eru frammi í
føroyskum politikki, men
ov drúgt verður at taka øll
hesi fram í hesi grein.
Vit fara tó at taka tann
partin við í aðrari grein, har
Jenis av Rana, ið sum
kunnugt eisini er lækni,
viðgjørdi nógv umrødda
svínakrímið.
Sosialt skeivar avgerðir
mugu endurskoðast
- Sjálvandi vóna øll, at
kreppan ikki verður so drúgv,
men kent er, at tað er betri
at fyribyrgja enn viðgera,
segði Jenis av Rana undir
viðgerðini av løgmansrøðuni
Mynd: Jens Kr. Vang
Løgmansrøða
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Undir viðgerðini av løg-
mansrøðuni nam Jenis av
Rana, formaður Miðflok-
sins, sum eisini er komm-
unulækni, við H1N1-virus-
ið, sum eisini verður rópt
svínakrím.
- Sjálvt mætastu stats-
leiðarar kenna seg hóttar
av hesum evarska lítla
virusi. Teir royna at krógva
seg, renna undan, tosa um
at steingja skúlar og brúka
miljardir uppá koppingar-
evni, sum ikki finst og
heilivág, sum lítlan og
ongan virkna hevur.
Jenis av Rana helt, at
H1N1-virusið fram um alt
avdúkar ein grundleggjandi
trupulleika – fyri ikki at
siga kynismu – sum alheims
politiska skipanin við ríku
londunum á odda rekur.
- Hetta er eitt krím, veik-
ari og minni krevjandi enn
vanligt influensakrím, sum
fær allan tann ríka heimin
á føtur. Hópur av peningi
verður játtaður til at basa
fimm (5) sjúkradøgum,
meðan veruleikin í heimin-
um anno 2009 er, at hvønn
dag doyggja sjúk í tíggju-
túsundatali av sjúkum, ið
bæði heilivágir og kopp-
ingarevni finnast móti.
Hann legði aftrat, at
hvønn dag doyggja tíggju-
túsundtals onnur av hungri
- ikki tí heiminum vantar
føði, men tí tey vórðu fødd
í skeivum heimspørtum,
og foreldur teirra búðu
ella búgva í ”skeivum
londum”.
- Alheimssamfelagið tyk-
ist ikki vera fyri øll, javn-
setir og javnmetir ikki øll,
virðir ikki øll, heldur ikki í
sjúku, ella tá deyðin bankar
á dyrnar, segði Jenis.
Hann vísti eisini á, at so
leingi, sum tosið um
alheimsgerð í mesta mun
snýr seg um at bøta um
møguleikar teirra ríku at
ríka seg sjálvan – uttan
atlit fyri teimum tjóðum
og fólkum, sum rópa um
samstarv fyri yvirhøvur at
yvirliva og náa einum
nøkulunda
virðiligum
livistøði – er talan í besta
føri um dupultmoral.
Svínakrím á løgtingi
Hvalabátar gevast
Síðst í hesari vikuni steðgar tann norska hvalaveiðan á hesum
sinni, hóast bátarnir hava loyvi til at skjóta hval ein mánað
afturat. Men úrslitið hevur verið so vánaligt, at bátarnir hava
valt at gevast. Norsk bløð skriva, at hvalabátarnir hava bara
fingið 54 prosent av teirri loyvdu kvotuni, og at árið er tað
lakasta síðani 2000. Myndugleikarnir hava loyvt hvalabát-
unum at skjóta 885 hvalir, men fyrradagin høvdu teir bara
fingið 467. Áhugin fyri at veiða hval hevur ikki verið so
stórur í ár sum onnur ár, og tað kemst av, at eftirspurningurin
eftir tvøsti hevur ikki verið so stórur í ár, skrivar NTB.
Druknaðu í Nilánni
Ellivu fólk druknaðu, tá ein lítil ferðafólkabátur
sakk á Nilánni einar 40 kilometrar norðan fyri
sudanska høvuðsstaðin Karthoum í morgun.
Sambært sudansku myndugleikunum vóru umleið
40 fólk, tey flestu kvinnur og børn, umborð á
bátinum, sum sakk, tá motorurin brádliga steðgaði.
Bátar, sum vóru á leiðini, bjargaðu hinum. Niláin er
tann longsta áin í heiminum. Kelda hennara er í
frumskóginum í Rwanda. Haðani rennur áin
ígjøgnum níggju lond og er góðar 6.700 kilometrar
long, skrivar Reuters.