mikudagur 5. august 2009síða 13
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Sethúsatrygd, Familjutrygd, Vanlukkutrygd, Biltrygd, Ferðatrygd og Viðgerðartrygd. Vit geva tær bestu
ráðini, finna bestu loysnina, nøkta tín tørv. Vit hugsa um tryggingar. Hugsa tú bara um alt møguligt annað.
ring 35 81 00 ella vitja www.trygd.fo
10 góð ráð um TRYGD
1. Hugsa um tíðina – kom í góðari tíð til konsertirnar, um tú ætlar at
standa fremst, heldur enn at troðka teg fram ímóti pallinum seinni
2. Hugsa um hvar útgongdir og rýmingarleiðir á festivaløkinum eru
3. Hugsa um hvar tú stendur, so tú ikki forðar ella stendur í vegin fyri
rýmingarleiðum og útgongdum
4. Hugsa um at fara til síðurnar ella bakka, um tú merkir, at
áhoyrarafjøldin trýstir fram ímóti pallinum
5. Hugsa um hinar festivalgestirnar, sum eisini vilja hava tað
hugnaligt, trygt og stuttligt
6. Hugsa um børnini og annars øll tey sum ikki hava somu førleikar
ella styrki, at síggja ella flyta seg á økinum, sum tú
7. Hugsa um fjøldina – tveit tí ikki við lutum á økinum
8. Hugsa um teg, so rúsevni, heilivágur ella svøvnloysi ikki setur teg
ella onnur í eina óhepna støðu
9. Hugsa um oyruni. Nýt oyraproppar um ljóðið er ov hart
10. Hugsa teg um.