Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-05, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. august 2009síða 15

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 146 - 5. august 2009 15 Ólavsøkurøða løgmans eigur at vera ein lýsing av tí stevnu, sum landsstýri og samgonga seta fyri kom­ andi arbeiðsárið, og helst eisini miða nakað longur enn so. Tí eigur løgmansrøðan at svara hesum 3 høvuðs­ spurningum: • Hvussu er okkara fatan av teirri støðu vit sum samfelag standa í og hvussu eru framtíðar­ útlitini? • Hvørji kós og hvørjum málum stevna vit eftir sum landsstýri og samgonga? • Hvørjar politiskar ætlanir skulu vit fremja fyri at røkka málunum? Løgmansrøðan einsamøll svarar ikki øllum hesum men er meira sum ein fagurlittererur karmur um Ólavsøkupakkan og ætlanir hjá landsstýrisfólkunum fyri tingsetuna. Taka vit fyrsta spurning­ in um støðulýsingina, so manglar hendan analysan sum eigur at vera útgangs­ punktið fyri okkara handlingum. Hinvegin er hon í ein ávísan mun í Ólavsøkupakkanum, men átti eisini har at verið meira útgreinað tá man nú tekur so víðgongd stig. Taka vit næsta spurning­ in um kós og mál, so fram­ gongur tað tíbetur greitt av løgmansrøðuni, at tað er yvirorðnaða málið hjá samgonguni at skapa eitt gott samfelag, styrkja okkara vælferðarskipanir so allir samfelagsbólkar kunnu fáa so góðar lívsum­ støður, at vit tryggja møgu­ leikarnar fyri at búleikast og skapa sær eina góða tilveru her ­ nú og í fram­ tíðini. Í so máta er tað ein góð Løgmansrøða, sum eg vil takka løgmanni fyri. Tíverri stendur hetta tó í ávísan mun í mótstríð við summar av ætlanunum serliga á almannaøkinum. Tað skal eg venda aftur til. Taka vit triðja spurningin um politisku arbeiðsætlan­ inar, so lýsir løgmansrøðan væl nógvu ætlaninar hjá landsstýrisfólkunum. Haraftrat kemur so allur Ólavsøkupakkin við eini ørgrynnu av bæði smáum og víðfevndum ætlanum. So tí má metingin gerast av Løgmansrøðuni og Ólav­ søkupakkanum sum eitt samlað útspæl frá lands­ stýrinum. Eg havi hoyrt nógvar illfýsnar reaktiónir frá andstøðuni og onkrum samgongulimum, enntá í løgmansflokkinum. Tað er at undrast yvir, tí ein og hvør við minstu respekt fyri veruleikanum veit, at eitt so sterkt og víðfevnt útspæl til politiska handl­ ing er snøgt sagt aldrin áður lagt fram í einum og at fremja innan so stutta tíð. Tað vil eg rósa Jóann­ esi Eidesgaard landsstýris­ manni fyri, tí eg veit at tað liggur eitt ómetaliga stórt politiskt arbeiði aftanfyri at koma higartil. Eg eri eisini glaður fyri, at okkara landsstýrismaður hjá Javnaðarflokkinum heilt frá byrjan helt fast við, at vit vildu virða sátt­ málarættin hjá fakfeløg­ unum og tí ongantíð fóru at lóggeva um lønarsteðg, og at lønarhækkingarnar tí vera innroknaðar í út­ reiðslukarmin fyri fíggjar­ lógina komandi ár. Lat meg síðan taka nøkur av ítøkiligu málunum upp, sum eg vil leggja dent á. Fiskivinnupolitisk ætlan um loyvisgjald og brúks­ skyldu. Javnaðarflokkurin ætlar at halda fast um fráboðan­ ina í løgmansrøðuni um fiskivinnupolitiskar broyt­ ingar tá tað verður sagt, at ”Landsstýrið er farið at kanna møguleikan at seta eina skipan við loyvisgjaldi á stovn, íð verður oyra­ merkt í ein bygnaðargrunn, sum kann skunda undir at tillaga flotan”, og víðari: ”Landsstýrið er somuleiðis farið undir at endurskoða fiskivinnulóggávuna við atliti at brúksskyldu av fiskirættindum, umsetilig­ heit og útlendskum íløg­ um”. Í Javnaðarflokkinum taka vit hetta sum eitt fyrsta stig til at fremja tað fiskivinnupolitiska siða­ skifti sum táverandi løg­ maður Jóannes Eidesgaard boðaði frá í síni Ólavsøku­ røðu í fjør. Arbeiðsmarknaðar­ politiskar stórbroytingar Á vinnuøkinum annars fegnist eg um tvær progres­ sivar arbeiðsmarknaðarpoli tiskar stórbroytingar, sum báðar eru veldug framstig fyri verkafólkið í Føroyum, bæði á sjógvi og landi. Onnur er nýggja arbeiðs­ skaðatryggingarlóggávan sum endiliga eftir 10­15 ára togarí er komin uppá pláss. Og hin er reformurin av arbeiðsloysisskipanini – eisini eitt mál sum man hevur tøvt í í áravís uttan at koma nakra leið. Styrkja brúkarapolitikkin Hinvegin so haldi eg at tað er burturvið at taka stuðul­ in til Brúkarasamtakið burt­ ur. Tvørturímóti er neyðugt at styrkja politiska innsats­ in á brúkaraøkinum, og vil heita á landsstýrismannin um at fara ígongd við arbeiðið at gera nýggja keypilóg, fastognarkeypi­ lóg og lóggávu um brúkara­ kærunevnd – tí fyri tað um vit hava fingið ein brúkara­ umboðsmann, so mangla dagføringar av alla aðrari brúkaralóggávu, sum m.a. ger at enn hevur føroyski brúkarin ongan instans at kæra til um persónlig brúkarakeyp. Visjónir um útbúgving og gransking Síðani fegnist eg um ætlan­ inar á økinum fyri útbúgv­ ing og gransking: endiliga eitt landsstýrisfólk á hesum økinum, sum hevur visjón­ ir og áræði til at fremja strukturellar broytingar á øllum útbúgvingarøkinum. Gleði meg eisini yvir ætlan­ inar viðv. granskingini, har man hevur ítøkiligar ætlan­ ir um eina kapitalinnspræn­ ing uppá einar 2­300 mió til gransking, menning og nýskapan yvir 5­7 ár, m.a. við serligum atliti at nøkr­ um satsningsøkjum, har eg sjálvur vil peika á sosial­ og heilsufrøðiligu gransk­ ingina. Eg fegnist eisini um, at tann so nógv um­ rødda Granskingarparkin eisini skal fremjast við hesi kapitalinnspræningini, sum m.a. skal fáast til vega úr passivum kapitalupphóp­ ingum á fleiri almennum grunnum. Heilsupolitikkurin við nýggjum róðursmanni Nú er ongin loyna at tað eru allar ætlaninar á heilsu­ økinum sum standa mínum hjarta nærmast. Tað verður gjølla greitt frá tí í løg­ mansrøðuni, og skal heldur ikki taka høvi frá nýggja landsstýrismanninum, partamanninum Aksel Johannesen, at umrøða tær progressivu ætlaninar, og eg skal ynskja honum bestu eydnu við at fremja tær í verki. Hann skal ikki mangla politiskan uppbakn­ ing skal eg lova honum. Almannapolitisk átøk Á almannaøkinum er gott at arbeiðið við nýggjari sosiallóggávu er farið ígongd, at man heldur fast um ætlaninar at uppbyggja eina landsfevnandi endur­ venjingarskipan fyri fólk við førleikatarni, at man fer at koma við uppskoti um eitt barna­ og ungdómsráð, at man fer at koma við upp­ skoti um ein eldralóg, og serliga gleðist eg um avgerð­ ina um at seta nýggjar 95 mió kr av til íløgur til eldra­ búpláss tey næstu árini. Ber ikki til at reka fyritíð­ arpensjónistarnar til hús Hinvegin má eg nevna nøkur mál á almanna­ økinum, sum skemma Ólavsøkupakkan og sum eg havi ógviliga ilt av. Fyrst er tað ætlanin um at avtaka mótrokningarfríu upphæddina uppá 85.000 kr hjá FP, so tað skal mótroknast við 25% frá fyrstu krónum. Hetta er beinleiðis í mótstríð við allar forbetringar sum frammanundan eru gjørdar, har man m.a. Hækkaði lægstu FP við 2600 kr. um mánaðin og lækkaði mótrokningina úr 60 til 30% júst fyri at eggja FP til at hava eitt virkið lív á arbeiðsmarknaðinum alt eftir førleika. Men hetta uppskotið rekur allar fyritíðarpensjonistar til hús, og tað kann aldrin vera meiningin. Mótrokning og pensjónsaldur Tað sama havi eg hug at siga um sparingarnar á Fólkapensjónsøkinum, har man nú eisini vil mótrokna frá fyrstu krónu og har­ aftrat hækka pensjónsald­ urin. Hetta eru alt ov ógvis­ lig tiltøk. M.a. fer økta mótrokningin beinleiðis at kosta pensjonistunum við lægstu hjáinntøkunum yvir 700 kr. um mánaðin í skerj­ ing av pensjónsviðbótini. Her mugu vit finna ein annan veg, og eg veit at tað ber til. Tað sama er við ætl­ anini at hækka pensjóns­ aldurin. Tað er ongin loyna, at út frá teirri sann­ roynd, at vit frammanund­ an hava hægsta pensjóns­ aldur í Europa, og hava mest positivu gongd í fólka­ samansetingini millum ung og gomul, so keypi eg IKKI handa pástandin hjá ávísum búskaparfrøðing­ um, at vit eru noydd at hækka pensjónsaldurin, tí annars hóra vit ikki undan. Har hava vit í Javnaðar­ flokkinum peikað á eitt nógv betri uppskot um ein flexiblan pensjónsaldur, har vit fasthalda rættin til pensjón við 67 ár, men fólk alt eftir sínum arbeiðs­ førleika skulu kunnu fáa pensjón áðrenn 67 ár av sliti, ella hinvegin skulu eggjast til sjálvboðin til at útseta sín pensjónsaldur og fáa nakrar fyrimunir av tí. Mugu ikki fremja drastiskar skerjingar á brekaøkinum At enda undrist eg stórliga yvir ætlaninar um at tálma útreiðsluvøksturin á Vanligari forsorg við 18,4 mió. kr. Vit skulu minnast til at av teimum 163 mió til Vanliga forsorg fara heilar 132 mió til fólk við breki, til endurbúgving og vard størv og til hjálpartól. Eg dugi snøgt sagt ikki at síggja hvussu hetta skal kunna bera til uttan drastiskar skerjingar í veit­ ingum og tænastum til sam­ felags allar veikastu bólkar. Mugu ikki sleppa sosialpolitiska samhaldsfestinum Hesum ætlanunum á almannaøkinum mugu vit hyggja nærri eftir, tí skulu vit liva upp til føgru málini í okkara samgonguskjali og í løgmansrøðuni, so vilja vit í Javnaðarflokkin­ um halda fast um sosial­ politiska samhaldsfestið í øllum okkara vælferðar­ skipanum. Tað ivist eg ikki í at vit eisini kunna finna semju um í samgonguni, tí hetta eru ógviliga smáar broytingar í tí stóra høpin­ um sum allur Ólavsøku­ pakkin fevnir um. Eisini tí tað eru fleiri mátar til at gera hesar broytingarnar útreiðsluneutralar, so ætlaði útreiðslukarmurin ikki verður hækkaður. Víðskygdar ætlanir í Løgmansrøðu og Ólavsøkupakka - men sosialpolitiska kósin má rættast løgtingsmaður, Javnaðarflokkurin Hans Pauli strøm Nú kom so endiliga pakkin hjá samgonguni í ljósmála, sum vit hava bíðað eftir í so langa tíð. Fyri nøkrum mánaðum síðan varð pakk­ in enntá nevndur ein vakstr­ arpakki, men nú verður hann so nevndur ólavsøku­ pakkin, og tað er lætt at skilja, tí í ávísan mun er talan um tiltøk, sum fara at hava negativa ávirkan á vøkstur og menning í samfelagnum. Her hugsi eg fyrst og fremst um, at lagt verður eftir fyritíðarpensiónistum. Ófatuligt, at enn einaferð verður lagt eftir teimum veikastu herðunum í samfelagnum. Hesi fólk, sum av sjúku ella breki ikki hava fullan arbeiðsfør­ leika, skulu nú ikki hava møguleika at vinna sær nakrar eyka krónur á arbeiðsmarknaðinum, uttan at landskassin skal mót­ rokna í pensiónini beinan­ vegin. Hetta er bæði skammiligt og grátuligt fyri okkara landsstýri. Hesi fólk hava havt stóra gleði av at koma út á arbeiðsmarknaðin í parttíðarstørv. Harvið hava tey eisini kent seg væl við at gagna samfelagnum – samstundis sum tey hava vunnið sær nakrar eyka krónur til lívsins uppihald. Andstøðan hevur mótmælt hesum tiltøkum, og tíbetur hava eisini nøkur samgongufólk víst sína ónøgd við hesa ætlan. Síggi í Sosialinum, at Jóannes Eidesgaard, lands­ stýrismaður í fíggjarmál­ um, sigur, at nøkur av samgongufólkunum hava »sitið og lúripassað«, men nú mikrofonin er tendrað, fara fólk at gera vart við seg. Hesi orð havi eg ongan førleika at taka støðu til, men eitt er púra vist, at verður hendan ætlan ikki slept, so fremur løgtingið enn einaferð grov­ an ágang ímóti teimum veikastu í samfelagnum. Ólavsøkupakkin og fyritíðarpensiónin varaborgarstjóri í Nes kommunu súni í Hjøllum viðmerkingar