mikudagur 5. august 2009síða 14
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Fríggjakvøldið bjóðar Bee Gees-sangarin
Robin Gibb eitt heilt serligt kvøld við øllum
teimum kendu sangunum hjá Bee Gees . Við
meira enn 200 milliónum seldum fløgum telist
Bee Gees millum mest seljandi bólkarnar í
tónleikasøguni, og teirra sangskattur verður
mettur sum tann næststørsti í poppsøguni –
bert tikin av The Beatles.
Robin Gibb fer at syngja øll tey stóru hittini
hjá Bee Gees saman við sínum væl spælandi
og væl mannaða bólki. Lagt er upp til eina
gandakenda konsert við nøkrum av størstu
hittunum í poppsøgunum sungin av
manninum, sum hevur verið við til at skapt og
sungið tey upprunaliga.
- At vit hava fingið Robin Gibb at spæla á
Summar Festivalinum er ein tann størsta
hendingin í søguni hjá festivalinum. Hetta er
ein av høvuðs monnunum úr einum av
heimsins størstu tónleikabólkum nakrantíð og
eitt ordans scoop fyri Summar Festivalin og
føroyska tónleika summarið, sigur Steintór
Rasmussen, sum er ein av fyrireikarunum av
Summar Festivalinum.
Framvegis nummar 1
Robin Gibb er ein av trimum Gibb-beiggjum í
bólkinum Bee Gees. Robin Gibb hevur sungið
og skrivað sín part av Bee Gees-hittunum,
sum hava selt meira enn 200 milliónir plátur
kring heimin. Harafturat hava sangir hjá Bee
Gees, sungnir av øðrum sangarum, selt
milliónir av plátum.
Heili 60 sangir hjá teimum hava verið á
hittlistum kring heimin, og hittini hjá Bee Gees
eru eisini aktuell. Ein nýggj innspæling av
sanginum Islands In The Stream var fyrr í ár
nummar 1 í Bretlandi, og tað hevur við sær, at
Bee Gees hevur havt sangir ovast á bretska
hitlistanum í fimm ártíggjundum.
Bee Gees eru eisini millum fremstu bólkar í
heiminum, tá tað kemur til sølu av tónleiki.
Ein amerikanskur felagsskapur hevur gjørt
upp, at bert Elvis Presley, The Beatles, Michael
Jackson, Garth Brooks og Paul McCartney
hava selt meira fløgur enn Bee Gees.
Óvanliga populerir
Bee Gees góvu sína fyrstu plátu út í 1965.
Síðani kom ein røð av væl umtóktum
útgávum, og síðst í 70’unum vóru Bee Gees
so populerir, at teir eitt skifti høvdu 5 sangir
millum 10 teir ovastu sangirnar á amerikanska
single hitlistanum – eitt óhoyrt bragd.
Bee Gees gav sína seinastu fløgu út í 2001,
og tvey ár seinni gavst bólkurin at spæla, tá
Maurice Gibb doyði brádliga. Síðani hava
Robin og Barry Gibb tó verið virknir
tónleikarar, og teir hava hvør í sínum lagi
spælt konsertir við Bee Gees sangum.
Í ár verður 50 ára jubileumið hjá Bee Gees
hildið, og seinni í ár kemur serliga Bee Gees
savnsfløga út í sambandi við hetta jubileum.
Eisini verða fløgur givnar út, har teir fýra Gibb-
brøðurnir eru í fokus á hvør sínari útgávu.
Og tá ið Robin Gibb fer á pallin á Summar
Festivalinum fríggjakvøldið, verður tað mest
seljandi tónleikarin, sum nakrantíð hevur
sungið í Føroyum. Og tað verður kanska mest
legendar iska konsertin í Føroyum nakrantíð.
Robin Gibb er mest seljandi tónleikarin,
sum nakrantíð hevur spælt í Føroyum.
Saman við beiggjum sínum í Bee Gees
seldi hann meira enn 200 milliónir
fløgur
Størsti
poppari
í Føroyum
nakrantíð
Hann hevur selt meira enn 200 milliónir fløgur og telist
millum mætastu poppkomponistar í Bretlandi. Nú kemur
Robin Gibb til Føroya at syngja allar teir kendu sangirnar hjá
Bee Gees, sum í hesum døgum verða heiðraðir kring allan
heimin við serligum jubileum. Hetta verður kanska mest
legendariska konsert í Føroyum nakrantíð