mikudagur 5. august 2009síða 26
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Argandi tekstirnir eru eisini eitt
sereyðkenni hjá bólkinum, men
hóastyrkingarnar hjá bólkinum kunnu
verða bæði stingandi og argandi,
syngja og spæla teir við einum frískum
glimti í eyganum. Framførslurnar hjá
Páll Finnur Páll eru framúr góðar, og
teir duga sera væl at fáa fólkið við. Tað
hava teir víst til stór tiltøk kring landið.
Stóru hittini hjá bólkinum eru
sangirnir um Herbergið og Forelskaða
Sjónleikaran, men teir hava fleiri aðrar
frálíkar sangir, sum tey ungu kenna
væl.
Páll Finnur Páll fer í august mánaði
at spæla á Summar Festivalinum í
Klaksvík. Bólkurin hevur havt fleiri
minniligar konsertir á Summar
Festivalinum, og teir koma aftur á
festivalin í ár at seta sín eyðkenda
dám á tiltakið.
Tað kostar nógv
at fara á pallin
Anna Háberg hevur sungið á fleiri ymiskum gospelútgávum – eitt nú Bros og hjá
MC Restorff – men í fjør gav hon umsíðir út sína egnu fløgu.
- Hetta er mín fyrsta fløga, og hon er mær sera persónlig og kensluborin. Ogg
má eisini siga, at tað fyri fyrstu ferð kostar mær nógv at standaa palli
frammanfyri fólki og syngja hesar sangir, sum kensluliga lata meg so nógv úr,
sigur Anna Háberg.
- Men eg gleði meg eisini sera nógv og eg vóni at fólk taka tónleikin og
tekstirnar til sín har sum tey eru stødd í lívinum, sigur hon
Anna Háberg var í fjør eisini tilnevnd til virðisløn á Planet Awards, og tá var
sagt, at Anna hevði við útgávuni víst, at hon telist millum bestu songrøddir í
landinum.
- Anna Háberg megnar í ein nærum óhoyrdan mun í føroyskum høpi, at lata
kenslurnar leka út gjøgnum røddina. Hetta er so inniligt sum tað blívur, var sagt í
grundgevingini fyri hennara tilnevning.
Og nú tekur Anna Háberg enn eitt tónleikaligt stig - Hon verður við á størsta
festivalinum í landinum.
Tveir av best umtóktu DJ’unum í
Føroyum fara at undirhalda í Flags-
tjaldinum á Summar Festivalinum.
Summar Festivalurin kann bjóða
eina ørgrynnu av livandi tónleik á palli,
men møguleiki verður eisini at dansa
til tónar, sum tveir av fremstu DJ’unum
í Føroyum hava at bjóða.
Bæði leygarnáttina og sunnunáttina
verður DJ show í Flags-tjaldinum á
Summar Festivalinum, og tað verða DJ
Cool og DJ Tech, sum fara at standa
fyri tónleikinum.
DJ Cool hevur ferðast land og ríkið
runt sum plátuvendari. Hann hevur
hitað stórar áhoyrarafjøldir upp til
nøvn sum Nik & Jay, DJ Aligator, Sash,
SOAP, Rene Diff og Anna David. DJ
Cool var í nógv ár fastur DJ í Club 20,
og nú er hann fastur, fúsur á Eclipse
og Rex í Havn.
DJ Tech er nógv umbiðin til tiltøk
kring alt landið. Hann var í fleiri ár DJ í
Club 20 og telist nú millum teir, sum
standa fyri undirhaldinum á Rex og
Eclipse í Havn.
DJ Cool og DJ Tech hava royndir í at
fáa eina og hvørja áhoyrarafjøld at
kóka, og tað fara teir eisini at gera
mitt á nátt í Flags-tjaldinum á Summar
Festivalinum.
Flagsa mitt á nátt
ANNA HÁBERG
DJ COOL og DJ TECH
Festligi vísu-
sangarin
Sámal Ravnsfjall er landskendur fyri at syngja skemtiligar og
undirhaldandi vísur. Øll kenna sangin um Medistaran í karry, og á
Trappuni hjá Lenu hendi mangt og hvat. Sámal Ravnsfjall hevur
eisini spælt í Vágabólkum, og hann hevur eitt spennandi repetoire
at taka av, tá hann leygarkvøldið fer at undir halda í Flags-
tjaldinum. Tað var uttan iva ein av teimu minniligu løtunum á
hesum Summar Festivalinum.
SÁMAL RAVNSFJALL
Tað verður neyvan
festligari
PÁLL FINNUR PÁLL