mikudagur 5. august 2009síða 28
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Summar Festivalurin hevur fest í fjúsið,
og um vikuskiftið fer Dynamitt í luftina
á Vágsbøi. Vælumtókti poppbólkurin
við teimum stuttligu, fangandi og øru
sangunum er til reiðar til enn eitt tørn
á Summar Festivalinum.
Teir kunnu fáa eina áhoyrarafjøld at
flippa út, sum galt tað lívið. Teir kunnu
fáa blóðið í kók hjá teimum kritisku
ummælarunum. Og teir kunnu fáa øll
– næstan øll – at syngja við til
stuttligar, fjollutar og festligar sangir.
Líkamikið hvat fólk halda um
Dynamitt, so ber til at staðfesta, at tað
er ein bólkur uttan sín líka. Lívligu og
løttu poppsangirnir hava verið
tráspældir í útvarpi, og á konsertum og
í dansi hava fólk tikið væl ímóti
hálvøra bólkinum.
Áhoyrarafjøldina hava teir altíð havt
í síni hulu hond. Teir kunnu lyfta fólk
upp frá, rysta og ruska tey, so at tey
missa fótafestið og tíðarkensluna, og
so senda tey heim við einum stóru
smíli og einari góðari kenslu í
kroppinum.
Dynamitt hevur ongantíð reypað sær
av at verða tann tekniskt besti
bólkurin, men teir hava sum fáir bólkar
dugað at skriva og spælt landaplágur.
Sum dansibólkur frá 1984 og nógv ár
fram var Dynamitt í serflokki, og á
útgávum síðani 1987 hava teir eisini
setti síni týðuligu spor í føroyska
tónleikalandslagnum.
Og við framførslunum fyri túsundtals
fólkum á Summar Festivalinum hava
teir lagt nakað heilt serligt afturat
sínum avrikum. Fólk í stórum tali hava
dyrkað teir, og áheitanar á Summar
Festivalin um at fáa Dynamitt aftur á
skránna hava verið óteljandi.
Og tað ber ikki til at standa ímóti,
so Dynamitt spælir aftur á Summar
Festivalinum 2009.
Fantastiska Guðrun Hansdóttir, sum í summar hevur givið nýggja fløgu út, er til
reiðar til enn ein Summar Festival. Songkvinnan við teimum frálíku sangunum
hevur fleiri ferðir áður spælt á Føroya størsta festivali, og í august er hon til
reiðar við einari framførslu við nýggjum sangum og gomlu hittunum.
Guðrið Hansdóttir gav í juni út aðru fløgu sína – hon kallast The Sky Is
Opening. Fløgan er merkt av nakað glaðari og lættari sangum enn á fyrru
útgávuni hjá Guðrið, og móttøkan av fløguni hevur verið sera góð.
Og Summar Festivalurin fegnast um, at mest aktuella songkvinnan í Føroyum
fer at seta dám á ársins festival.
- Hví halda vit Summar Festival?
- Tí Hanus G. Johansen var føddur!
Soleiðis spurdi og svaraði frásøgumaðurin Sjúrður Skaale á Stóra Palli á
Summar Festivalinum eitt árið. Jú, Hanus G. Johansen hevur verið við á øllum
Summar Festivalunum higartil, og hann verður aftur at hoyra í 2009 - sætta árið
á rað.
Veruleikin er heilt einfalt tann, at Hanus G. Johansen hoyrir við til ein góðan
Summar Festival. Hansara framførslur á undanfarnu festivalum hava verið framúr
góðar, og vit gleða okkum til at hoyra eyðkenda vísusangaran spæla á Summar
Festivalinum í ár.
Útboðið av sangum hjá honum er stórt og væl kent, og fólk eru altíð klár at
syngja við til hansara framúr góðu tulkingar av yrkingum hjá kendum føroyskum
yrkjarum.
Tónin
blivin
ljósari
Eingin kann
standa ímóti
Tí halda vit
Summar
Festival
DYNAMITT
HANUS G. JOHANSEN
GUÐRIÐ HANSDÓTTIR