mikudagur 5. august 2009síða 28
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIÐvIkan
28
nr. 146 • 05. august 2009
Albert fór til skips 16 ára gamal
við Sámali í Hvannasundi við slupp
ini Grundick. Hann hevði ætlað
sær á skiparaskúla, men so hendi
tað eitt árið, at kokkurin legðist
sjúkur. Tá fór Albert at kokkast.
Um heystið bjóðaði Sámal
honum at fara á skeið hjá Palla
Bager at læra at baka, so hann
var betri førur fyri at kokkast,
og Sámal bjóðaði sær at gjalda
kostnaðin. Hesum tilboði tók
Albert av, og hann varð við
Sámali fimm ár afturat.
Síðan for Albert sum messu
drongur við Isafold hjá Skipa
felagnum við Conrad Skaale sum
kokki. Teir fóru í farmasigling,
og tá kom Albert fyrstu ferð
rættuliga uttanlands.
Aftaná fór Albert við Mortan á
Argjum, sum undir krígnum fórst
við Nýggjaberg, við einum av
teimum italiensku trolarunum,
sum veiddu í Barentshavinum,
og sum fyri ein stóran part vóru
mannaðir av føroyingum. Her var
hann í níggju mánaðir.
Fer niður á kokkaskúla
Eina ferð Albert lossar umborð á
Tjaldrinum kemur hann á tal við
hovmeistaran Effe Mohr, sum Egil
annars hitti í Danmark í 1917.
Effe bjóðaði Albert at útvega
honum lærupláss sum kokkur.
Hetta gjørdist á tí tá nýggja hotel
Astoria í Keypmannahavn.
Í 1938 giftist Albert við Valborg
úr Kaldbak.
Táið heimsbardagin brast á í
1939, var ringt at fáa nakað at
gera á landi í Føroyum. Tá fekk
Albert starv sum kokkur við DFDS
damparanum Gorm. Leiðin gekk
til USA, men fyrst skuldi leggjast
at í Kirkwall í Orknoyggjunum til
kanningar av farminum. Hetta tók
nógvar dagar.
Eisini skuldi leggjast at í Kirk
wall á veg heim aftur. Hetta tók
aftur sína tíð. Tá ið teir komu í
Kattegatt, rendu teir seg fastar í
ís og máttu bíða í seks samdøgur
eftir ísbrótara. Ferðin úr New
York til Keypmannahavnar tók
tílskil 32 samdøgur í staðin fyri
teir ætlaðu 12 dagarnar.
Teir fóru so til Antwerpen
í Belgia eftir maskinlutum til
Danmarkar. Lastin var full, og
9. apríl vóru teir klárir at sigla
til Danmarkar. Tá fingu teir boð
um, at teir sluppu ongan veg.
Danmark var nú hersett av týsk
arum, og landið var tí roknað fyri
at vera fíggindaland. Tað sama
var við skipinum og manningini.
Teir fingu tó loyvi til at fara í land.
Ein dag kom fólk frá belgiska
herskipaflotanum umborð og
strikaðu Dannebrog, og teir settu
belgiska flaggið í staðin. Nú vóru
teir undir belgiskum ræði. Teir
fóru so úr Antwerpen við ellivu
belgiskum sjóhermonnum at ansa
eftir teimum.
Komu í fangalegu
Kós varð nú sett móti Onglandi, men
á vegnum verða teir torpederaðir, og
skipið søkkur. Teir verða bjargaðir, og
teir enda aftur í Belgien.
Nú verða teir fluttir til eina
hermannalegu stutt frá franska
markinum. Hiðani vórðu teir
saman við 3.000 øðrum monnum
sendir víðari í góðsvognum til eina
legu sunnan fyri Paris. Aftur seinni
vóru teir sendir í gomlum lasafør
um til eina legu við Miðalhavið.
Her komu teir til eina gamla
flóttafólkalegu, sum var í sori. Men
teir funnu smíðiamboð, so teir
kundu byggja sær so fræga lon, at
teir ikki svóvu undir opnum himli.
Aftaná tríggjar mánaðír sluppu
teir haðani, og hetta høvdu verið
ringir dagar í Fraklandi. Teir flestu
vóru sjúkir og ússaligir av ringari
røkt. Hitin og flugan plágaði illa,
og nátthúsini vóru út av lagi
ótespulig. Tað var strangt vaktar
hald, og tann sum royndi at rýma
varð skotin.
Bert bastilludagin 14.juli skuldu
øll eftir franskari siðvenju hava tað
gott. Teir fingu góðan mat og so
nógv vín, at teir flestu duttu av.
Í barakkini hjá Albert vóru 57
mans. Fimm vóru prestar, so anda
liga var eingin neyð. Prestarnir
vóru eisini sera hjálpsamir, sum
tá Albert vildi skriva konuni bræv.
Rópti Heil Hitler fyri
at fáa tubakk
Men so gav Frakland seg yvir til
týskararnar, og nú vóru teir ikki
longur fíggindar men sameindir.
Nú skipaðu týskarar fyri, at teir
skuldu leyslatast og sleppa heim
til Danmarkar. Fyrst fóru teir til
Geneve í Schweits. Her hitti
Albert tilvildarliga føroyingarnar
Frimodt Rasmussen úr Klaksvík
og Óla Rasmussen úr Fugloy. Teir
vóru allir farnir avstað við hvør
sínum skipi, og nú hittust teir í
Geneve við ongum skipi.
Ferðin gekk nú til Berlin, har
teir máttu steðga í tvey samdøg
ur. Her fekk Albert tubakksneyð.
Táið hann fór inn í ein handil at
biðja um tubakk, varð honum
ikki ønt aftur. Tá ansaði hann
eftir, at tá fólk kom í handilin at
keypa, klamsaðu tey hælarnar
saman og róptu “Heil Hitler.” At
enda stóð so nógv á Albert, at
hann gjørdi tað sama. Fór inn í
ein handil, rópti Heil Hitler og
bað um tubbak. Tá bar til! Albert
leggur tó dent á, at Hitlers maður
gjørdist hann ongantíð.
Aftur til Danmarkar
og síðan til Føroya
Aftaná tveir dagar komu teir so till
Keypmannahavnar við toki. Kona
Albert var tá stødd í Esbjerg, har
beiggi hennara búði. Hon hevði
fingið at vita, at Albert var burtur
gingin. Men Albert var eisini tá
likamliga niður undirkomin. Hann
vigaði ikki meira enn 96 pund.
Til Føroyar slapst so ikki,
meðan kríggið var. Men ein dagin
fær Albert bræv frá Poul Niclas
sen landstingsmanni, at hann
kundi fáa starv við eini fergu, og
fór hann við har sum kokkur, til
kríggið var av. Hann fór tá at sigla
við DFDS, men fekk so arbeiði á
landi hjá Svanemølleelverkinum.
Í 1947 fluttu tey heimaftur.
Verforeldrini í Kaldbak vóru farin
at eldast, so tey fluttu hagar.
Tey fyrstu árini sigldi Albert
við fiskiskipum. Hann var eisini í
Føroyingahavnini, men fekk skaða
í hondina og noyddist heim. Nú
fekk Albert arbeiði í Mjørkadali
við vegaarbeiðinum, sum tá
var. Í trý ár frá 1959 var hann
her sum arbeiðsmaður, men tá
ið farast skuldi undir at byggja
radarstøðina í 1962, vóru boð
eftir Alberti at vera kokkur. Hann
tók av og arbeiddi har í nítjan ár,
tá ið hann legði frá sær fyri aldur.
Tað var sum áður greitt frá
Albert, sum arvaði dagbókina hjá
Egil Djurhuus, sum er grundar
lagið fyri hesi greinarøð. Albert
doyði í 1994.
Albert: Gudsonur Egils
Egil náddi ikki so nógv í sínum stutta lívi. Men hann
gjørdist so gubbi, og hetta gav honum nógva gleði.
Vit hava eina frásøgn um gudsonin, Albert hjá Søren
á Krákusteini. Hon er grundað á grein í bókarøðini hjá
Niels Juel Arge: Teir sigldu úti
Albert flutti heim aftur í 1947. Hann gjørdist kokkur í Mjørkadali
Albert Sørensen sum
ungur maður undan
krígnum
Albert var
gudsonur Egil
Komandi partur
Í komandi parti koma vit til
1918, sum er seinasta ár, Egil er
á lívi. Nú verður hann umvendur
og hevur vitnisburð í blaðnum
Naade og Sandhed