Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-05, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. august 2009síða 27

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Kjallarabólkur í festivalformi Framfýsni bólkurin Grandma’s Basement, sum spælir popprock við humori, verður við á Summar Festivalinum í ár. Grandma’s Basement er tónleikabólkur úr Klaksvík, sum bæði hevur spælt sangir inn og havt væleydnaðar framførslur á palli. Grandma’s hevur nøkur fá ár á baki, men teir hava langt síðani gjørt vart við seg við sangum sum Bangna Beistið, Minnini, Dansurin og Getze. Sangirnir hjá bólkinum eru argandi, erligir og stuttligir. Teir syngja um nakað av tí, sum teir uppliva í gerandisdegnum, og tað verður gjørt við einum skálkabrosi. Grandma’s Basement spældi á Summar Festivalinum í fjør, og tann framførslan lukkaðist so væl, at fyrireikararnir hava sent boð eftir bólkinum at spæla aftur í ár. Ein leygardag seinnapart fyri fimm árum síðani fóru teir ungu tónleikararnir á pallin á Vágsbøi og spældu fyrstu uttandura konsertina har. Nú verður Credo aftur at hoyra á Summar Festivalinum, og nógv er hent síðani góðveðursdagin í 2004. Credo telist í dag millum bestu føroysku gospelrockbólkarnar. Teir spæla framrættaðan rocktónleik og leggja dent á at hava góð løg og viðkomandi tekstir. Fýra tónleikarar manna Credo, og teir hava allir verið við í bólkinum, síðani fyrstu fetini vóru tikin í 2003, tá ið bólkurin var við til Gospelprixið. Síðani hevur Credo spælt til nógv ymisk tiltøk, og teir hava eitt nú havt frálíkar framførslur á Fjarðafestivalinum. Nú verða teir so aftur at hoyra á festivalinum, har teirra stóru framførslur byrjaðu fyri fimm árum síðani. Manningin í Credo er: Hans Andrias Olsen, Alvin Ellebye Andersen, Leivur Vitalis og Rógvi Sivertsen. Tað er nógv vatn runnið í ánni, síðani Høgni Lisberg bukaði trummur í rockbólkinum Clickhaze. Síðani hann slepti trummustikkarunum hevur hann ment seg til ein tann besta og best umtókta føroyska tónleikaran. Hann skrivar og spælir egnan tónleik, sum hittar bæði í Føroyum og í útlandinum, og seinasta útgávan hjá honum er eitt framúr verk við góðum og fangandi rocktónleiki. Høgni Lisberg er ikki bara góður í studio og á fløgu, hann er eisini framúrskarandi á palli, og ein av bestu framførslunum nakrantíð á Summar Festivalinum var, tá ið Høgni Lisberg spældi í tjaldinum fyri tveimum árum síðani. Høgni Lisberg hevur fyri kortum spælt á stórum festivali í Italia, men nú leitar hann sær á Summar Festivalin og til enn eina minniliga konsert. Rockbólkurin Marius er í stórformi, nú bólkurin er komin á skránna til Summar Festivalin. Við smittandi gleði, góðum sangum og øðrvísi ljóðførum fer Marius at seta sín dám á Føroya størsta festival. - Marius er avgjørt ein tann mest sermerkti bólkurin á føroyska pallinum. Við stuttligum og lívligum tónleiki, visti Marius seg at vera eitt satt yvirraskilsi. Soleiðis skrivaði ummælari hjá Planet.fo eftir framførsluna hjá Marius á Asfalt herfyri. Hans Marius Ziska er høvuðsmaður í bólkinum, sum fyri nøkrum árum síðani vann føroysku kappingina í Global Battle of the Bands. Áður hevur Hans Marius eisini verið sangari í bólkinum Flux, sum var eitt frískt lot í føroyskum tónleiki um aldarskiftið. Marius spælir livandi og lívandi rocktónleik, og bólkurin torir eisini at nýta øðrvísi ljóðføri í tónleikinum hjá sær – eitt nú harmoniku, ukulele og trækassatrummu. Og við manningini +í bólkinum í huga, so er vissa fingin fyri kreativiteti bygdan á gott handverk Bólkurin Marius er umframt høvuðsmannin sjálvan mannaður við góðum tónleikarum: Brandur Jacobsen, Heðin Ziska, Bjarki Meitel, Óli Olsen og Svein Gaard Olsen. Humor, handverk og harmonika Grýtan spruttkókar Aftur á slóðina MARIUS HØGNI LISBERG GRANDMA'S BASEMENT CREDO