Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-11-09, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. november 2001síða 13

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 217 - 9. november 2001 Nr. 217 - 9. november 2001 25 Køge hevur sagt nei til at leggja saman við Herfølge FÓTBÓLTUR Eyðun Klakstein Fyrrverandi felagið hjá Jákupi Mikkelsen hevur fingið eitt nei takk frá grannafelagnum Køge. Ætlanin var, at Herfølge og Køge skuldu leggja saman í eitt felag, og á tann hátt betur kunna taka kapp- ingina upp við stóru feløg- ini á høvuðsstaðarleiðini, men Køge er ikki áhugað í hesum. Mikumorgunin boðaði leiðslan í Køge frá, at fel- agið ætlar sær ikki at leggja saman við Herfølge. Tí má Herfølge, sum hevur havt tað trupult fíggjarliga, síð- ani felagið flutti úr bestu deildini, sjálvt syrgja fyri, at tað hongur saman bæði ítróttarliga og fíggjarliga. Venjarin hjá Herfølge er vónbrotin av, at Køge ikki vil leggja saman. – Vit høvdu ein góðan møguleika at skapa eitt stórfelag, men nú verður tað av ongum. Skulu vit hava eitt stórfelag, sum kann taka dystin upp við Brøndby og FCK, á leiðini áðrenn Odense, so skal tað vera her, sigur John Faxe Jensen. Faxe má nú halda fram við arbeiðnum at fáa Her- følge aftur í bestu deildina. Í eini roynd at fáa fleiri at spæla dart, er kappingin í einmansleiki nú býtt upp í tveir styrkisbólkar DART Tíðindaskriv Dartsambandið skipaði um vikuskiftið fyri næstu ein- staklingakappingini hetta kappingarárið. Sum ein roynd at fáa fleiri at spæla dart, er kappingin í ein- mansleiki nú býtt í tveir bólkar. Ein A-bólk, sum er ætl- aður teimum royndu spæl- arunum, ið venja miðvíst og leggja doyðin á góð úrslit, og ein B-bólk, ið er ætlaður nýggjum spælarum og teimum, ið líka so gjarna spæla fyri at hava tað stuttligt sum fyri at vinna. Men royndir spælarar kunnu eisini enda í B-bólk- inum, tí A-bólkurin er av- markaður til 16 spælarar. A-bólkurin var hesaferð fullmannaður, meðan 10 leiktu í B-bólkinum. B bólkurin Jan Erik Fjallstein og Kjell Johansen leiktu seg fram til finaluna í B-bólkinum. Jan Erik hevði í hálvfinaluni vunnið ein tryggan 5-0 sig- ur á Gunnari Mouritsen, meðan Kjell hevði vunnið 5-1 á Jóhan Hansen. Flestu settini í finaluni vóru undir 20 pílar og tað sást týðuliga, at hetta vóru menn, sum saktans kundu gjørt um seg í A-bólkinum, har einans 16 luttakarar sleppa framat. Jan Erik Fjallstein vann finaluna 6-4 og hevur tryggja sær lut- tøku í A-bólkinum til kom- andi kapping. Favorittar snávaðu Í A-bólkinum fullu fleiri av favorittunum tíðliga. Hen- rik Pedersen megnaði ikki at spæla seg til annað um- far, Alvin Egholm snávaði í øðrum umfari, og Petur Grønagarð, sum vann fyrstu kappingina í ár, tapti í fjórðingsfinaluni móti Oddfinni Hansen. Oddfinn leikti í hálvfin- aluni móti Poul Poulsen. Poul fann veruliga stór- spælið fram og vann 5-1 við dagsins hægsta miðtali. Í hinari hálv-finaluni leiktu Flemming Hansen og Remy G. Hansen. Hvørgin teirra leikti serliga væl, men Remy vann sannfør- andi 5-1. Vóru hálvfinalurnar ójavnar, so var finalan hin- vegin sera jøvn. Hvørki Poul ella Remy byrjaði ser- liga væl. Tá støðan var 4-2 til Poul, høvdu teir fingið nervarnar upp á pláss, og báðir fóru brádliga at spæla rættuliga væl. Løtu seinni var støðan 5-5, og vinnarin skuldi sostatt finnast í 11. og avgerandi settinum. Poul dróg longra stráðið og kundi fara til húsa við stóra ferðasteypinum og 14 stig- um til styrkilistan. Eyðun Samuelsen átti dagsins hægsta útgang (118), með- an Remy G. Hansen brúkti fæst pílar (13). Tvímansleikurin Í tvímansleiki luttóku 14 pør. Flestu spælararnir høvdu ein ringan dag í bólkaspælinum, og bert Flemming Hansen og Jens Petur Poulsen vístu gott spæl allan vegin. Teir hittu í hálvfinaluni Remy G. Hansen og Páll Dam. Remy hevði havt 4 útgangir omanfyri 100, men annars hevði spælið verið sving- andi. Remy og Páll megn- aðu tó avgjørt at gera um seg í hálvfinaluni, sum gjørdist sera spennandi og endaði við 5-4 sigri til Flemming og Jens Petur. Eisini í hinari hálvfinal- uni máttu øll 9 settini spæl- ast fyri at finna ein vinnara. Teir sigursvandu Henrik Pedersen og Poul Poulsen leiktu móti Jackie Joensen og Bjarna í Stórustovu. Henrik og Poul høvdu havt eina heldur trilvandi byrjan uppá dagin, men teir megn- aðu allíkavæl at koma í fin- aluna við at vinna 5-4 á Jackie og Bjarna. Lagt varð sostatt upp til eina spennandi finalu. Og spennandi gjørdist hon eis- ini. Finalurnar verða leiktar best av 11 settum, og ikki fyrr enn í 11. settinum fall avgerðin. Henrik og Poul vuksu – sum so ofta áður – við uppgávuni og vunnu finaluna 6-5. Henrik og Poul høvdu eisini dagsins besta sett (13 pílar), meðan Remy G. Hansen og Páll Dam høvdu hægsta útgang uppá 125 (reyðan bull - grønan bull - reyðan bull). Tað næsta á skránni í dart er liðkappingin, sum byrjar 17. november. Styrkilistin, skráin og úrslit annars eru at síggja á tekstvarpsíðu 230. Dartkappingin nú í tveimum bólkum Herfølge fær onga hjálp úr Køge Teir fremstu í einmansleiki. Aftan frá vinstru: Jan Erik Fjallstein, Poul Poulsen, Oddfinn Hansen og Flemming Hansen. Framman frá vinstru: Eyðun Samuelsen og Jóhan Hansen Teir fremstu í tvímansleiki. Aftan frá vinstru: Jackie Joensen, Bjarni í Stórustovu, Flemming Hansen og Jens Petur Poulsen. Framman frá vinstru: Poul Poulsen og Henrik Pedersen Kunngerð um fólkatingsval í Fuglafjarðar kommunu Til veljarar til fólkatingsvalið 20. november 2001 í Fuglafjarðar kommunu. Vísandi til kap. 6, § 24, stk. 2 í »Lov om folketings- valg på Færøerne nr.458 af 30.juni 1993«, so skal hervið verða kunngjørt, at atkvøðugreiðslan fer fram í býráðssalinum týsdagin tann 20. november 2001 fyri bygdirnar Fuglafjørður og Kambsdalur og í sethúsunum hjá Annu Jensen fyri Hellurnar. Atkvøtt verður millum kl.09.00 og 20.00 og held- ur fram, so leingi veljarar møta uttan støðg. Veljarar, ið sambært vallógini hava rætt til at nýta brævatkvøðu, kunnu atkvøða á býráðsskrivstov- uni í vanligari avgreiðslutíð mánadag til fríggja- dag millum kl. 10.00 og 15.00 til og við mána- dagin tann 19. november 2001. Tey, sum vegna sjúku ikki kunnu koma á valstøð- ini, kunnu velja heima við at venda sær til bý- ráðsskrivstovuna telefon 444006 í seinasta lagi mánadagin tann 19. november 2001 kl. 15.00. Valkort verða send veljarunum í kommununi, sí seinni kunngerð um hesi viðurskifti, og skal velj- ari hava valkortið við sær til valborðið. Fuglafjørður,tann 07.november 2001 Fuglafjarðar býráð Suðurstreymoyar Javnaðarfelag Limafundur verður í hølunum á Áarvegnum mánakvøldið 12. november kl. 20.00. Á skránni verður fólkatingsvalið. Valevni verða við. Nevndin Skattalistin og Ársroknskapurin hjá Runavíkar Kommunu fyri 2000 liggja frammi til alment innlit í tíðarskeiðnum frá 12. til 23. november 2001, báðar dagar íroknaðir. Runavíkar býráð Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi smápartafelag: Skrásetingar-nr. Sp/f 3258 Navn: Sp/f Petur Nolsøe Adressa: Ternuryggur 1, 100 Tórshavn Kommuna: Tórshavnar Kommuna Stovningardato: 06.11.2001 Viðtøkudato: 06.11.2001 Kapitalur: Kr. 80.000,00 Inngjaldingarháttur: : Kr. 80.000,00 í øðrum virðum til kurs 100. Stovnari: Petur Nolsø, Ternuryggur, 100 Tórshavn. Stjórn: Petur Nolsø, Ternuryggur, 100 Tórshavn. Tekningarreglur: Felagið verður bundið av stjóranum. Grannskoðari: : P/F Rasmussen & Weihe, á Glaðsheyggi, 100 Tórshavn. Roknskaparár: 01.02. - 31.01 Fyrsta roknskaparár: 01.01.2001 - 31.01.2002 Endamál: Endamál felagsins er at reka allan handil og ídnað, herundir eiga partabrøv í øðrum feløgum og allan handil í hesum sambandi. Skráseting Føroya tann 7. november 2001 Kristin Balle _____________________ Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. Sp/f 1743, Sp/f Pagos, 900 Vágur. Viðtøkur broyttar: 08.08.2001. Nýtt navn: Sp/f TG-EL Nýggj adressa: Reynsgøta 51, 160 Argir. Nýggj heimstaðarkommuna: Tórshavnar Kommuna Endamál: Endamál felagsins er at reka handverks virksemi og handil í hesum sambandi & Ergoterapeutiska viðgerð og ráðgeving. Skráseting Føroya tann 7. november 2001 Kristin Balle _____________________ Eykaaðalfundur í P/F Kall Við hesum verður innkallað til eykaaðalfund í P/F Kall (PF nr. 2868) at verða leygardagin tann 24. november 2001, kl. 15.00 í hølum felagsins Óðinshædd 2, 100 Tórshavn við hesi dagsskrá: 1. Val av fundarstjóra 2. Støðutakan til fusión millum P/F Kall og P/F Tele F við P/F Kall sum framhald- andi felag, hetta í samsvar við fusiónstilfar uppsett í samsvari við krøv í parta- felagslógini, herundir fusiónsætlan undirskrivað millum nevndirnar í feløgun- um tann 4. oktober 2001 og almannakunngjørd av Skráseting Føroya tann 18. oktober 2001 og fusiónsfrágreiðingar frá feløgunum frá 4. oktober 2001 og í hesum sambandi broyting av viðtøkum í P/F Kall, soleiðis at navnið »Tele F« verður upptikið sum hjánavn hjá P/F Kall og soleiðis at partapeningurin í P/F Kall verður hækkaður við DKK 492.600 sum verður tillutaður partaeigarunum í uppathaldandi felagnum P/F Tele F sum viðurlag fyri partabrøv teirra í P/F Tele F við fusiónini. 3. Hækking av partapeningi felagsins við millum DKK 858.600 og DKK 1.000.000 við kontantari nýtekning til kurs 1031.Partabrøvini fáa somu rættindi í felagn- um sum verandi partabrøv.Verandi partaeigarar hava fortekningsrætt. 4. Viðtøkubroyting, hareftir hendan áseting verður innsett sum nýggj § 2 B í viðtøkum felagsins: »Bestyrelsen har i perioden frem til 31. desember 2005 hjemmel til, ad en eller flere omgange,at forhøje selskabets aktiekapital med op til i alt kr.10 mio.ved nytegning av aktier, der skal lyde på navn og er ikke-negotiable. Aktierne skal være frit omsættelige og aktionærerne er ikke forpligtede til at lade sine aktier indløse. Forhøjelsen af aktiekapitalen kan helt eller delvis indbetales i andre værdier end kontanter, herunder således, at selskabet i forbindelse med kapi- talforhøjelsen uden vederlag i aktier overtager sådanne værdier«. 5. Val av nevnd. 6. Ymiskt. Hvat viðvíkur uppskotinum um hækking av partapeningi felagsins við nýtekning, pkt. 3 í fundarskránni, so hava verandi partaeigarar fortekningsrætt. Sambært § 34, stk. 3 í partafelagslógini, kann tekning av nýggjum partabrøvum fara fram í aðalfundarprotokollini, um allir partaeigarar og teir, ið eftir aðalfundarviðtøkuni annars hava heimild til at tekna hækkaða partapeningin,eru tilstaðar á aðalfund- inum og at øll partabrøvini verða teknað á henda hátt.Ætlandi verður hesin fram- faraháttur nýttur um møguligt. Annars skulu partaeigarar, ið ynskja at nýta fortekningsrætt sín, venda sær til fel- agið á bústaðnum Óðinshædd 2, 100 Tórshavn, í tíðarskeiði á 14 dagar at rokna frá felagið aftaná aðalfundin hevur sent skrivliga fráboðan til partaeigararnar um hetta, har tekningslistar við tilhoyrandi dokumentaitónstilfari liggur frammi og har verandi partaeigarar soleiðis kunnu nýta fortekningsrætt sín. Tórshavn, tann 8. november 2001 Nevndin i Sosialurin Vágs Javnaðarfelag Ársaðalfundurin verður leygardagin10. nov. kl. 18.00 í Matmøðrafelagshúsunum. –––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– Vágs Javnaðarfelag www.sosialurin.fo C M Y K 25 24