Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-06, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. august 2009síða 9

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 147 - 6. august 2009 Umleið 70 fólk eru komin til Føroya í sam­ bandi við tann árliga fundin hjá tingbólki­ num hjá danska Vinstra­flokkinum Politikkur Árni Joensen arni@sosialurin.fo Fundurin er samstundis tann fyrsti hjá nýggja floksformanninum og forsætisráðharranum, Lars Løkke Rasmussen. Sjálvur kom hann til Føroya við familjuni fyri einari góðari viku síðani fyri at fáa ólavsøkuna við. Eitt nú vóru tey til sangløtuna á Vaglinum ólavsøkukvøld. Sum kunnugt hevur forsætisráðharrin føroyska konu, Sólrun Jákupsdóttur, sum hevur ættarbond frá Gjógv, og í gjár gjørdu tey eitt rend til Gjáar. Hóast steðgurin var stuttur, nýttu forsætisráðharrin og familj­ an høvi til at spáka eina løtu ígjøgnum bygdina og at hyggja oman í Gjónna og oman í fjøruna. Á Gjónni fingu tey millum eina frá­ greiðing um, hvussu ógvus­ ligt brimið kann vera, tá landnyrðingurin er ringast­ ur, og tað var týðiligt, at forsætisráðharrin lurtaði við áhuga. Lars Løkke Rasmussen hevur fleiri ferðir verið við Gjógv, og hann hevur eisini roynt seg sum fjallmaður hjá gjáarmonnum. Hann sigur við Sosialin, at hesa­ ferð bleiv hann tíverri ov seinur til fjallið, men sum skilst ætlar hann sær aftur á fjøllini, tá høvið býðst. Stutt fyri middag í dag, fóru Vinstrafólk og lokalir sambandsmenn úr Havn. Leiðing gekk niðan á Slættaratind, fyri síðani at rógva við báti hjá Havnar róðrarfelag. – Eg ivist, um øll koma niðan, sigur Niels Nattestad, fyriskipari VinstraVitjan Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Tað er ikki hvønn dag, at Vinstri í Danmark heldur floksfund í Føroyum, men tað verður veruleiki í morg­ in, tá stóri fundurin verður. Men áðrenn nakar fundur verður á skránni, fer ein partur av fólkunum niðan á Slættaratind. ­ Vit verða eini 36, sum fara niðan á Slættaratind, men eg eri vísur í, at ikki øll vita, hvat tað gongur út uppá, so eg rokni ikki við, at øll koma niðan, sigur Niels Nattestad, sum skipar fyri túrinum. Hann greiðir víðari frá, at aftaná verður farið í neystið hjá Havnar róðrarfelag, har tey fara at royna onkran av bátunum hjá felagnum. Orsøkin til, at vinstri er í Føroyum, er tí, at tey skulu halda summarfund her. Ein fundur verður í kvøld, og restin verður so á skránni allan dagin í morgin. Samband ímóti Vinstra Í morgin verður stórdystur á Tórsvølli, har Kaj Leo Johannesen, skal royna at halda málið reint ímóti Helge Sander og hinum vinstrafólkunum. Lars Løkke Rasmussen er ikki úttikin Dystur Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Jógvan Arge sigur frá. Torbjørn Jacobsen, fyrrverandi fólkatings­ limur, hevur floytuna, um hann hevur tørv á henni, og við fløggunum standa Edmund Joensen og Óli Breckmann, fólkatingslimir. Soleiðis sær út, tá Vinstri og Sambands­ flokkurin tørna saman á Tórsvølli klokkan 17 í morgin. Ikki ber til at siga, hvør er favorittur til dystin. Leggja sam­ bandsmenn seg fyri dønum, ella vil Vinstri vísa góðan sið. Eitt er í hvussu so er heilt víst. Sambands­ flokkurin hevur liðið við leikarum, ið hava leikt fleiri landsdystir. Helst verður ferðin á dystinum ikki so stór, men nøkur tung skot verða helst at síggja. Vinstra-menn vitjaðu við Gjógv Vinstri á Slættaratind Lars Løkke Rasmussen var ikki tann einasti Vinstra-toppurin, sum var við Gjógv í gjár. Her er formaðurin í tingvólkiu floksins, Hans Christian Schmidt, saman við Nile Nattestad, skrivara í Sambandsflokkinum, og Edmundi Joensen, fólkatingsmanni Skattavaldið kanna Kaupting Nú viðskiftabókin hjá Kaupting Banka er almannakunngjørd, fer íslendska skattavaldið at kanna ymisk viðurskifti av nýggjum. Skúli Eggert Þórðarson, ríkisskattstjóri, sigur við fjølmiðlarnar, at skatta­ valdið hevur neyvan fingið allar upplýsingar fyrr, og at tað tí er neyðugt at kanna ymiskt, sum nú er komið undan kavi. Íslendsku fjølmiðlarnir hava millum annað víst á, at eftir viðskiftabókini hevði Kaupting Banki fleiri viðskiftafeløg í Luksenburg, sum er kent fyri at halda bankaupplýsingum aftur. Sambært skattstjóranum hava íslendingar tilknýti til umleið 400 feløg í Luksenburg. Bankaleiðsla í rættin Nú tykist greitt, at leiðslan í danska Roskilde Bank verður drigin í rættin at standa til svars fyri, at bankin fór á húsagang. Tað er greitt, at Niels Valentin Hansen, sum var stjóri í bankanum frá 1978 til 2007, hevði høvuðsábyrgdina av falli bankans, og tað er eisini greitt, at endurgjaldskrav verður reist ímóti honum. Hann kann eisini vænta at verða ákærdur fyri mandatsvik, sigur DR. Eftir fallið fekk Roskilde Bank nýggja nevnd. Hon setti alt fyri eitt serfrøðingar at kanna øll bankans viðurskifti, og teirra frágreiðing er nú grundarlagið undir rættarmálinum ímóti teirri gomlu leiðsluni. Í dag fer Vinstri á Slættaratind. Her eru Egga Jensen, Petur Weihe, Karen Ellemann og Kresten Kloch