hósdagur 6. august 2009síða 10
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 147 - 6. august 2009
Norðmenn selja nógvan fisk
Í juli útflutti Noreg fisk og fiskavørur fyri 3,3 milliardir norskar
krónur, og tað var heili 28 prosent meiri enn í juli í fjør, skrivar
NTB. Sagt verður, at góður laksaprísur og tann veika norska
krónan eru meginorsøkin til tey stóru tølini. Teir fyrstu sjey
mánaðirnar í ár hava norðmenn útflutt fiskavørur fyri tilsamans
23,8 milliardir norskar krónur, sum er 3,7 milliardir meiri enn í
sama tíðarskeiði í 2008. Sambært norskum fjølmiðlum hevur
útflutningsvirðið á fiskavørum ongantíð verið so stórt fyri.
Sarkozy hóttanarbræv
Løgreglan í Fraklandi legði í gjár hald á eitt hóttanarbræv, sum
var sent landsins forseta, Nicolas Sarkozy. Umframt sjálvt
brævið var eitt patrónhylki í brævbjálvanum. Forsetin fekk tó
ongantíð brævið, tí tað bleiv avdúkað á einari postskiljistøð í
býnum Montpellier har suðuri í landinum. Sambært løgregluni
stóð í brævinum, at forsetin fer at verða fyri einari vanlukku
um stutta tíð. Hetta er ikki fyrstu ferð, at leiðandi franskir
politikarar fáa hóttanarbrøv, og í fjør varð ein maður tikin fyri
at hava sent fleiri ráðharrum hóttanarbrøv.
Um eitt ár ella
so verður eingin
M.J.Saltsøla á vestaru
bryggju í Havn, men
á Toftum í staðin.
Um stutta tíð verður
farið undir at byggja
nýggjan bygning
til M.J. Saltsølu á
ídnaðarøkinum Inni
á Rætt á Toftum,
har alt virksemið
hjá felagnum síðan
verður savnað
VinnulíV
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
P/F M.J. Saltsølan skal flyta
úr Havn og inn á Toftir.
Bygningurin, sum skal
byggjast á Toftum til salt
goymslu
og
skrivstovu,
verður einar 13001600
fermetrar stórur.
Nýggja goymslan verður
í rúmmáti nakað minni enn
silo’in, sum M.J.Saltsøla
hevur á vestaru bryggju,
men samlaða gólvvíddin á
Toftum verður nógv størri.
Tað er Tórshavnar havn,
sum eigur goymsluna á vest
aru bryggju, ið saltsølan
leigar. Saltgoymslan, sum er
ein stór silo, er bygd í 1998.
Um eitt ár
Ímyndin av M.J.Saltsøluni
gjøgnum nógvu tey seinastu
árini hevur verið Mortan
Johannesen, Mortan hjá
Hans Paula í Hvannasundi.
Mortan er ikki líka virkin
í fyritøkuni longur, og nú er
tað sonurin, Magni Johanne
sen, sum er stjóri í felagnum.
Mortan er tó framvegis
nevndarformaður í P/F M.J.
Saltsølan.
Magni Johannesen sigur,
at gongst sum ætlað, verður
farið
undir
bygging
á
Toftum um stutta tíð, og
ætlanin er, at nýggi bygn
ingurin skal standa klárur
at taka í nýtslu um eitt ár
ella so.
Tað er Nes kommuna,
sum eigur og hevur planerað
ídnaðarøkið Inni á Rætt,
har goymslan skal byggjast,
men tað verður M.J.Saltsøla,
sum kemur at eiga og reka
bygningin og virksemið, ið
har verður.
Ein saltgoymsla og søla
krevur ikki nógv arbeiðs
fólk, og í starvi hjá fyritøk
uni eru stjóri og goymslu
maður.
Hinvegin
skapar
slíkt
virksemi
ringvirkningar,
sum eitt nú er koyring.
Vit bjóða eisini koyring
við salti um eitt felag, sum
vit hava avtalu við, men
hava viðskiftafólk sína egnu
loysn, er tað eisini í lagi,
sigur Magni Johannesen.
Gott samstarv
Stjórin í M.J. Saltsøluni letur
væl at samstarvinum, sum
hevur verið millum fyri
tøkuna og Nes kommunu.
Jú, vit eru sera væl nøgd
ir við vælvildina hjá komm
ununi, nú vit hava arbeitt
við hesi verkætlan, sigur
hann.
Á ídnaðarøkinum, har
saltgoymslan verður bygd,
er eingin bryggjukantur í
løtuni.
Sjálvandi er tað ein
fyrimunur, um bryggju
kantur kemur, og vit vænta
eisini, at hesin fer at koma,
sigur Magni.
Spurdur, hvørji fyrimunir
nir eru við at flyta goymsl
una inn á Toftir, sigur stjór
in, at felagið sum veitari
verður nærri teimum stóru
viðskiftafeløgunum,
ið
virksemið hevur.
Millum stóru viðskifta
feløgini hjá okkum eru eitt
nú saltfiskavirkini Faroe
Seafood á Toftum, Vaðhorn
á Strondum og Fiskavirkið í
Gøtu, sum øll liggja í
økinum.
Hann vísir á, at onnur
feløg, ið M.J.Saltsøla eisini
er veitari hjá, eru eitt nú
Delta Seafood á Tvøroyri.
Haraftrat eru onnur feløg,
ið keypa salt.
Vit selja eini 14.000
16.000 tons av salti um
árið, og soleiðis eru vit
størsti veitari í Føroyum,
leggur Magni aftrat.
Saltið, sum M.J. Saltsøla
selir í Føroyum, kemur eins
og áður av Miðjarðarhavs
oynni, Ibiza.
Føroysk Saltsøla
Fara vit aftur í tíðina, var
tað Hans Pauli Johannesen,
sáli, sum í 1956 stovnaði
Føroysk Saltsøla, sum í
1994/1994 broytti navn til
M.J. Saltsøla.
Magni Johannesen, sum
soleiðis er abbasonur Hans
Paula, hevur í løtuni ikki
hug at siga, hvussu stór
íløgan hjá M.J. Saltsølu á
Toftum verður.
Saltgoymsla á Toftum
M.J. Saltsøla fer at byggja eina stóra saltgoymslu niðanfyri bygningin hjá
Sea Star á nýggja ídnaðarøkinum Inni á Rætt á Toftum
Mynd: Vilmund Jacobsen