Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-06, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. august 2009síða 11

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 147 - 6. august 2009 H1N1 í Argentina Influensa A ella H1N1 hevur rakt Argentina sera meint tær seinastu vikurnar. Argentinsku heilsumyndugleik­ arnir kunngjørdu í gjár, at tær báðar seinastu vikurnar eru nógv fólk deyð av sjúkuni, og at talið á deyðum nún er komið upp í 337. Tað er tvær ferðir so mong sum fyri góðum fjúrtan døgum síðani, skrivar AP. Argentina er tað landið í Suðuramerika, sum er meinast rakt av Influensa A, og heilsumyndugleikarnir í Buenos Aires siga, at sjúkan hevur breitt seg út um at kalla alt landið. Dýr last Tann 18. januar í ár sakk trolarin Polar Mist í illveðri eystur úr Magellansundinum á veg til Punta Arenas í Kili. Manningin, sum taldi átta, sendi neyðarkall, og tað eydnaðist einari tyrlu at bjarga teimum. Nú hevur eitt bjargingarfelag eisini bjargað meginpartinum av lastini. Hon var verd at bjarga, tí trolarin hevði ikki fisk í lastini, men heldur gull og silvur, sum suðurafrikanska námsfelagið Cerro Vanguardi átti. Tað var tryggingarfelagið Lloyd's, sum vildi hava farmin upp, tí felagið hevði tryggjað hann. Talan var um 9,5 tons av gulli og silvuri, skrivar Reuters. Vrakið av Polar Mist liggur á 45 favna dýpi. um eitt ár Enn er eingin bryggjukantur komin, har saltgoymslan skal byggjast. - Sjálvandi er tað ein fyrimunur við bryggjukanti, og vit vænta eisini, at hesin fer at koma, sigur Magni Johannesen, stjóri í M.J. Saltsøluni Mynd: www.nes.fo Símun Johannesen, borgarstjóri í Nes kommunu, ásannar, at kommunan í løtuni ikki hevur fíggjarligt rásarúm til at byggja bryggjukant til M.J. Saltsølu, sum nú skal byggja saltgoymslu á Toftum. – Vit eru samdir um, hvussu hetta mál skal loysast, sigur hann VinnulíV Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo At eingin bryggjukantur verður bygdur fram við sjósíðuni á nýggja ídnaðarøkinum hjá Nes kommunu Inni á Rætt, kemur eftir øllum at døma ikki at seinka ætlanini hjá P/ F M.J.Saltsølu at fremja sína byggiætlan í verki. ­ M.J. Saltsøla hevur reist ynski um at fáa ein 15 metrar langan bryggjukant til atløgu og uppskiping, tá skip koma við salti. Vit hava ikki fíggjarligt rásarúm til at fremja hetta arbeiði beint nú, men upp á longri sikt liggja stórir møguleikar í nýggja ídnaðarøkinum, har kommunan hevur møguleikar at fara heilt inn á Æðnasker við vinnuligum virksemi, sigur Símun Johannesen. Seinkar ikki Borgarstjórin vísir á, at Nes kommuna og M.J. Saltsøla eru samd um, at onnur loysn skal finnast til uppskiping av salti, so leingi ynskti bryggjukanturin ikki er komin. ­ Dýpið fram við nýggja ídnaðarøkinum, sum tilsamans røkkur einar 130­140 metrar suður og norður, liggur um einar 9­10 metrar og skipini, sum koma við salti, stinga í mesta lagi einar 7 metrar. Tí er sjálvt dýpi eingin trupulleiki, tó at hetta ongantíð verður nøkur djúphavn, sigur hann. Símun Johannesen sigur, at M.J. Saltsøla hevur møguleikar at skipa saltið upp bæði við ísbryggjuna undir virkinum hjá Faroe Seafood – og úti við Toftagjógv, har nýggjur bryggjukantur longu er bygdur, sum er heilar 96 metrar langur, og dýpið í minsta lagi er 8,5 metrar. ­ Teinurin av bryggjuni og heim í nýggju goymsluna, sum skal byggjast Inni á Rætt, er ikki langur, og tað lættir um, nú umstøður ikki eru at byggja nýggjan bryggjukant í løtuni, sigur Símun Johannesen, borgarstjóri. Inntøkur minka Eins og flestu aðrar kommunur, hevur Nes kommuna eisini merkt eina afturgongd í skattainntøkunum, og higartil í ár er minkingin eini 5%. Samlaðu skattainntøkurnar hjá kommununi í 2008 vóru 33 miljónir krónur. Bryggjukantur má bíða nakað Símun Johannesen, borgarstjóri í Nes kommunu Mynd: Vilmund Jacobsen