Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-06, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. august 2009síða 13

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 147 - 6. august 2009 13 Tað er okkum ein sonn frøi at kunngera tær, kæra systir, at málið um kvinnuluttøku í føroyskum politikki nú er rokkið. Síðan Demokratia varð sett á stovn í 2006 er parturin av kvinnum í tinginum farin úr 9 prosentum upp í heili 15 prosent. Í veruleikanum hevur Demokratia avtikið seg sjálvt, tí málið er sanniliga rokkið. Vit taka fult undir við ætlanunum hjá Landsstýrinum um at spara Demokratia burtur, tí tað fer heilt vist at muna – bæði fíggjarliga og í mun til javnstøðu í Føroyum. At javnstøða ikki verður nevnd við einum orði í ólavsøkurøðu løgmans, váttar eisini, at málið er rokkið. Vit lata tølini fyri kvinnuluttøku í øðrum londum tala fyri seg, og fegnast um, at vit als ikki longur nýtast at samanbera okkum við hini norðurlondini, men við meiri fjarðskotin og ævintýrakend lond úti í heimi. Men - við hetta lag verður ikki leingi áðrenn kvinnuumboðanin í landinum eisini fer at avspegla hana í tinginum, nevniliga 15 prosent! Kvinnufelagið í Havn At gagnnýta tær orku­keld­ u­r, vit eru­ u­mgird av, og gera okku­m leys av olju­ni, er størsta avbjóð­ingin sku­lu­ vit framtíð­artryggja okkara búskap. Løgmað­u­r átti tí beinanvegin at u­mskipa landsstýrið­ og stovnsett eitt orku­málaráð­ Heimsins fjølmiðlar bera í vikuni boðskapin, at olju- keldurnar fara at torna munandi skjótari enn vænt- að. Fremsti búskaparfrøð- ingurin hjá altjóða orku- stovuni IEA - Faith Birol - sigur, at ein oljukreppa kann koma longu í 2010/2011, og forða fyri, at heimsbúskap- urin kemur fyri seg aftur. Skal man so lata seg ræða av slíkum? Dómadagsspá- dómar kveikja sjáldan áræði og hugflog. Men sjálvandi skulu álvarsamar støður takast í álvara. Og okkara búskapur er sera heftur at oljuni. Tað ger okkum ómeta- liga sárbær, og hóast vit – sum vit vónandi einaferð gera – fara at fáa okkara fiski- vinnu uppaftur á beinini, so kann ein ov høgur oljuprísur taka grundarlagið fullkomi- liga undan okkara búskapi. Løgmað­u­r gloymdi orku­na Løgtingið hevur júst við- gjørt ólavsøkurøðu løgmans, ið er eitt slag av høvuðskata- logi yvir átøk, hendan stjórn- in hevur og ætlar sær at fremja. Løgmaður nevnir, at vit skulu liva upp til okkara altjóða ábyrgd og minka um útlátið av CO2. Men av- gerandi spurningurin um ein nýggjan orkupolitikk og menningina av varandi orku- keldum, er ikki við – hvørki í røðu løgmans ella í tí sonevnda ólavsøkuupp- skotinum hjá samgonguni. Dagførdu­r orku­politikku­r hevu­r sku­nd Í vár heitti eitt samt Løgting gjøgnum uppskot til samtykt- ar frá Tjóðveldi á landsstýrið um millum annað at: - Gera eina miðvísa ætlan fyri menning av varandi orukeldum, og leggja hesa fyri løgtingið til viðgerðar. - At landsstýrið í sínum fíggjarlógaruppskoti fyri 2010 og komandi árini setir munandi upphædd av til menning av varandi orku­ keldum. - At landsstýrið meldar greitt út, hvør orkupolitikkur landsins er og hvør vinnu­ politikkurin er í mun til at stimbra eina vinnu innan varandi orkukeldur. - At Føroyar virkið luttaka í teimum samstørvum millum londini, ið fer fram til tess at menna varandi orkukeldur. Tað er gott og jaligt at átøk eru gjørd at spara orku og at minka um CO2-útlátið. Men Føroyar hava – og serliga í einum búskapi, sum skal vaksa – tørv á at fáa umlagt alla okkara orku- nýtslu til aðrar orkuformar enn oljuna. Hetta er ein av teim mest grundleggjandi avbjóðingunum vit hava. Mong onnur lond hava gjørt menning av varandi orkukeldum til eitt hitt týdn- ingarmesta vinnumenninga- rátikið. Til dømis hevur amerikanski orkumálaráð- harrin Steven Chu sett sær fyri at nýtslan av varandi orkukeldum í USA skal vaksa við 100%, tey kom- andi trý árini, samstundis sum hetta skal skapa nógv nýggj arbeiðspláss. Stórt tilfeingi Sum oyggjasamfelag hava vit sjóvarfall, aldu, vind, sól, jarðhita og møguleika at framleiða biobrenni úr eitt nú tara. Megna vit at troyta hetta rimmar tilfeingispotentiali, so kunnu vit røkka: • Nýggjum vinnumøguleikum • Vit vera minni sárbær fyri sveiggi í oljuprísum • Vøkstri í búskapinum • Og, vit hava ein kjans at minka okkara CO2-útlát heilt munandi Stór og mið­vís tøk Tað er ikki einfalt – tað krevur nøkur sera stór og miðvís tøk. Tað krevur at man leggur eina strategi, helst við so breiðari polit- iskar undirtøku sum gjørligt, og tað krevur at man setir munandi upphæddir av til hetta øki. Higartil hevur fokus verið á at spara olju við at bjálva, og tað er skilagott, tí upp- hiting av húsum er stórsti oljuslúkurin á landi. Men, hin stóri oljuslúkurin er okkara fiskivinna, sum stendur fyri 1/3 av allari olju- nýtsluni í Føroyum. So átøk fyri skipaflotan eru avgjørt eisini neyðug. Eins og tað fer at bera til at læna pengar til orkusparandi ábøtur á sethús, eigur at verða umhugsað møguleikan hjá skipum at fáa lán til umbygging, og til at gera íløgur í orkusparandi útgerð og reiðskap. Vit eiga at minka og effektivisera flotan, sum í sjálvum sær fer at spara nógvar orku. Og so eiga vit at stimbra enn meira undir gransking og menning av reiðskapi og tøkni, og finna útav hvussu eisini flotin einaferð í framtíðini kann rekast við aðrari orku enn olju. Eitt orku­málaráð­ Tað er beinleiðis harmiligt, at løgmaður gloymdi orkuna í síni røðu. Ein orsøk kann vera, at orkan er eitt ov spjatt málsøki. Vinnumála- ráðharrin eigur orkuveiting- artrygdina, ímeðan innlendis- málaráðharrin eigur ábyrgd- ina av at minka um útlátið av CO2. Varandi orka er ógreitt sundurbýtt teirra millum. Stjórnarráðini eiga at avspegla týdningarmestu málini. Fari tí at mæla løgmanni til at leggja nøkur av verandi stjórnarráðum saman, umskipa tey og stovna eitt Orkumálaráð, ið fær sum høvuðsuppgávu at seta ferð á menningina av varandi orkukeldum og soleiðis at framtíðartryggja føroyska búskapin. Varandi orkukeldur at framtíðartryggja búskapin Løgtingskvinna Bjørt SamuelSen Umráð­andi er at spjað­a virksemisskapandi íløgu­r landafrøð­iliga, fyri at byrgja u­pp fyri arbeið­sloysi í ávísu­m økju­m í landinu­m. Ein loysn er at bøta u­m vánaligu­ u­mstøð­u­rnar inn­ an serstovnaøkið­ og byggja depilstilboð­ úti u­m landið­. Haru­mframt eiga førleika­ gevandi skeið­smøgu­leikar at verð­a bjóð­að­ir Tá vit hyggja at arbeiðs- loysishagtølum og gongdini í fólkatalinum landa- frøðiliga, síggja vit, at avleið- ingarnar av fíggjarkreppuni merkjast best úti um landið og minni her í høvuðsstaðn- um, har fjøldin av almenn- um arbeiðsplássum er størst. Tí er umráðandi, at vit umframt at brúka virksemis- skapandi íløgpengarnir til skilagóðar umbyggingar av landssjúkrahúsi, psykia- triskum depli, skúladepli í Marknagili og øðrum her í høvuðsstaðarøkinum, eisini seta okkum fyri at spjaða virksemisskapandi íløgurnar landafrøðiliga. Vit vita til dømis, at nógvir bústovnar og sambýli innan Serstovnaøkið eru í ógvuliga vánaligum standi og aðrir ótíðarhóskandi. Uttan iva ber til at byggja nýmótans og tíðarhóskandi stovnar, sum eitt slag av depilstilboðum úti um landið. Tað hevði helst verið skilagott, um landsstýriskvinnan í almanna- málum setti sær fyri at brúka rættiliga fitt av íløgupenin- ingi innan hetta økið. Tí við hesum høvdu vit fingið tvey fyri eitt - um man kann loyva sær at málbera seg so: Vit høvdu fingið dagført ser- stovnaøkið upp á eitt rímiligt støði, og samstundis høvdu vit sett skilagóð virksemis- skapandi tiltøk í verk, sum veruliga eru virkssemisskap- andi. Vit vita jú, at tað er ein sannroynd, at tað ikki er serliga virksemisskapandi bara at bora tunlar... Sku­lu­ vit hava protektionismu­? Í sambandi við virksemis- skapandi íløgurnar havi eg hug at seta fram ein rættiliga týdningarmiklan spurning, ið eg sjálvur og tingbólkurin enn ikki hava nakað greitt svar ella endaliga niðurstøðu uppá. Hann er, um tað skal setast sum krav, at tað bert eru føroyskar fyritøkur og føroysk arbeiðsmegi, ið sleppa at standa fyri og útføra verkætlanirnar. Tað er rættiliga umráðandi, at vit fáa viðgjørt hendan spurn- ingin sakliga frá øllum sjónarhornum. Tí her tosa vit veruliga um protektionismu, har vit so ella so læsa okkara arbeiðsmarkn- að inni. Vit kunnu siga, at um vit veruliga ynskja at brúka íløgukrónurnar virksemis- skapandi fyri føroyska arbeiðs- marknaðin og fyri at byrgja upp fyri arbeiðsloysi, so gevur tað meining at hava slíkt krav. Hinvegin kann hetta avmarka úrvalið av arbeiðstakarum og møguliga trýsta prísirnar uppeftir. Og tá talan er um ymiskar seruppgávur, er tað møguligt, at spurningur kann setast, hvørt vit í øllum lutum altíð hava júst neyðugu fak- fólkini. Men sum sagt, so havi eg ikki nakað endaligt svar ella niðurstøðu uppá júst hendan spurningin. Men haldi, at vit eiga at brúka orku uppá at viðgera hann nágreiniliga. Nei til lønardu­mping Eitt er tó ógvuliga umráð- andi. Tað er, at vit seta sum ófrávíkiligt krav, at í Før- oyum skal arbeiðast eftir føroyskum sáttmálaviður- skiftum. Tað skal ongin ivi vera um, at um útlendskar fyritøkur sleppa inn at gera partar av verkætlanum, so skal og má forðast fyri lønardumping. Í Føroyum skulu føroyska sáttmála- viðurskifti vera galdandi. Útbúgving fram u­m arbeið­sloysi Fyri at sleppa undan ungdóms- arbeiðsloysi, er neyðugt at játta neyðuga peningin, so allir ungdómar, ið søkja inn á miðnám, sleppa inn. Harumframt er neyðugt at verja um víðari útbúgvingar- nar í Føroyum og eisini at skapa fortreytir fyri øktum útbúgvingartilboðum. Helst eiga vit eisini at bjóða víðari fjarlestur við serligari skipan á Fróðskap- arsetrinum og á Miðnáms- deplunum kring landið, so fólk hava enn størri møgu- leika at førleikamenna seg og styrkja sínar møguleikar á arbeiðsmarknaðinum. Slíkt átak kostar nakað í samskip- an og í lestrarstuðuli, men tað er uttan iva væl givin íløga fyri framtíðina hjá sam- felagnum og tí einstaka. Í øllum førum eiga vit at brúka fysisku umstøðurnar á nýggju miðnámsdepulunum til eisini at veita førleika- gevandi skeiðir og útbúgv- ingar sum fjarlestur til vaksin fólk. Hetta eigur at vera eitt heilt náttúrligt átak eftir at vit gjøgnum fleiri ár hava nýtt orku uppá at bygt og umvælt góðar bygningar at hýsa miðnámsútbúgving- um. Vit eiga at gagnnýta hesar umstøður saman við nýggju kunningartøknini til at bjóða eitt breiðari útbúgv- ingartilboð eftir vanliga skúlatíð, tá skúlarnir standa tøkir og møguleikarnir tískil eru av teimum allar bestu. Mugu byrgja upp fyri landafrøðiligum arbeiðsloysi john johanneSSen Málið er rokkið, systrar! Prosentbýtið av kvinnum í parlamentum