hósdagur 6. august 2009síða 14
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 147 - 6. august 2009
Andlát og jarðarferðir
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Theodor Sigurd
Harald sen, Sándavági,
andaðist týsmorgunin á
Sýnini, 93 ára gamal.
Kistan fer frá Sýnini,
hósdagin kl. 18.00.
Jarð ar ferðin verður
fríggja dagin kl. 14.00 úr
Sandavágs kirkju. Tey,
sum vilja minnast Theo
dor, kunnu lata eina
pen ingagávu til Sýnina,
konta í peninga stovn un
um.
Kistan við Binu Strøm,
Trongisvági, fer úr
kapellinum á Suðuroyar
Sjúkrahúsi hósdagin
klokkan 18 í Tvøroyrar
kirkju. Jarðarferðin
verður fríggjadagin
klokkan 15.30. Tey, ið
vilja minnast Binu,
kunnu lata eina pen
ingagávu til Føroya
Felag móti Krabba
meini, konta í pen inga
stovnunum.
Andlát og jarðarferðir
Eitt ár er farið aftur um bak, síðani
okkara elskaða Turið fór til Harran.
Tá tú komst til okkara tann 6.
august 1989, var bert pláss fyri
gleðini yvir at tú var fødd, og ikki
vardi tað okkum, at títt lív fór at
verða so ymiskt frá tínum javn
aldrum. Boðini um títt brek vóru
tung at bera hjá einum ungum
foreldrum, og eg hugsaði nógv um,
hvat meiningin var við hesum, tað
mátti verða ein grund til, at eg
hevði fingið eitt brekað barn. Einki
svar var til hetta, sjálvandi, men eg
setti mær fyri, at eg skuldi so gera
tað, sum eg kundi fyri hetta barnið,
við ella uttan brek. Eg hevði onga
hóming av, hvat hetta innibar, men
havi ofta hugsað um, at eg nokk
ikki væntaði ta stóru gleðina fyri
nakran, og eg kláraði als ikki at
yvirskoða, hvat lá fyri framman.
Vit elskaðu tó hesa lítlu gentuna,
og títt ljósa og lætta lyndi kámaði
sorgina burtur. Eg fann skjótt útav,
at tað at fáa eitt brekað barn er
ongin trupulleiki, ein veksur væl
og virðiliga við uppgávuni. Eg var
klárur til hesa uppgávuna, men
samfelagið var ikki, og tað var her
mesta stríðið kom at verða, at fáa
tær tey røttu og bestu hjálpitólini
og møguleikar annars.
Tú búnaðist á tín serliga hátt, og
skjótt sást, at tú hevði eini serlig
evnir at samla fólk uttan um teg.
Tey, sum vóru um teg í barna garð
inum og stovuni á Skúlanum á
Trøðni, hevði tú eitt serligt vinarlag
við. Tú elskaði at koma har og at
verða saman við floksfeløgunum.
Eisini vóru allir stuðlarnir ígjøgnum
árini, sum bæði vit og tú knýttu
okkum so tætt at, og ofta fylgdi øll
familjan við. Óteljandi ommur og
abbar løgdust til, syskin og familja
hjá stuðlunum roknaðu teg sum ein
av teirra. Tá vit vóru ein trillitúr,
komu fólk ofta og heilsaðu upp á
teg, fólk sum eg ikki kendi, men
sum tú gav eitt stórt smíl. Sum tú
bleivst eldri, tímdi tú ofta betur at
verða saman við stuðlunum og
upp liva spennandi ting, enn bara at
verða saman við babba ella
mammu. Tá tú flutti inn til Søldar
fjarðar, var tað Reiðrið og skúlin í
Søldarfirði, sum fyltu gerandisdagin
hjá tær, og eisini har knýtti tú vinar
bond allastaðni, har tú komst. Ikki
var so nógv at fara til, tá tú fór inn
har, men so kom Ser.1 stovan í
Søld arfirði. Hetta var nógv Ás
mundi, sála, at takka fyri.
Tá okkara lítla familja fór sundur,
var tað ein tung tíð hjá tær. Heilsan
ávirkaðist av hesum, og mangir
túrar vóru inn og út av barnadeildini,
og ofta undraðist eg á, hvar tú fekk
kreftirnar frá at hóra undan. Men
aftur kláraði tú og tíni smíl at rætta
alt uppaftur, ikki bert fyri teg sjálv
an, men eisini at fáa báðar familj
urnar at hyggja frameftir í felag og
at stríðast og gleðast saman við tær.
Tú knýtti teg tætt at Jonhard í Søld
arfirði, og Oddny, Tóru og Rebekku
í Kollafirði, og var fyrst at góðtaka,
at vit nú vóru fleiri um at verða tín
familja.
Ofta havi eg hugsað um, at tað
sum vit meta verða lívsneyðug
evnir fyri at klára seg, ikki altíð er
tað sum ger størsta munin. So lítið
av teimum sokallaðu normalu evn
unum fekk tú, og tó gjørdi tú so
stóran mun. Bert títt smíl ávirkaði
so nógv.
Tá eg fór uttanlands í arbeiðs
ørind um, endaði tú ofta á sjúkra
húsinum, og eg ringdi heim í paus
um fyri at vita, hvussu stóð til. Ikki
kundi tú siga hví, men tú varð altíð
frísk, tá eg kom heimaftur. Seinni,
nakað aftan á at tú var flutt inn til
Søldarfjarðar, gavst eg at siga tær,
at eg fór, og so var eisini nógv
longri ímillum vitjanirnar á barna
deildini.
Vit vistu, at vit bert høvdu teg til
láns. Vit høvdu ongantíð roknað
við, at tað fór at verða heili 19 ár,
men tú var ein sera sterk dama. Eg
var altíð bangin fyri, at eg fór ikki
at verða heima, tann dag tú ikki
kláraði meir. Og eg stúrdi fyri, at
tað fór at verða ein stuðul, sum
hevði teg, tá tað fór at henda. Men
har var einki at verða bangin fyri.
Um nakar var tann rætti at bera ta
byrðuna, so var tað Anita, og tað
eri eg ógvuliga glaður fyri. Eg
kláraði eisini at sita hjá tær ta sein
astu løtuna. Tað var, sum tú líka
skuldi klára nakað, áðrenn tú fór.
Tú kláraði at fylla 19 ár, tú kláraði
at flyta inn í tína flottu nýggju íbúð
í kjallaranum hjá mammu og Jon
hard, tú kláraði at geva mær mína
føðingardagsgávu á middegi tann
dagin, sjálvt um eg ikki fylti fyrr
enn eina viku aftaná, og tú kláraði
at enda títt lív við at verða til
gospel konsert.
Hvussu títt smíl hevði spreitt seg,
sást tá vit komu heim við tær av
sjúkrahúsinum kvøldi eftir, tá ein
sonn mannamúgva tók ímóti okk
um, tá tú fór í kirkjuna og til sjálva
jarðarferðina.
Sjálvt tá tú var farin frá okkum,
og bert bíðaði eftir at verða løgd
við síðuna av Jafet abba í kirkju
garðinum, so fylti títt lætta sinnalag
okkum og gjørdi hesar seinastu
dag arnar ljósar og glaðar á sín
hátt.
Góða Turið, ikki fekk tú sagt við
orðum, at tú elskaði okkum, men
so mikið meir søgdu eyguni. Títt
minni fer at fylla nógv hjá okkum
øllum og serliga hjá Rebekku.
Eg takki fyri, at eg varð útvaldur
at verða babba hjá tær, mín elskaða
Turið.
Lag: Eitt dýpi av dýrari tíð
1. Títt smíl tíni eygu og vilji
so nógv okkum øll hevur lært
tú gjørdi okkum til betur fólk
at frøast um tað sum er kært
2. Turið tú okkar’ sólstrála
So glað og so góð og so fríð
Tú samla kann fólk í hópa tal
Vit vita tær gangast skal væl
Niðurlag:
So glað og so elskað av øllum
Smílið hjá tær er enn her
Tað fjálgar um okkara minni
Úr hjartanum aldri tú fer
Og har sum tú nú fer at búgva
Har smílast øll, eru góð
Har kanst tú renna og spæla tær
flenna hart tá tú er glað
3. Tú saman var við nógvum
fólkum
Sum hjálptu og stuðlaðu tær
Vit teimum øllum takka her
Tú okkara skattur er
Niðurlag:
So glað og so elskað av øllum
Smílið hjá tær er enn her
Tað fjálgar um okkara minni
Úr hjartanum aldri tú fer
Og har sum tú nú fer at búgva
Har smílast øll, eru góð
Har kanst tú renna og spæla tær
flenna hart tá tú er glað
Petur (Piddi) Olsen
Turið Sólbjørg Olsen
6. august 1989 – 16. august 2008
Dagurin
6. august. Kristi dýrd. Dagur hildin til minnis um Jesu umbroyting á krossinum (Matt. 17, 19)
(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)
Prógv
10. juli fekk Sigurd H. Mikladal handað prógv sum
Master of Science in the Management of Science,
Technology and Innovation á Manchester Business
School, The University of Manchester í Onglandi.