Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-06, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. august 2009síða 15

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 147 - 6. august 2009 15 Summar Festivalurin spennir seg út við stórskíggjum, stórum ljóðanleggi og sjón­ varpsframleiðslu, sum verður víst beinleiðis Tøkni Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Tónleikurin á pallinum er avgerandi fyri einhvønn festi val, men í grundini snýr tað seg ikki bert um góðar tónleikarar og góðar bólkar. Ljóð, ljós og tøkni annars skulu eisini verða í lagi. Og Summar Festivalurin spílar seg av álvara út við tøknini á festivalinum í ár. Á undanfarnu festivalum hevur stórskíggi verið part­ ur av framførslunum á Vágsbøi, og soleiðis verður aftur í ár – men stór skíggj­ arnir verða størri og betri enn nakrantíð. ­ Robin Gibb hevur havt stór krøv til stórskíggjarnar, so vit hava leigað teir úr Íslandi. Teir koma veruliga at seta dám á framførslunar á Vágsbøi, sigur Erik Biskopstø, sum er ein av fyrireikarunum. Allar framførslurnar á stóra pallinum verða film­ aðar við 5 upptøkutólum, og úrslitið sæst beinleiðis á stórskíggja. ­ Hetta er við til at styrkja framførslurnar og ger upp­ livilsið hjá áhoyrarunum upp aftur betri. Vit hava roynt at gingið undan á hes­ um øki, og royndirnar hava verið sera góðar, sigur Erik Biskopstø. Pallur og ljóð í toppi Stóri pallurin á Vágsbøi verður fluttur hesaferð. Pallurin verður nú settur á økið, sum er norðanfyri Post húsið. Fleiri orsøkir eru til hesa flytingina, og hon kemur eisini til góðar á tí tøkniliga økinum. ­ Vit rokna við, at ljóðið á Vágsbøi verður enn betri, enn tað hevur verið. Ljóðið hevur verið gott á Vásgbøi, men við at flyta pallin koma enn fleiri fólk at hoyra væl. Vit rokna eisini við, at enn fleiri fólk koma at síggja væl, sigur Erik Biskopstø. Ljóðanleggið, sum verður brúkt hesaferð, er tað størsta nakrantíð, og tað er eisini viðvirkandi til, at ljóðið verður betri. ­ Ljóðið skal verða í lagi, tí tónleikurin er sjálv kjarn­ in í framførslunum, og har leggja vit nógv fyri við bæði tøkni og góðum fólk­ um at fáa ljóðgóðskuna í topp, sigur Erik Biskopstø: Fyrsta konsertin á stóra palli verður í kvøld, tá Nik & Jay fara at spæla. Eftir teir fer føroyski rockbólk­ urin The Dreams at trykk­ prøva anleggið á Vágsbøi. Robin Gibb skal spæla á stóra palli fríggjakvøldið, og hann hevur sett stór krøv um stórskíggjar. Tað fer at koma áskoðarunum og øllum hinum bólkum til góða eisini tíðindi Erik Biskopstø prátar við tekniska leiðaran á Summar Festivalinum, Hans Andor Johannesen, tá ið stóri pallurin verður settur upp