Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-06, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. august 2009síða 16

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 147 - 6. august 2009 tíðindi - Vit hava júst gjørt hetta showið, sum vit fara at framføra á Summar Festivalinum í kvøld. Føroyingar skulu uppliva, hvat vit hava tikist við, síðani vit vóru her seinast, sigur Nik – onnur helvtin av Nik & Jay Nik & Jay Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Myndir: Jens Kristian Vang Í kvøld spæla Nik & Jay aftur í Føroyum. Teir eru eitt av stóru nøvnunum á Summar Festivalinum, sum byrjar í kvøld, og teir báðir jassarnir úr Danmark lova føroyingum eitt heilt serligt show í kvøld. - Vit hava júst gjørt hetta showið, sum vit fara at fram føra á Summar Festi valinum í kvøld. Føroyingar skulu upplivað, hvat vit hava tikist við, síðani vit vóru her seinast, sigur Nik. - Tað snýr seg fyrst og fremst um tónleik, og tí vilja vit spæla so nógvar av okkara bestu sangum sum gjørligt. Vit hava eisini ser ligar gestir við okkum til Føroya hesaferð, so tað verður eitt øðrvísi upplivilsi, sigur hann. Gestir hjá Nik & Jay í kvøld verða Joey Moe, Jinks og DJ Morten Breum, sum verður roknaður sum besti plátuvendari í Dan mark. Størri enn nakrantíð Nik & Jay teljast millum stóru nøvnini í donskum tónleiki, og eisini her í Før oyum hava teir verið væl umtóktir seinnu árini. Uppskriftin er í grundini rímiliga einføld. Teir rappa frískt og frekt yvir nøkur góð beat, og so svinga teir seg upp í einum melodiøsum og fangandi niðurlagi. Men uppskriftin riggar – umaftur og umaftur. Nik & Jay gera framúr popptónleik, sum tey ungu taka til sín, goyma, brúka og virðismeta. Og tey, sum fyri nøkrum árum síðani hildu, at Nik & Jay vóru eitt smart upplop, sum ikki fór at halda, mugu trúgva umaftur. Stór virðing er um Nik & Jay eftir fleiri ár við støðugum hittum, og í longdini hevur teirra tón leik ur hildið betur, enn nak ar hevði roknað við. Og teir duga framvegis. Teir gera framvegis nýggjar sangir, hava nógvar á bakka stokki, og bæði teir og onnur vita, at tá ið teir tveita nakað út á marknaðin, so endar tað vanliga við ein um ovasta plássi á hitt lista. Eisini her í Føroyum hava Nik & Jay ferð eftir ferð verið at funnið ovarliga á 15 teimum bestu – og teir verða nógv spældir í út - varpi. Veitsla og innari friður Leygarkvøldið spæla Nik & Jay á Skanderborg festi valinum, sum er ein av teim um allarstørstu í Dan mark. Teir skulu lata stóra pallin aftur leygarkvøldið, og tað er nakað, sum teir hava droymt um í fleiri ár. Men áðrenn tað skulu teir spæla eina stórslignað ko nsert í Klaksvík í kvøld. - Vit eru ótrúliga glaðir fyri, at tað kundi lata seg gera. Upprunaliga var tað nevniliga ætlanin, at vit skuldu spæla í Klaksvík fríggjakvøldið, men tað var flutt til hóskvøld, og tað eru vit fegnir um, tí leygar kvøldið skulu vit enda Skanderborg festivalin, og tað er nakað, sum vit altíð hava droymt um, sigur Nik. So lunnar verða lagdir undir eina dreymakonsert á Skanderborg við einari rimm ar framførslu á Summ ar Festivalinum. Nýtt show ti