Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-06, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. august 2009síða 22

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

- har hittini hittast FESTIVALTÍÐINDI við Ragnhild Ellingsgaard Túnatos Ragnhild hittir í dag Mirjam Jacobsen. Mirjam er havnadidda, 32 ára gomul og lærarinna. 1. Ætlar tú tær á SF í ár? Nei, tíverri fari eg ikki í ár. Kvotan er uppi :( 2. Hvør hevur verið besta konsertin nakrantíð á SF? Ein, sum eg minnist ordiliga væl, er tann hjá Roger Hudson. Super! 3. Svevur tú í tjald ella í ordiligari song, tá tú ert á SF? Hevði einaferð tjald og alt við – men eri blivin ballað í hoytari, bleytari song hvørja ferð, eg havi vitjað Summar Festivalin. 4. Hvør hevur verið løgnasta uppliving, tú hevur havt á SF? Uha. Tori ikki at fara í detaljur, men tað involverar einar ræðuliga høgar stillettir, megabrattar brekkur, vátan bø, stongda hurð og meg einsamalla úti á alfaravegi. Sum tikið úr einum roadmovie. 5. Hvønn kundi tú hugsað tær at hoyrt á SF 2010? Eftir sum at eg ikki veri har í ár, so kundi eg hugsað mær at hoyrt fleiri av teimum, sum eru við í ár, aftur næsta ár. Serliga Guðrið Hansdóttir… Nr. 147 - 6. august 2009 22 Dynamitt bjóðar av - Fólk fáa eitt brak, sum ongantíð áður er upplivað á palli í Føroyum, sigur Nilcas Heri Jákupsson um framførsluna hjá Dynamitt á Summar Festivalinum í ár Tónleikur Ragnhild Ellingsgaard Dynamitt hevur havt nakrar tiltiknar framførslur á Summar Festivalinum, og fríggjakvøldið fer tann festligi og líviligi bólkurin aftur á pallin á Vágsbøi. Annar av sangaranum í bólkinum lovar eina minniliga framførslu. - Fólk tosa ofta um, hvar tey vóru, tá okkurt minniligt hendi – til dømis sigurin hjá Føroyum í Landskrona. Eftir okkara framførslu í ár fara fólk at tosa um, hvar tey vóru, tá Dynamitt spældi á Summar Festivalinum 2009, segði Niclas Heri Jákupsson við Rás2 týskvøldið. - Tað verður eitt brak, sum ongantíð áður er upplivað á palli í Føroyum, og eg fari bara at heita á fólk um at møta upp, tá Dynamitt fer á pallin, sigur Niclas Heri. Eitt heldur øðrvisi tjald fer at seta dám á Summar Festivalin hesaferð FesTivallív Ragnhild Ellingsgaard Eitt stórt Tipi-tjald fer í ár at seta dám á Summar Festivalin. Tjaldið fer at standa á Sandinum, og í tjaldinum verður borðreitt við góðum mati, sum fólk kunnu keypa sær. Umframt matin verður eisini møguleiki fyri at keypa atgongumerki til vatnítróttin, speedbátatúrar og jollurógving. Speedbáturin Scoripion, føroya skjótasti bátur, kemur at sigla av Sandinum og út undir Kunoyarnes. Vatnítrótturin, sum verður á Vánni, bjóðar møguleikar sum at sleisa í eini sofu, sita í einum ringi og annað, sum ger at Summarfestivalurin verður enn stuttligari. Tipi-tjaldið, sum var karmur um sera væleydnaða matsølu í Klubbagarðinum á Ólavsøku, verður nú karmur um góðar burgarar við góðum grillaðum kjøti, seyðarhøvd og eplum, góðum búffi og drykkivørum frá Føroyar Bjór, umframt annað gott. Vilt tú uppliva ein hugnaligan, stuttligan og góðan Summarfestival? Legg leiðina oman á Sandin, har Tipi-tjaldið leggur karmar til eina frálíka uppliving. Stórt Tipi-tjald á Sandinum Náttar- bussar koyra Fólk, sum vilja sleppa heim eftir tiltøkini á Summar Festivalinum, men ikki hava bil, kunnu brúka Náttarbussin. Bæði hóskvøldið, fríggjakvøldið og leygarkvøldið koyrir Náttarbussurin úr Klaksvík eftir tiltøkini. Bussurin koyrir frá parkeringsplássinum niðanfyri KÍ-høllina. Bussurin koyrir klokkan 02.30 hóskvøldið, og klokkan 04.30 fríggjakvøldið og leygarkvøldið. Tilmelding skal gerast á 217752.