Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-06, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. august 2009síða 23

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 6. august 2009 Hvørgin parturin vildi geva seg fyri hinum í oddastríðnum á Svangaskarði í gjárkvøldið, og so slapst illa undan, at onkrir av nærdyststunum vóru eitt sindur í harðara lagi, tá bæði B68 og Víkingur mistu eitt fet í royndini at jagstra HB FÓTBÓLTUR Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Sum dysturin háttaði seg, var einki at siga til, at gøtumenn og leirvík­ ingar sóu meira vónbrotnir út enn toftamenn, tí tvær ferðir hevði Víkingur verið á odda í dystinum, umframt at Víkingur hevði víst eitt avrik, ið átti at rokkið til sigurs. Men hóast B68 skuffaði eftir fleiri góð avrik í ár, megnaði liðið tvær ferðir at svara aftur, og so gjørdist eingin vinnari á Svangaskarði. Tað merkti samstundis, at bæði B68 og Víkingur mistu eitt fet í royndini at jagstra oddaliðið, HB, sum fram­ vegis er seks stig fremri enn næsta liðið á talvuni. Umstøðurnar til góðan fótbólt vóru ikki tær bestu á Toftum í gjárkvøldið, tí nokk so fitt av vindi lá inn eftir vøllinum, og tað ávirkaði spælið hjá báðum liðum og í báð­ um hálvleikum, har fortreytirnar sjálvandi vóru sera ymiskar. B68 hevði undanvind í fyrra hálvleiki og Víkingur í seinna. Liðini løgdu nógv fyri í kropsliga spælinum, og í løtum var tað rættiliga harðligt, og meiri enn ta einu ferðina endaði alt í einum óðum trunka. Men sum heild dugdi dómarin, Dagfinn Olsen, væl at sissa menn, hóast hann kanska í onkrum løtum kundi verið meira avgjørdur. Víkingur betri Heimaliðið legði fyri sum eitt óløgi og vann sær beinanvegin fleiri hornaspørk, ið gjørdust sera vandamikil. Øssur Hansen tók tey í høgru síðu og Poul Poulsen tey í vinstru, og Geza Turi hevði úr at gera við at rudda bóltarnar uppum, tí spørkini lógu sera nær og okkurt av teimum rakti yvirliggjaran. Men nokk so skjótt menti Víkingur seg og fekk spælið fram eftir vøllinum at hanga væl saman, meðan B68 gjørdi í so nógv við at sparka langt í undanvindinum, so lítið og einki kom burturúr. Víkingur fekk hinvegin eitt bakkast longu í 13. minutti, tá Andrias Lava Olsen noyddist út við skaða, men hóast hetta, so helt restin av liðnum fram, sum einki var hent. Tá Víkingur kom á odda stutt fyri hálvleik, var tað í tráð við spælið. Hanus Jacobsen legði innfyri úr vinstru síðu til Finn Justinussen, ið smoygdi sær millum tveir B68­arar, áðrenn hann skoraði trygt. Men leiðslan helt sær ikki leingi, tí løtu seinni sendi Øssur Hansen ein góðan frísparksbólt innfyri úr vinstru síðu, og púra ódekkaður kundi Ndende skalla bóltin í mál til 1­1. Ivasom avgerð Í seinna hálvleiki høvdu bæði lið sínar møguleikar, og tvær ferðir fekk Óli Olsen hjá B68 ikki kós á bóltin í góðum støðum, og Hans Jørgen Djurhuus hjá Víkingi sendi beint við síðuna av eftir eitt hornaspark. Víkingur sá eisini út til at eiga eitt klárt brotsspark 20 minuttir inn í seinna hálvleik, tá beinini vóru tikin undan Hanusi Jacobsen inni í B68­brotsteiginum, men floytan tagdi. Tað gjørdist ein verjuvilla, ið legði Víking framum aðru ferð, tá einir 20 minuttir vóru eftir. Pól Jóhannus Justinussen var óheppin, tá hann ikki rakti bóltin, og so gjørdi Finnur Justinussen skjótt av, smoygdi sær fram við næsta manni og lyfti hegnisliga bóltin upp um Vlada Filipovic, ið kom út ímóti. Hesa ferð helt leiðslan sær aftur bara í fimm minuttir, so hevði Øssur Hansen javnað til 2­2 við brotssparki. Hetta sá út sum ein heldur ivasamur dómur, tí tað var ikki størsta brotssparksstøðan á Svangaskarði í gjárkvøldið, tá Jóhan Petur Poulsen fór um koll. Álopið hjá B68, sum endaði við brotssparkinum, byrjaði Keita, tá hann við albogahjálp fekk vunnið bóltin av Sølva Vatnhamar, sum small í vøllin. Hann varð liggjandi og helt seg um bløðandi nøsina, meðan spælið helt fram, og so endaði tað við brotssparkinum, ið bjargaði B68 frá at tapa. Vit fóru eftir øllum Finnur Justinussen skor aði bæði málini hjá Vík ingi á Svangaskarði í gjárkvøldið, og sostatt hevur hann yvirhálað bæði Ahmed Keita og Károly Potemkin sum toppskjútti í Vodafone deildini. – Tað er sjálvandi stuttligt at vera topp skjútti, men tað er ikki tað, sum hevur mesta týdningin, tí eg haldi tað vera nógv meira umráð andi, at vit koma longur fram á stigatalvuni, sigur Finnur. – Eg var øgiliga fríur í báðum málunum, og tað seinna var ein reinur verjufeilur hjá teimum. Tá vit komu á odda 2­1, væntaði eg, at vit fóru at vinna, men so fingu teir eitt bíligt brotsspark og komu upp á 2­2. Finnur Justinussen duldi ikki fyri, at hann als ikki var nøgdur við úrslit ið, tí teir í Víkingi høvdu ætlað sær at vunnið, men beinanvegin eftir dystin var hann klárur at hyggja frameftir: – Okkara ætlan er fyrst at taka B68, sum enn er eitt stig framman fyri okkum, og so fara vit eisini eftir HB, segði hann. Hil Javnleikur var í lagi Óli Olsen, sum í løtuni er uppilagstur sjómaður, so hann kann hjálpa B68 í oddastríðnum, helt úr slitið ímóti Víkingi í gjár kvøldið vera á eini leið: – Jú, eg haldi, at eg eri nøgdur við javnleik í kvøld. Vit vilja altíð vinna, men 2­2 var í lagi. Vit høvdu undan í fyrra og ímóti í seinna, og vit fingu í so lítið burturúr í seinna hálvleiki, segði hann. – Men tað hevði mest at siga fyri okkum, at vit ikki taptu, so vit eru fram vegis næstfremstir. Sjálvur hevði Óli onkrar av stóru kjansun um í dystinum, men fekk ikki bóltin í málið. – Viðhvørt brennur tú, heldur enn at skora, men hesa ferð fór okkurt uppum, umframt at Geza tók okkurt, staðfesti Óli Olsen. hil Víking B68 B68-Víkingur 2-2 (1-1) Harður harradystur Í løtum vóru menn rættiliga óðir, tá B68 og Víkingur hittust í oddadysti á Svangaskarði í gjárkvøldið, har hvørgin parturin spardi seg og fleiri harðir nærdystirnir vóru Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir