Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-06, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. august 2009síða 24

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 6. august 2009 – Nr. 147 Uppflytararnir gjørdu einki minni enn at basa meistarunum í gjár kvøld ið, og alt bendir á, at argja menn fáa enn eitt ár í landsins bestu fót bólts deild FÓTBÓLTUR Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Á Argjum var lagið gott í gjár kvøld­ ið. Stigini, argjamenn fingu í móti EB/Streymi eru stig, ið leiða upp­ flytararnar nærri bjargingini í Voda­ fonedeildini. Og hóast kappingin er tvíbýtt, eru tað nú einans seks stig, ið skilja EB/Streym, sum liggur nummar fimm og AB, ið liggur nummar seks í deildini. Um argjamenn høvdu funnið inspiratión úr leikskránni hjá EB/ Streymi undan dystinum er óvist, men yvirskriftin »Argjamenn anda enn«, ið sundalagsmenn brúktu um mótstøðuliðið, varð staðfest við lít. Í mun til 2007 svimja argjamenn við høvdinum omanfyri vatnskorp­ uni. Ein sigur í móti NSÍ við Løkin í Runavík er ein staðfesting av hesum, ein onnur staðfesting var javnleikurin í móti HB í Gundadali, og ein triðja staðfesting kom í gjárkvøldið. Somuleiðis hevur liðið vunnið vunnið á B36 og fingið javnt ímóti EB/Streymi á Argjum. Fantastiski Aristede Ein av orsøkunum til góðu úrslitini, er fantastiska verjan hjá AB, har Tehe Aristide stýrir alt og øllum við harðari hond. Við honum sum stýrimanni í aftastu ketuni hevur AB syrgt fyri, at uppflytararnir eru tað liðið í deildini, sum hevur latið næstfægst mál ígjøgnum. Tehe Aristide vísti aftur í gjár, at hann er ein av landsins allarbestu verjuleikarum. Eingin tekur mannin í luftini, og á vøllinum megnar hann altíða at vera eitt fet frammanfyri mótstøðumannin. Ein fongur fyri AB. EB/Streymur spældi væl Í sundalagnum er hinvegin gerandisdagur aftur. Eftir fantast­ iska stórsigurin sunnudagin har alt gekk upp í hægri eind, riggaði minni væl í gjárkvøldið. EB/Streymur spældi í roynd og veru fínan fótbólt stóran part av fyrra hálvleiki. Bæði Arnbjørn Hansen og Hans Pauli Samuelsen høvdu naskar atsøknir at málinum fyrsta hálva tíman. Tá tað so ikki eydnaðist, royndi EB/Streymur seg í størri mun við langum bóltum, sum var ógvuliga skeivt at gera, tá maðurin, sum tok ímóti øllum hesum bóltum, æt Tehe Aristide. Seinni í dystinum hevði EB/ Streymur eisini tríggjar royndir, sum allar tóku í tvørtræið fyri so at verða bjargaðar á málstrikuni. Málið tóktist gandað! Effektivir argjamenn Hinvegin var eingin gandur yvir tí, AB vísti við Margáir í gjár. Teir vístu hvussu einfaldur fótbóltur kann vera. Ikki so nógv roks og dikkidar. Tríggir kjansir og trý mál. Fyrst gjørdi Dion Splidt skjótt av, tá hann fekk bóltin á brotsteigar­ markinum, tá góður hálvur tími var spældur. Eitt lítið trekk og eitt knallhart skot, so var AB á odda. Beint fyri hálvleik spurtaði Stig­ Roar Søbstad frá eini kiksaðari rangstøðufellu, fekk fleiri metrar at leypa upp á og skoraði trygt einsamallur við Gunnari á Steig. Og so beint fyri leiklok fær Rasmus Nielsen inni í brotsteig­ inum hjá EB/Streymi, sleppur at móttaka og venda sær, áðrenn hann smekkar bóltin upp í nettakið. 0­3 og so var alt leyst og liðugt. Sjey ímóti 11 Merkisvert við dystinum í gjár var, at EB/Streymur eina løtu einans vóru sjey mans á vøllinum. Brian Olsen og Leif Niclasen hjá EB/ Streymi stoyttu høvdini saman seint í seinna hálvleiki. Brian Olsen fór út á eini børu, meðan Pætur Dam Jacobsen og Sorin Anghel bóru sín liðfelaga oman í umklæðingarrúmið. Tá teir koma niðan aftur á vøllin, hevði dómarin bríkslað dystin í gongd, so henda lítla hálva minuttin spældu sundalagsmenn sjey í móti 11, áðrenn teir báðir komu flennandi inn á vøllin aftur. Ikki so álvarsamt kortini Tað sá rættiliga ógvusligt út, tá Leif Niclasen og Brian Olsen hjá EB/Streymi í gjár stoyttu saman undir dystinum móti AB. Men eftir at hava verið í samband við báðar leikarar er greitt, at báðir tveir eftir øllum at døma eru klárir at fara á vøllin aftur longu leygardagin. Tað var eitt ivamál, um nøsin hjá Briani Olsen var brotin, men lækni hevur hugt upp á hetta og staðfest, at so er helst ikki. Somuleiðis hevur Leif Niclasen eisini verið undir læknahond, og hjá honum gjørdist talan um tvey sting í pannuna. Trýr ikki upp á Liverpool Venjarin hjá Manchester United, Sir Alex Ferguson, roknar við, at tað verður Chelsea, sum fer at kappast við meistararnar um gullið. ­ Seinast hevði Liverpool sítt besta kappingarár í 20 ár, men kortini endaðu teir fýra stig aftan fyri okkum. Bara at klára tað sama í ár, verður serstakliga trupult hjá teimum. Og tað verður enn truplari at betra, sigur Sir Alex, sum ongan tíð hevur verið serliga høgt í metum millum Liverpool­viðhaldsfólk. Ikki minst høvdu hann og Rafael Benitez fleiri verbalar samanbrestir í vár, og longu nú tykist Fergie at hita upp til enn ein av slagnum. Aristide bestur í Føroyum Allan Mørkøre, venjari hjá AB, var ivaleysur, tá hann eftir dystin varð spurdur, um verjuleikari hansara ikki telist millum landsins bestu. – Aristide er besti verjuleik­ arin í landinum og er ein sannur fongur fyri okkum. Hetta prógvaði miðverjin í sigrinum í gjár, sum Alan Mørkøre sjálvsagt var fegin um. – Hetta er ein góð kensla. Tað hevur gingið upp eftir hjá okkum seinastu tíðina, og menninir hava verið ógvuliga raskir, heldur hann. Hóast stigini í móti meistar­ unum ikki telja meiri enn onnur, so gevur ein sigur sum tann í gjár nakað serligt. – Tað er eitt moralskt boost til okkara lið, at vit megna at vinna ein dyst sum henda, har vit eisini mangla góðar leikarar, segði Alan Mørkøre eftir dystin í gjár. Ótrúligt at vit ikki skora Marni Djurhuus, miðvallari hjá EB/Streymi, stóð við blandaðum kenslum eftir tapið í gjár. – Eg haldi ikki, at vit spæla illa. Faktiskt spæla vit fínt, koma til fleiri kjansir, so tað er ótrúligt, at vit ikki skora, helt Marni Djurhuus. Eftir hansara tykki var næsta málið hjá AB, ið kom beint fyri steðgin, rættiliga avgerandi. – Tað var ógvuliga keðiligt og gjørdi tað trupult hjá okkum, helt Marni Djurhuus fyri, sum kortini hevði yvirskot til eitt sindur av sjálvironi. – Ein málúrtøka upp á 7­3 í tveimum dystum er ikki galið, hóast alt, segði kollfirðingurin. Ein partur av bilaparkini er prýddur við nýggja búmerkinum hjá Posta Mynd: Jens Kristian Vang AB EB/Streymur EB/Streymur-AB 0-3 (0-2) Argjamenn anda enn