hósdagur 6. august 2009síða 25
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 6. august 2009 – Nr. 147 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 25
Ikki síðani juli í 2006 hava
Føroyar ligið so langt uppi
á altjóða styrkislistanum
hjá FIFA
FÓTBÓLTUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Nummar 163. Tað er føroyska fót
bóltslandsliðið á nýggjasta styrkis
listanum, sum FIFA kunngjørdi í
gjár. Hetta er tvey pláss betri enn á
seinasta lista, sum varð kunn
gjørdur í juli.
Síðani oktober í fjør, tá liðið
botnaði og lá nummar 198, hevur
so at siga bara gingið støðugt fram
á hjá føroyskum fótbólti, um
styrkis listin hjá FIFA verður brúktur
sum mátistokkur.
Í desember í fjør lá liðið 184 og
mánaðin eftir í 2009 var landsliðið
farið eitt pláss aftur, so liðið lá
nummar 185. Á hesum plássi lá
liðið til og við marsmánað, men
síðani hevur føroyska landsliðið
tikið seg fram, so liðið nú liggur
nummar 163.
Byrjaði í oktober
Positiva gongdin byrjaði, tá Jógvan
Martin Olsen í oktober í fjør syrgdi
fyri, at føroyska landsliðið fekk
javnleik í móti Eysturríki. Síðani
hevur liðið vunnið venjingardyst
ímóti Íslandi, og hetta sendi liðið
upp eftir listanum.
Liðini, ið nú liggja beint framman
fyri okkum, eru lond sum Salomon
oyggjarnar, Mauritania og
Kyrgystan.
Langt fram til 1999
Hóast góðu gongdina er framvegis
langt til toppin – ella so langt fram,
sum føroyska landsliðið nakrantíð
hevur verið. Tað var í 1999, tá
føroyska fótbóltslandsliðið lá
nummar 104 á listanum.
Her skal tó takast tað fyrivarni, at
útrokningarhátturin, ið tá varð
brúktur, ikki er tann sami í dag sum
tá.
Føroyar tvey pláss fram
Sigurin á Íslandi sendi
Føroyar upp eftir
styrkislistanum hjá FIFA
Mynd: Álvur Haraldsen
B36 kann ikki kæra
Reglugerðirnar hjá FSF staðfesta, at avgerðin hjá Kappingarnevndini
um Christian Restorff Mouritsen er endalig. B36 noyðist eftir øllum at
døma at staðfesta, at tað ber ikki til hjá teimum at knýta Christian
Restorff Mouritsen afturat hópinum hetta kappingarárið. Grein 5 í
reglugerðini fyri Aganevndina staðfestir nevnliga, at avgerðir um
útskrivan og gildi av spæliloyvum eru endalig, tá Kappingarnevndin
hevur tikið støðu til hesi. Tó kann Kappingarnevndin av sínum
eintingum biða Aganevndina taka støðu til mál.
Milan keypt Huntelaar
Í gjárkvøldið søgdu bæði spanskir og italskir fjølmiðlar, at áleyparin hjá
Real Madrid, Klaas Jan Huntelaar, var ávegis til AC Milan. Í dag váttar
italska stórfelagið, at tey hava keypt hollendingin leysan úr spanska
stórfelagnum. Huntelaar kemur til Milano í kvøld, har hann skal kannast
av læknunum hjá AC Milan, og síðani verður sáttmálin undirskrivaður,
skrivar bold.dk, sum eisini vil vera við, at prísurin er 112 milliónir krónur.
Hoyvíkingur út á Argir
Argja Róðrarfelag
hevur nú yvirtikið
Hoyvíking, soleiðis at
felagið fyri fyrstu ferð
nakran tíð tekur lut í
10-mannafarsróðrinum
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Kappróðrarsøga varð skrivað á
Argjum í gjárkvøldi. Argja
Róðrarfelag hevur nevnliga gjørt
avtalu um at yvirtaka ábyrgdina av
Hoyvíkingi, sum varð bygdur í 2005,
men sum bert veruliga tók lut í
FMkappingini hetta sama árið.
Kristian Martin Skála, næst
formaður í Argja Róðrarfelag,
váttaði fyri Portalinum í gjár, at
avtalan um at yvirtaka bátin er
undirskrivað.
Hetta er ikki keyp ella leiga,
men við avtaluni yvirtekur Argja
Róðrarfelag bátin.
Navnið á bátinum verður tó
framvegis Hoyvíkingur, men hann
verður sproytaður reyður við bláari
rond, og sjálvandi fær hann eisini
drekastevni, sigur Kristian Martin
Skála.
Hetta róðrarárið var Argja báturin
í serflokki besta átta mannafarið í
landinum, men Kristian Martin vil
tó á ongan hátt longu nú gera av, at
tað fyrst og fremst verður tann
manningin, sum mannar Hoyvíking
komandi róðrarár.
Tað taka vit til ta tíð. Málið
verður í øllum førum, at vit hava
eina sterka manning, sum kann
kappast frammi í oddinum, sigur
hann.
Hoyvíkingur, sum varð mannaður á ólavsøku, skiftir ikki navn, men
fær drekastevni og skiftir lit
Mynd: Álvur Haraldsen