fríggjadagur 7. august 2009síða 2
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 148 - 7. august 2009
Í Kaldbak læt ein
nýggjur handil
upp mánadagin.
Handilin selir brúkt
barnaklæði, og allur
peningurin fer til
børn í Sierra Leone.
– Tað hevði kanska
verið lættari at havt
handilin í Havn, men
fólk koyra landið runt
ymiskt, so tey kunnu
gott koma her eisini,
sigur Sólmei Eydna
Nolsøe
Hjálp
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin
Ein handil í Kaldbak. Tað
er ein søga í sær sjálvum,
men sannleikin er hann, at
ongin handil av nøkrum
slag, var í Kaldbak fyrr enn
mánadagin.
Tá lótu Sólmei Eydna
Nolsøe og onnur handil upp
við brúktum barnaklæðum,
so nú er ein handil í Kald
bak.
– Tað hevði kanska verið
lættari at havt handilin í
Havn, men fólk koyra land
ið runt ymiskt, so tey kunnu
gott koma her eisini, heldur
Sólmei Eydna Nolsøe.
Hon leggur afturat, at tað
er í Kaldbak, at tey hava
møguleika fyri hølum, og
at tað hevði verið alt ov dýrt
at skula leiga seg til okkurt
í Havn.
Hjálpa Afrika
Orsøkin til, at handilin er
til, er at eitt barnaheim í
Sierra Leone skal útbyggj
ast. Í løtuni eru fimm børn
har, men Pauli Nolsøe, sum
er svágur Sólmei Eydnu
Nolsøe, skal niður aftur í
novembur, og tá er ætlanin
at fáa fimm børn inn afturat,
umframt at brunnur og
garður skulu gerast. Hand
ilin er bert til at skaffa fígg
ing til hetta.
Barnaheimið er í eini
lítlari bygd beint við Free
Town í Sierra Leone í
Afrika. Tað varð bygt upp á
tríggjar vikur í 2007 av
nøkrum
føroyingum
og
nøkrum lokalum.
– Tað lá eitt sindur í luft
ini, at vit skuldu fara niður
at hjálpa Paula, so vit fóru
bara við. Eg haldi, at tað
eru nógv, sum vilja hjálpa,
men mann skal líkasum
skumpast í gongd ella fáa
møguleikan, sigur Sólmei
Eydna Nolsøe.
At velja, hvar tey vildu
hjálpa var rættiliga einfalt,
tí Pauli Nolsøe hevði longu
verið í økinum, og tað var
onkursvegna vorðið hans
ara, og tí var lætt at fara
aftaná.
Ein barnahandil
Spurd, hví tey endiliga
valdu at gera ein endur
nýtslu handil fyri at vinna
pening til hesi børnini í
Afrika,
greiðir
Sólmei
Eydna Nolsøe frá, at hon
fekk eina dóttir, og tí gjørd
ist tað so øgiliga einfalt.
– Tað eru nakrir mánaðir
síðan, at hugskotið kom. Eg
fekk eina dóttir, og so fekk
eg eina rúgvu av klæðum til
hennara. So hugsaði eg
bara, at tað burdi borið til at
gjørt ein handil við barna
klæðum, tá tað eru so nógv,
sum eiga klæðir inni, greiðir
hon frá.
Sólmei Eydna Nolsøe
sigur somuleiðis, at fyri
mun urin við barnaklæðum
er, at børnini vaksa so skjótt
úr teimum, at tey ofta eru í
heilt góðum standi, tá børn
ini ikki passa tey longu. Og
so er tað eisini eitt sindur
stuttligt at keypa klæði, tá
mann kann róta eitt sindur
fyri at finna tað rætta.
Gingið væl
Handilin hevur bara verið
opin í tveir dagar. Hann er
bara opin tvær ferðir um
vikuna, tí ongin fær løn fyri
at reka hann, tí alt skal til
Afrika, men higartil hevur
undirtøkan verið rímilig.
– Vit hava havt so stutt
opið, men her hava verið
nøkur, og vit vóna sjálvandi,
at tað koma fleiri, sum ikki
vilja rinda so øgiliga nógv
fyri barnaklæðir og sam
stundis hjálpa børnum í
Afrika, greiðir hon frá.
Somuleiðis
staðfestir
Sól mei Eydna Nolsøe, at
tað eru óendaligir møgu
leik ar at hjálpa, men at tey í
løtuni royna at halda fokus
á barnaheiminum.
Soleiðis gert tú
Handilin er við Skriðubakka 8 í Kaldbak, og er
opin mánadag og týsdag frá 13 til 17.
Ynskir tú at geva handlinum leikur ella klæði, so
kanst tú ringja á 255881 og boða frá, so koma
fólk eftir lutunum.
Enn hevur handilin verið sera stutt opin, men Sólmei Eydna og hini handan handilin vóna, at tey fá pening at byggja heimið í Afrika út Mynd: Beinta Haraldsen
Bjarga Afrika úr Kaldbak