fríggjadagur 7. august 2009síða 3
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 148 - 7. august 2009
3
Eykaaðalfundur
í P/F Føroya Banka
www.foroya.fo
Boðað verður við hesum til eykaaðalfundar í P/F Føroya Banka
fríggjadagin tann 21. august 2009, kl. 17.00 á Hotel Føroyum, Tórshavn
Dagsskrá við fullfíggjaðum uppskotum
Dagsskrá við fullfíggjaðum uppskotum koma at liggja frammi á høvuðs-
skrivstovu bankans í Húsagøtu 3 í Tórshavn í seinasta lagi 8 dagar áðrenn
aðalfundin.
Partapeningur, atkvøðurættur
og kontoførandi peningastovnur
Partapeningur bankans er kr. 200.000.000 býttur sundur í partabrøv upp á
kr. 20. Í viðtøkum bankans eru hesar ásetingar um atkvøðurætt:
8.2. Atkvøðurætt á aðalfundinum hava partaeigarar, sum í seinasta lagi 5 dagar
undan aðalfundinum hava biðið um atgongumerki og atkvøðuseðil.
8.3. Hvørt partabræv gevur eina atkvøðu. Uttan mun til hvussu stóran part
ein partaeigari eigur tilsamans av partapeninginum, kann hann fyri egin
partabrøv ella sum fulltrú fyri aðrar partaeigarar, ikki atkvøða fyri meira
enn svarandi til 10 % av partapeninginum tilsamans. Ongar avmarkingar
eru fyri fulltrúir til nevndina. Uttan mun til hvussu stóran part teir eiga til-
samans av partapeninginum, kunnu partaeigarar innan fyri somu koncern,
soleiðis sum hetta hugtak er ásett í lóggávuni, ikki saman atkvøða fyri
meira enn svarandi til 10 % av partapeninginum tilsamans.
8.4. Partaeigarar hava rætt til sjálvir at luttaka á aðalfundinum, saman við
einum ráðgeva ella við fulltrúa, ið kann atkvøða hansara vegna, ímóti at
løgd verður fram skrivlig og dagfest fulltrú, ið er givin fyri eitt tíðarskeið,
sum ikki er longri enn eitt ár.
9.2. Á aðalfundinum verða øll mál avgjørd við vanligum atkvøðumeiriluta, uttan
so at partafelagslógin ella hesar viðtøkur krevja serstakan meiriluta.
Uppskot um broytingar av viðtøkum bankans og uppskot um sjálvbodna
avtøku og fusión kunnu bert samtykkjast, um uppskotið verður samtykt
við í minsta lagi 2/3 av bæði greiddum atkvøðum og tí á aðalfundinum við
atkvøðurætti umboðaða partapeninginum og treytað av, at minst 2/3 av
partapeninginum er umboðaður á aðalfundinum.
9.3 Uppskot frá Fíggingargrunninum frá 1992 um broyting av ella fráfalli av
quorum-kravinum í pkt. 9.2 kunnu samtykkjast við í minsta lagi 2/3 av
bæði greiddum atkvøðum og tí á aðalfundinum við atkvøðurætti umboðaða
partapeningi. Avmarkingar í pkt. 8.3 og pkt. 9.2 viðvíkjandi atkvøðu og
fulltrú eru í hesum førum ikki galdandi.
P/F Føroya Banki hevur gjørt samskipanaravtalu við Værdipapircentralen
A/S. Partaeigarar bankans kunnu velja P/F Føroya Banka sum kontoførandi
stovnur við atliti til at útinna tey fíggjarligu rættindini gjøgnum P/F Føroya
Banka.
P/F Føroya Banki,
nevndin
Dagsskrá
1.
Uppskot frá nevndini um at geva nevnd bankans heimild til at
upptaka lán (hybridan kjarnukapital) sambært lov om statsligt
kapitalindskud i kreditinstitutter (bankapakki II).
Aðalfundurin gevur, smb. § 43 í partafelagslógini, nevnd bankans heimild
til – í einum ella fleiri umførum – at taka avgerð um upptøku av láni móti
obligatiónum ella øðrum skuldarbrøvum við rætti til rentu, hvørs renta heilt
ella partvís er tengd at tí vinningsbýti ið partabrøv bankans geva, ella at
vinningi bankans (hybridan kjarnukapital), tó soleiðis at bankans samlaði
hybridi kjarnukapitalur í mesta lagi svarar til 35 % av bankans kjarnukapi-
tali. Henda heimild verður galdandi inntil komandi ársaðalfund bankans.
2.
Val av nevndarlimum
Nevndin verður vald á aðalfundinum, undantikið teir nevndarlimir, sum
verða valdir sambært reglunum um starvsfólkaumboðan í nevndina.
Sambært grein 10.2 í viðtøkunum skal aðalfundurin velja 4-6 nevndar-
limir, sum sita til næsta ársaðalfund.
Teir verandi 4 aðalfundarvaldu nevndarlimirnir standa fyri vali. Nevnd-
in mælir til afturval av verandi 4 aðalfundarvaldu nevndarlimum.
3.
Ymiskt
Bílegging av atgongumerkjum og atkvøðuseðlum
Atgongumerki og atkvøðuseðlar skulu bíleggjast gjøgnum heimasíðu
bank ans www.foroya.fo ella á høvuðsskrivstovu bankans á telefon 330 330.
Seina sta freist fyri bílegging av atgongumerki og atkvøðuseðlum er mána-
dagin 17. august 2009 kl. 16.00.
Um so er, at tygum ikki kunnu luttaka á aðalfundinum, hava tygum møgu-
leika at geva skrivliga fulltrú. Á heimasíðu bankans www.foroya.fo umframt
á høvuðsskrivstovu bankans í Húsagøtu 3 í Tórshavn, er eitt fulltrúarskjal,
sum kann nýtast í hesum sambandi. Um so er, at tygum ynskja hetta, ber til
at geva nevnd bankans fulltrú at møta og atkvøða tygara vegna.
Við bílegging av atgongumerki og atkvøðuseðlum skal førast prógv fyri, at
viðkomandi er partaeigari. Fyri partaeigarar hvørs partabrøv ikki eru skrá-
sett við navni, verða útgivin atgongumerki og atkvøðuseðlar ímóti ávísing
av eini ikki meira enn 5 dagar gamlari útskrift frá Værdipapircentralen A/S
ella frá tí kontoførandi peningastovninum (depotstaðið), sum skjalprógv fyri
partabrævaognina. Við útskriftini skal fylgja skrivlig váttan um, at parta-
brøvini ikki eru ella verða avhendað til onnur áðrenn aðalfundurin er hildin.