fríggjadagur 7. august 2009síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 148 - 7. august 2009
- Eg eri komin til
ta niðurstøðu, at
tað hevði verið
nógv betri, um
myndugleikarnir
bara skóru 50% av
døgunum í einum.
Sum er, verður flotin
seigpíndur spakuliga
við niðurskurðum
hvørt einasta ár.
Tóku teir 50% av
døgunum burtur í
einum, kundu teir
tikið ”suppuna” upp
sjálvir, sigur Líggjas
Johannesen, skipari
og línuskipaeigari
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Síðan hálvan juli hava øll
línuskipini í Klaksvík ligið
bundin við bryggju. Nøkur
skip eru liðug við fiski
dagarnar, onnur hava fingið
ymiskar ábøtur, og uppaftur
onnur hava ikki loyst, tí
virkir eru í summarfrí, og
eingi útlit eru til líkinda
fiskaprísir.
Brøðurnir
Líggjas
og
Bethuel Johannesen í Klaks
vík eiga línuskipið Klakk.
Teir hava verið dugnaligir
at fiska, og Klakkur hevur
soleiðis eisini verið millum
teir stinnastu í landinum.
Okkurt árið hevur skipið
fiskað fyri einar 17 miljónir
krónur, men árið í fjør
royndist illa. Tá fiskaði
Klakkur fyri einar 1213
miljónir krónur. Alt bendir
á, at árið í ár fer at roynast
sum tað allar ringasta, síðan
teir keyptu skipið.
Vit fara neyvan at røkka
teimum 10 miljónum krón
unum í ár, og hetta verður
soleiðis eitt sera vánaligt ár.
Eg trúgvi, at teir línuskipa
reiðarar, sum fáa skipa
raksturin at hanga saman í
ár, skulu duga serstakliga
væl við pengum.
Líggjas Johannesen vænt
ar, at flestu línuskip fara at
hava negativ tøl á botn
linjuni, tá árið í ár er úti.
Fiskaprísir
Tað eru serliga fiskaprísir
nir, sum hava órógvað línu
menninar.
Eitt er, at fiskiskapurin
hevur verið heldur slakur,
men nógv verri er, at fiska
prísirnir hava verið so ser
stakliga vánaligir.
Hann vísir á, at í januar
og februar, tá fiskaprísirnir
annars plagdu at roynast,
vóru teir umleið helming
urin av tí, teir vóru somu
tíð árið fyri.
Hetta hevur soleiðis
verið eitt sera trupult ár, og
nógv skal til, um gongdin
skal venda til tað betra sum
árið líður, leggur línuskip
arin aftrat.
Alt í einum
Líggjas Johannesen heldur,
at politisku myndugleikarnir
í Føroyum duga sera illa at
”timað” viðurskiftini.
Í hesum truplu tíðum
hjá
fiskiskipaflotanum,
hava teir ætlanir um at
avtaka almennu mynstu
lønartrygdina, samstundis
sum teir áhaldandi – og á
hvørjum ári tosa um at
skerja fiskidagarnar.
Skiparin sigur, at hann nú
er komin til ta niðurstøðu,
at tað hevði verið nógv
betri, um myndugleikarnir
bara skóru 50% av døgunum
í einum.
Sum er, verður flotin seig
píndur spakuliga við niður
skurðum hvørt einasta ár.
Tóku teir 50% av døgunum
burtur í einum, kundu teir
tikið ”suppuna” upp sjálvir,
leggur Líggjas aftrat.
Minstaløn
Línuskiparin dugir heldur
ikki at síggja, at ætlanin við
avtøku av almennu mynstu
lønartrygdini er serliga væl
”timað” í tíðum sum hesum,
nú trygdin nevniliga kemur
til sín rætt.
Tú kanst ganga í ALS
og mala fyri einar 20.000
krónur um mánaðin og
einki gera, men soleiðis,
sum politisku myndugleik
arnir nú seta út í kortið,
skal tú einki fáa frá tí
almenna fyri at vera til
arbeiðis á einum skipsdekki,
tá fiskiskapur svíkur.
Hann heldur tað vera
undarligt, um tað ongan
sum helst týdning hevur
fyri
samfelgið,
at
ogn
Føroya fólk verður førd til
lands og kemur til sættis.
Skulu reiðarí og mann
ing rinda inntøkutrygdina
sjálvi, merkir tað, at upp
aftur minni liggur eftir, tá
fiskiskapur ella fiskaprísir
svíkja, sigur skiparin.
Trygdarskeið
Líggjas vísir á, at tá línu
skipaeigarar hava vent sær
til ALS, tí trupult hevur
verið at mannað skipini,
hava menn kunnað noktað
at koma umborð, um teir
ikki hava verið á trygdar
skeiði.
Hetta hevur eftir hvat
vit hava skilt heldur ikki
ført til ”karantenu” í ALS
skipanini. Spurningurin er
so, um ungir menn, sum
ganga arbeiðsleysir, skuldu
verið kravdir á trygdarskeið,
so teir kunnu verða við til
at manna skipini, tá tørvur
er á fólki.
Líggjas Johannesen sigur,
at teir, sum reka línuskipini
í Klaksvík, ikki hava merkt
nakað serligt til, at áhugin
fyri at sleppa umborð á skip
ini hevur verið veksandi.
Skerjið fiskidagarnar 50%
og takið »suppuna« sjálvir
Brøðurnir Bethuel og Líggjas Johannesen í Klaksvík eiga
línuskipið Klakk. Teir hava verið dugnaligir at fiska, og Klakkur
hevur eisini verið millum stinnastu línuskip í landinum, men
nú sansar at
Mynd: Vilmund Jacobsen
Okkurt árið fiskaði línuskipið Klakkur fyri einar 17 miljónir krónur, men árið í fjør royndist illa. Alt bendir á, at árið í ár fer at roynast sum tað allar ringasta, síðan
teir keyptu skipið
Mynd: Vilmund Jacobsen
Obama minni stuðul
Orðini "yes we can" hjá Barack Obama, forseta tykjast ikki
hava somu sannførandi ávirkan á amerikanska fólkið longur.
Nú líkist tað meiri "maybe we can". Í hvussu er undirtøkan
hjá forsetanum minkað teir seinastu mánaðirnar, og júst nú
er er hon tann minsta síðani forsetaskiftið í januar. Ein
meiningakanning, sum Quinnipiac University hevur gjørt,
vísir, at 50 prosent av amerikanarunum styðja forsetan. Fyri
fimm vikum síðani var stuðulin 57 prosent. Tá søgdu 33
prosent sera vera misnøgd við forsetan, og í teirri nýggju
kanningini eru tað 43 prosent, sum siga seg vera misnøgd.
Leita eftir kvinnu
Ein rannsóknarmaður, sum arbeiðir fyri foreldrini hjá teirri
horvnu bretsku gentuni Madeleine Mc Cann, almannakunn
gjørdi í gjár mynd av einari kvinnu, sum hann setir í sam
band við hendingina, tá gentan hvarv. Kvinnan, sum tosar
avstralskt ella nýsælendskt, varð sædd í spanska býnum
Barcelona saman við tveimum bretskum monnum tríggjar
dagar eftir, at Madeleine McCann hvarv í Praia da Luz í
Portugal. Kvinnan tosaði við annan bretan, og sambært
rannsóknarmanninum er bretin sannførdur um, at kvinnan
visti okkurt um ta horvnu gentuna.