Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-07, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. august 2009síða 12

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 148 - 7. august 2009 SAMBAND eirikur liNDeNSkov eirikur@SoSiAluriN.fo tlf 341800 viðmerkingar Sosialurin Alt og einki Tað er ikki yvir at dylja, at ABC 2 samgonga er í tungum sjógvi. Orðaskiftið um løgmansrøðuna avdúkaði, at samgongulimir eru ósamdir um Ólavsøkupakkan og hetta orðaskifti sumn heild gav eina mynd av eini samgongu, sum ikki er samd og sum hevur trupulleikar við at fokusera. Tveir samgongulimir hava víst á álvarsom brek við samgongupolitikkinum og við ólavsøkupakkanum. Fyrrverandi løgmaður Edmund Joensen hevur víst á, at løgmansrøðan gevur eina alt ov bjarta mynd av samfelagnum og, at politiska kósin er skeiv. Samstundis hevur júst fráfarni landsstýrismaðurin Hans Pauli Strøm víst álvarsom brek við ólasøkupakkanum. Ábreiðslurnar frá Edmundi eru sera álvarsamar og eiga at elva til umhugsan í samgonguni. Edmund ger vart við nakað, sum mong hava langt til merkis, nevniliga at samgongan vil alt – men kortini vil hon onki, og tí kemur alt ov lítið burturúr. Hetta er, sigur Edmund, ein grundleggjandi trupulleiki og hann nevnir nøkur dømi um hesa støðu: Vit vilja vit sleppa uppí hjá ES – og hjá EFTA! Búskaparliga vilja vit bæði trýsta á speedaran og á bremsuna! Fiskivinnupolitiskt vilja vit hava burðardygga veiðu – men vit halda fram við ovurveiðuni! Kommunalpolitiskt vilja vit hava færri og sterkari kommunur – men vit tora ikki at leggja tær saman við lóg! Skúlapolitiskt tosa vit um eitt vitanarsamfelag – men vit halda fram at senda ung fólk av landinum at lesa og læra alla aðrastaðni enn í Føroyum. Edmund ger vart við, at hesar mótstríðandi ætlanir kunnu ikki halda fram. Ein partamaður Edmunds, Magni Laksafoss, hevur eisini verið úti við rívuni og sagt sum sína meining, at ólavsøkupakkin hvørki ger frá ella til. Hans Pauli Strøm hevur gjørt vart við ta álvarsomu sosialu slagsíðu, sum ólavsøkupakkin hevur. Farið verður eftir teimum veikastu við tað, at nartlað verður burturav fyritíðarpensiónini. Hetta er ein álvarsom atfinning. Lat so vera at Hans Pauli rósar pørtunum ud útbúgving og gransking, sum avgjørt eru rós verdir. Atfinningarnar frá samgongulimum líkjast nógv atfinningunum frá andstøðufólkum og hetta er eitt ófrættatekin fyri samgonguna. Hetta kann ikki halda fram, tí okkara samfelag tolir ikki ta óvissu, sum allar hesar afturvendandi atfinningarnar skapa. Vit mugu nú hava eina avkláring ud ES málið – tá Ísland er vorðið limur er ov seint. Vit mugu fáa skila fiskivinnupolitikkin, áðrenn ov seint er og vit mugu fáa ein skilagóðan kommunbygnað, sum er meginfortreytin fyri øllum nútímasgerðunu á skúla og útbúgvingarøkinum eins og á øðrum økjum. Vit mugu fáa fíggjarstovnarnar at taka størri váða og vit mugu fáa ein veruliga vinnufremjandi búskapar- politikk, sum kann fáa fólk og vinnulív at trúgva á framtíðina. Tað er satt sum sagt, at løgmasrøðan er ovuroptimistisk og appellerar til kenslurnar. Tað kann vera gott og væl men í gerandisdegnum skal annað og meira til enn føgur orð. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Marknaðarleiðari: Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Høgni Thomsen hogni@sosialurin.fo Elin Vatnhamar Olsen evo@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Árni Joensen arni@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl­ an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Kykmyndir: Alvin Elleby Andersen alvin@ras2.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e­post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e­post: aki@sosialurin.fo e­post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 frá kl. 8.00­20.00 og boða frá Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.­frí. 8­16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag­fríggjadag klokkan 1330 Tíðindaskriv Sjálvstýrisflokkurin og Tjóðveldi hava saman lagt fram Løgtingsmál nr. 11/2009: Uppskot til sam­ tyktar um at taka upp sam­ ráðingar um treytir fyri euro sum føroyskt gjaldoyra. Flokkarnir vilja, at Løg­ tingið staðfestir, at avtalur og samstarv við ES um ítøkilig mál krevjast at røkja áhugamál Føroya, og at fleiri sambærlig lond, ið ikki eru limir í ES, nýta evruna, fleiri teirra við egn­ um myntum. Samstundis er altjóða handil alsamt meiri merktur av evruni – eisini handil við fiskavørum, sum eru og meginparturin av føroyskum útflutningi. Út frá hesum halda flokk­ arnir, at løgtingið eigur at taka undir við, at samráð­ ingar verða tiknar upp við Europeiska Samveldið og Europeiska Miðbankan um treytir fyri, at Føroyar fara at nýta evru sum gjaldoyra. Flokkarnir leggja dent á, fólkaatkvøða verður um eina møguliga gjaldoyra­ avtalu, áðrenn hon kemur í gildi. Flokkarnir vilja við uppskotinum taka aftur í orðini hjá løgmanni, tá ið hann á ólavsøku 2009 segði at betri avtalur skulu gerast við ES um ítøkiligt samstarv at bøta um handilsviðurskiftini.. Júst hesir báðir tættir eru týð­ andi – Føroyar skulu gera avtalur og søkja samstarv við ES heldur enn at søkja limaskap; og Føroyar skulu hava síni ítøkilugu tjóð­ skaparligu áhugamál so sum økt útflutnignsvirði ella granskingarsamstarv fyri eyga. Í løtuni eru 16 lond við í evruøkinum. Afturat teim­ um nýta fimm lond evruna sambært formligum avtal­ um, teirra millum Monaco og San Marino umframt oyggjalond sum Mayotte; seks lond nýta evruna uttan formligar avtalur, teirra millum Andorra og Koso­ vo og fleiri oyggjalond. Eisini eru minst ellivu gjaldoyru tengd at evruni. Føroyska krónan er við tilknýti sínum til ta donsku óbeinleiðis knýtt at evruni, men við frávikum góð tvey prosent hvønn vegin í kursi. Vit hava sostatt vansarnar við evruni uttan til fulnar at fáa fyrimunir­ nar. Til ber ikki hjá keypar­ um og brúkarum beinleiðis at sammeta prísir, og til ber illa at stovna konti og lán í evrum. Stóri bágin er, at til ber illa at binda seg ov langt fram tí tíðina, tí óttin er altíð, at Danmark ikki megnar at halda krónu síni uppi, ella at Danmark velur at broyta politikk. Ríkisrættarliga er greitt, at ymsar eindir kunnu knýta seg at evruni, til dømis nýta bretsku økini á Kýprus evruna, tó at Bretl­ and ikki ger tað, og í næst­ um kann Ísland hugsast at fara at brúka evru – eisini sjálvt um limaskapur ikki verður veruleiki. Til tess veruliga at vita heldur enn gita verður tí samtykt at fara undir sam­ ráðingar um treytir fyri evruni, treytir ið síðani verða at leggja fyri føroysku tjóðina. Kári á Rógvi Kristina Toftegaard Larsen Høgni Hoydal Tórbjørn Jacobsen Kunnu vit nýta evruna? Ætlanirnar um at samla maritimu útbúgvingarnar á einum stað, nevnliga í Klaksvík, hevur veruliga fingið ilt í borgarstjóran í høvuðsstaði okkara. Hann er ólukkuligur um, at land­ sins kosnu skulu ditta sær at siga, at nakað skal liggja aðrastaðni enn í høvuðs­ staðnum. Eitt er, at borgarstjórin í høvuðsstaði okkara ikki er meiri visjónsríkur enn, at Føroyar bara skal verða høvuðsstaðurin, men at hann er so blankur søgu­ liga, at hann sigur, at: “... tann lítli Klaksvíkar Sjó­ mansskúli, liggur har, hvørs tilvera í stóran mun skyld­ ast politiskum vælvilja”. Eg vil upplýsa borgar­ stjóranum, at Klaksvíkar Sjómansskúli varð stovnað­ ur av privatum undangongu­ monnum fyri 50 árum síðani, og orsøkin til at hann ikki er vaksin meira, skyldast vantandi politisk­ um málsetningum og lands­ politikarum, hvørs hugburð­ ur ikki rúmar meir enn tann hjá Heðini Mortensen. Tað er ikki lítið hesin skúli hevur givið samfelagnum av undangongumonnum innan maritima økið. Undr­ unarvert er, at borgarstjórin í høvuðsstaðnum ikki fylg­ ir betur við viðurskiftum uttan fyri høvuðsstaðin. At stovnar liggja í høvuðs­ staðnum er ikki av teirri orsøk, at teir hava virkað framúr væl. Tá hugsað verður um Tekniska Skúla í Klaksvík og Klaksvíkar Sjúkrahús, tveir stovnar sum hava verið noyddir at barst fyri lívinum og kortini hava havt orku til at virka framúr væl, vísir hetta dyna­ mikkin, sum verður skaptur, tá stovnar verða lagdir úti um landið. Gleðiligt var at hoyra í fjølmiðlunum, at politik­ arar sum heild vóru samdir um, at maritimu útbúgving­ arnar natúrligast liggja í næststørsta býi Føroya. Hetta átti bara at verið gjørt fyri meiri enn 20 árum síðani. Tað er óheppið, at vit ikki fyri fleiri árum síðani hava fingið eina meiri yvir­ ordnaða ætlan um, hvussu vit skulu býta okkara land upp, so vit kundu fingið eitt betri skipað og meiri dynamiskt samfelag. Før­ oyar eru so lítlar, at skulu vit samla alt á einum stað, sum gongdin hevur verið tey seinastu árini, so haldi eg at vit sum land blíva alt ov fátøk, bæði geografiskt og í menning sum heild. Eg sum borgarstjóri harmist um, eisini útfrá tí samstarvi eg havi við borg­ arstjóran í høvuðsstaðnum, at hann sum umboð fyri okkara vakra høvuðsstað, ikki hevur størri ábyrgdar­ kenslu yvir fyri øðrum pørtum í okkara lítla landi. Hetta kennist fátækt. Løgtingið liggur heilt natúrligt í Tórshavn, men allir aðrir stovnar kunnu liggja og virka líka væl úti um landið. Spurningurin er bara, hvussu álvarsamt Føroya Løgting og lands­ umsitingin kenna sína ábyrgd viðvíkjandi útbygg­ ingum í øllum økjum í landinum. At enda vil eg takka okkara landspolitikarum fyri, at teir hava tikið henda týdningarmikla og fyri alt landið gevandi tátt upp og melda so greitt út. Løgtingið liggur heilt natúrligt í Tórshavn Borgarstjóri í Klaksvíkar Kommunu GUNvÁ vIð KELdU