fríggjadagur 7. august 2009síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Nr. 148 - 7. august 2009
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Leygardagin 8. august verð
ur Páll Vang, fyrr verandi
landsstýrismaður, 60 ár.
Tað var í 1981, at hann
gjørdist annar av lands
stýris monnunum hjá fólka
flokkinum, fyrst saman við
Olaf Olsen og síðan við
Anfinn Kallsberg.
Her gjørdi Páll eitt gott
arbeiði, og hann hevði gott
politiskt hegni. Hann umsat
millum annað land búnað ar
mál, og eitt av hansara
av rikum var royndarstøðin,
nú búnaðardepilin, í Kolla
firði, sum hevur havt so
stóran týdning fyri menning
av før oyska landbún aðin
um.
Í 1985 varð hann valdur
inn í Tvøroyar býráð, og í
1993 gjørdist hann bý
ráðsformaður. Her kom
hann rættuliga at royna seg,
og til tað næsta komm
unuvalið í 1996 fekk hann
eina rimmar undirtøku og
kundi trygt halda fram sum
borgmeistari.
Fólk minnast enn, hvussu
nógv hann stríddist fyri
Tvøroyri. Millum annað
fyri at fáa eina oljuhavn á
fjørðinum. Sjálvur Mærsk
McKinney Møller var á
Tvøroyri í hesum sambandi.
Hann tyktist at vera áhug
aður fyri hesi ætlan.
Samstundis hevði Páll
aðrar politiskar álitissessir,
sum í nevndini fyri Føroya
Brunatrygging, í stýrinum
fyri Suðuroyar Sjúkrahús
og sum formaður í Komm
unusamskipanini. Við løg
tingsvalið í 1998 var Páll
bert fáar atkvøður frá at
verða valdir inn á ting.
Men tíverri kom sjúka
knappliga at steðga hansara
politiska virksemi, tá ið tað
var í hæddini. Hetta var
fyrst og fremst eitt bakkast
fyri hann og familjuna men
eisini fyri Tvøroyri og Suð
uroynna, sum misti ein sín
fremsta talsmann.
Vit fegnast tó um, at Páll
er komin so frægt fyri seg,
sum hann er.
Vit ynskja Páll hjartaliga
tillukku við føðingardeg
num við bestu ynskjum fyri
framtíðina.
Fólkaflokkurin
Í morgin 8. august verður
Páll Vang á Tvøroyri 60 ár.
Foreldrini hjá Páll vóru
Johanna f. Andreassen úr
Fámjin og Palli Vang av
Hamri í Froðba. Johanna
var onnur kona Palla. Tann
fyrsta var Anna, ættað úr
Sandvík. Við henni fekk
hann trý børn Dánjal, Niels
Petur og Anna.
Anna doyði, og nøkur ár
seinni
giftist
Palli
við
Honnu, og tey fingu Páll.
Hanna var eitt gott fólk,
sum gjørdi húsið til eitt gott
og trygt heim, har eisini
børnini av fyrsta hjúnarlagi
kendu seg væl. Tað var ein
dyggur smeitur og stór sorg
fyri øll, tá ið Hanna doyði í
1957, bert 37 ára gomul.
Tá var Páll bert átta ára
gam al.
Palli giftist triðju ferð við
Svenny Vang úr Froðba.
Tey fingu sonin Jaspur. Tá
var Páll framvegis heima,
so Svenny gjørdist sum ein
mamma eisini fyri Páll.
Palli varð kallaður Rok
Palli, og tað liggur í hesum,
at hann hevur verið ein sera
raskur maður.
Men nú varð tað Palli
sjálvur, sum var fyri van
lagnu. Ein dagin í 1965,
hann var farin burtur í haga
og skuldi fara eftir einum
seyði datt hann oman, og
hann sást ikki aftur. Enn
einaferð vóru børnini hjá
Palla fyri svárum missi.
Palli gjørdist bert 57 ár, og
Páll var tá bert 16 ára gamal
og hevði mist bæði for
eldrini.
Páll fór ungur niður til
Høng á Sælandi at taka
studentsprógv. Aftaná var
hann eitt ár læraravikarur í
Hvalba.
Tá hittir hann Elin f.
Jacobsen, sum lesur til
sjúkra systir, og sum er á
sjúkrahúsinum á Tvøroyri í
praktikk. Elin er dóttir
Elisu og Vilhelm í Tjørnu
stovu í Norðragøtu.
Tað rennur saman teirra
millum, og tey flyta til Hol
bæk, har Páll fer á lærara
skúla, har hann tekur prógv
í 1973.
Tey koma heim aftur, og
Páll er lærari á Venjingar
skúlanum í Havn í eitt ár.
Men hugur hansara stóð til
Tvøroyri. Tað var her, hann
føldi seg at hoyra heima.
Seyður var eisini í húsinum,
og hevði hetta hansara
størsta áhuga. Páll gjørdist
so lærari á Tvøroyri.
Fer uppí politikk
Men Páll hevði áhuga fyri
samfelagsviðurskiftum, og
hetta førdi hann inn í
Fólkaflokkin.
Hann gjørdist so annað
av umboðum floksins í
lands stýrinum, tá ið sam
gonga var skipað fyrst í
1981 við Paula Ellefsen
sum løgmanni. Her gjørdi
Páll eisini eitt gott arbeiði,
men kanska dugdi hann
ikki allar tær snildir, sum
skulu til fyri at yvirliva í
landspolitikki.
Men hann kom inn í bý
ráðið á Tvøroyri í 1985, og
hann gjørdist borgmeistari í
1993. Í 1996 fekk hann til
kommunuvalið so nógvar
persónligar atkvøður, at
hann var sjálvskrivaður at
halda áfram. Mong minnast
stríðið hjá Páll at fáa olju
havn á Tvøroyri, har sjálvur
Mc Kinney Møller kom á
vitjan og vísti sín áhuga.
Páll varð virdur av fólki í
øllum flokkum. Ein felags
vinur hjá okkum báðum var
Martin Eidesgaard, sum
doyði fyri tveimum árum
síðani. Hann helt fyri ein
dagin við Páll, at “eg skal
rópa hurrá fyri tær, um tú
fær oljuhavnina.” Eg helt tá
fyri við Martin, at tað var í
lagi at rópa hurrá, men tað
var eins nógv atkvøðuna,
sum Páll hevði brúk fyri.
Nei, nú var tað so, segði
Martin, at hann var føddur
javnaðarmaður, so atkvøð
una kundi hann ikki lova.
Men Páll og Martin vóru
eins góðir vinir fyri tað.
Men á jólum 1999 rakti
vanlagnan eisini Páll. Hann
fekk eitt strik, har hann eins
væl kundi verið deyður. Tá
ið Mærsk McKinney frætti
hetta, sendi hann blómutyssi
og bræv til Páll og bað hann
um ikki at falla í fátt. Og
Páll bardi seg aftur til lívið
eftir eina áralanga sjúkra
legu, og hóast hann er
kropsliga nógv skerdur, so
er hann sálarliga væl fyri til
gleði fyri ætt og vinir.
Um støðurnar eru nú so
góðar, sum tær kunnu vera.
Í hesum sambandi má
Elin eisini nevnast. Elin
hev ur barst sum eingin
ann ar hevði kunnað gjørt
fyri at bøta um umstøðurnar
hjá Páll og øðrum í hansara
støðu. Hetta hevur eisini
eydnast. Tað er vist, at uttan
Elin hevði Páll ikki verið so
væl fyri sum hann er.
Páll og Elin eiga fýra
døtur:
Barbara er løgfrøðingur,
Hanna er lærari, Rakul er
sjúkrasystir og Elisa er les
andi.
Abbabørnini eru seks í
tali, og tað er óneyðugt at
siga, at abbin er púra býttur
í teimum.
Tað skal eisini sigast, at
tað hevur verið eitt framúr
samanhald í hesi familju,
og tey hava hvør í sínum
lagi gjørt tað møguligt hjá
Páll at fáa eitt so frægt lív,
sum hann hevur fingið.
Vit í familjuni hjá Elin
vilja fegin ynskja Páll og
eisini Elin, sum fylti í jan
uar, hjartaliga tillukku við
teirra 60ára døgum. Tað
hevur mangan verið stuttligt
at koma suður á Sevmýri at
vitja, og blíð hava tey verið
so tað forslær. Tað eru
nógv onnur sum eisini
kunnu sanna hetta.
Páll heldur dagin saman
við familjuni.
ó.
Páll Vang, 60 ár
Mc Kinney Møller á vitjan hjá Páll Vang
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum fyri sýnda samkenslu,
Tá kæra Mamma, vermóður, omma og langomma
okkara
Hildigerð Hansen
Í Garðinum, Klaksvík
andaðist og varð jarðað
Takk fyri kransar, blómur og heilsanir.
Takk til tykkum, sum hildu talu, takk til sangarar og
øll, sum á ymsan hátt hjálptu til við jarðarferðini.
Takk til Betesda í Klaksvík og til øll, sum hjálptu til
við ervinum.
Takk til Poul Færø, Lydiu og Jóhannes fyri
troystarrík orð í kapellinum og í Betesda.
Tøkk til øll, sum fylgdu Hildigerð til hennara
seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Majbritt, Yvy, Heimir, Kim, Hildigerð og Angela
Tøkk
Hjartaliga takka vit
øllum tykkum,
sum á ymiskan hátt
sýndu samkenslu
og stórt
hjálpsemi, tá okkara
høgt elskaði
Ingi Reynagarð Mohr
andaðist og varð jarðaður.
Øllum tykkum, sum við talu, sangi og tónleiki
vóru við til at gera bønarhaldið
í Keypmannahavn
og jarðarferðina í Havn so serliga og virðiliga,
takka vit hjartaliga.
Tøkk til tykkum, sum á hestbaki settu serligan
dám á gravarfylgið.
Tøkk fyri blómur, kransar og heilsanir.
Tøkk til tykkum mongu, sum á ymiskan hátt
stuðlaðu og hjálptu við ervinum.
Hjartans tøkk til øll, sum fylgdu Inga til gravar.
Familjunnar vegna
Anna, Unn, Gunnar og Guðrið
Páll Vang, fyrrverandi landsstýrismaður, 60 ár