fríggjadagur 7. august 2009síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 148 - 7. august 2009
Móti sólstøður viknaði pápi so líðandi. Hansara lívsljós
kámaðist og á kvøldi 2. juli slepti hann sínum jarðiska
bústaði, 95 ára gamal, júst hálvt ár aftaná mammu. Tá
mamma andaðist fjaraði lívsneistin hjá pápa spakuliga
burtur. Sjónligt var, at hann longdist eftir henni, at hann
var fyrireikaður at koma burtur úr hesum bústaði – burt
ur í ævinleikan, har deyðin ongan skilnað ger. Í trúnni á
henda veruleika flutti pápi burtur hiðani.
“Gev frið í hjarta, sál og sinn,
nú lívið um meg tagnar,
og á tað síðstu stund meg minn,
tá ikki meir tað dagnar,
tá sólin næsta morgun sær
um fjallaskarð,
men mær hon einki gagnar”,
yrkti skaldið. Tað er neyvan nakað sum er vakrari enn at
síggja sólina seta um fjallaskarð eitt vakurt og stilt
summ arkvøld, har roðin litar fjøllini og alt andar í frið
og sælu. Soleiðis slepti pápi jarðiska lívinum, har lívsins
kvøldarroði boðaði frá nýggjum vøkrum morgni, sum
úr náttini skal stíga.
Pápi var føddur 25. september í 1913 á Glyvrum. Teir
vóru tveir brøður, pápi og Lassin, sum var knapt ár
yngri. Lassin andaðist í juli 1992.
Foreldrini vóru Hans Djurholm og Inger, fødd Weihe,
ættað av Selatrað. Abbi var skipari og átti og førdi hann
sluppina Pilot fyrst í farnu øld. Harumframt hevði hann
navigatiónsskúla á Glyvrum, har yvir 130 ungir mans
tóku skiparaprógv. Eisini var hann skipasýnismaður, til
hann gavst vegna aldur.
Hugsandi var tí, at pápi fór at velja sjógvin sum sína
lívsleið, men ístaðin fór hann á læraraskúla og tók
lærara prógv í 1935, og var hann lærari á Toftum og
Gøtu 1935 og 36. Frá 1937 til 81 var pápi lærari í Kolla
firði, frá 1949 fyrstilærari. Í 195758 var hann í Dan
mark á DLH.
Pápi kom til Kollafjarðar á sumri 1937. Á vári hetta
sama ár vóru skúlabørn úr Kollafirði útferð á Selatrað.
Æl kom á tey, og bjóðaði Lassen Weihe, abbi pápa,
ferðalagnum á gátt at kroka. Har frættist, at í Kollafirði
fór lærarastarv at vera leyst sama summar. Umvegis
abba sín fekk pápi at vita um starvið, hann søkti og fekk
tað. Pápi mundi tá neyvan hugsa, at Kollafjørður fór at
vera hansara bústaður, men kanska var tað forsjónin
sum ráddi, at eitt æl lagaði hansara lívsleið. At hann í
Kollafirði fór at finna vív, festa búgv og at hann í ymsar
mátar fór at virka og tæna bygdafólkinum har alla ævi
sína.
Í 1938 funnu pápi og mammu saman, og giftust tey 8.
mai 1940. Tey fingu 4 børn – Ingrid, Arnóru, Hans og
undirritaða.
Men eisini í aðrar mátar rann saman millum pápa og
mammu. Ættin hjá pápa gekk umvegis bæði foreldrini,
sum vóru systkinabørn, til Andreas Djurhuus, próst á
Nesi. Foreldrini hjá pápa høvdu abba og ommu í Lamba
– Hans Petur Weihe og Emiliu, fødd Holm. Emilia var
dóttir Lassen Holm, prest í Norðurstreymoy.
At foreldrini hjá pápa soleiðis í bæði borð vóru eftir
komarar frá Djurhuus av Nesi, samstundis at omma
teirra var fødd Holm, kveikti hugskotið hjá abba mínum
at skifta til eftirnavnið Djurholm. Tað gjørdi hann í
1909.
Ættin í Kollafirði hjá mammu var úr Sjóvargarði, har
tippabbi hennara var Jens Christian Djurhuus, bóndi,
yrkjarin, ið var sonur Johan Djurhuus, sum var bróðir
fyrr umrødda Andreas Djurhuus, próst.
Tá pápi og mamma so gingu saman í hjúnarlag rann
umvegis tey aftur saman frá ættfedrunum Djurhuus av
Nesi.
Pápi var lærari í Kollafirði í 44 ár. Lærarayrkið var
fyri hann sum eitt kall, har undirvísing, stundvísi og
rættskafni vóru kjølfesti undir gerandisvirkinum. At
røkja starvið í samljóð við tað álit honum var litið til, í
gerandislívinum at vera ein fyrimynd í atburði.
Pápi legði stóran dent á, at allir næmingar fingu so
holla frálæru sum møguligt. Tað gleddi hann eisini
almikið, tá næmingar seinni sum vaksin javnan takkaðu
honum fyri dyggan og góðan skúlagang í barna skúl
anum.
Pápi virkaði eisini áhaldandi fyri, at nýggjur skúli
varð bygdur í Kollafirði, og var tað sannur hátíðardagur
fyri hann, tá nýggi skúlin varð tikin í nýtslu í 1970.
Í sínum gerandisvirki luttók pápi í so mongum øðrum.
Hann var kommunuskrivari og kassameistari í Kollafirði
í 28 ár umframt hjálparskrivari í 5 ár, organistur í
kirkjuni í 30 ár, var limur í meinigheitsráðnum og sókn
ar stýrinum.
Pápi var eisini ein av stovnarunum av Kollafjarðar
Ítróttarfelag, og var hann tilnevndur heiðurslimur í
felagnum fyri sítt virksemi, ítróttinum at frama.
Allar gerandisuppgávurnar hjá pápa uttanvert skúlans
gátt merktu okkara heim til fulnar. Ikki minst, at komm
unuskrivstovan var í heiminum í heilan mansaldur.
Hetta gjørdi, at bygdafólk komu á gátt frá morgni til
songartíð, gerandis sum halgidagar. Fólk komu tá pápi
og mamma vóru inni og uppi.
Allar kommunalar gerandisavgreiðslur vóru av
greiddar í heiminum, bygdaráðið helt fundir og skatturin
var í ártíggju líknaður inni hjá okkum. Alt hetta virk
semi, saman við bræva og peningaavgreiðslum, gjørdi,
at heim okkara var ein almennur staður, ein tænastudepil,
har túsundir av vitjanum vóru millum ár og dag.
Umframt almennu tænasturnar, so vóru óteljandi
aðrar tænastur veittar bygdafólkinum, tá brøv skuldu
skriv ast, testamenti formulerast, ognarviðurskifti greið
ast ella onnur mál greinast. Eisini stóð bókakassin frá
Landsbókasavninum í stovuni og fólk læntu og lósu
inni hjá okkum.
Harafturat tók pápi sær stundir til at læra børn í bygd
ina at spæla orgul og munnu tað vera fleiri sum minnast
tær løturnar við gleði.
Hóast okkara heim soleiðis nærum var almennur
megin staður, so var gerandisdagurin ikki merktur av
strongd. Tvørturímóti, so var heimið so friðsælt. Sjálvt
um gerandisdagurin var á tremur av skiftandi uppgávum,
so vóru altíð stundir til tað góða prátið, hugnaløturnar
við heimabakstri og annars við tí gerandisvirkseminum,
sum vanliga eyðkendi eitt heim á bygd tá á døgum.
Hoyrdi ongantíð øvugt orð um, at heimið var ein
snarskiva, har fólk komu og fóru eftir tørvi. Tvørturímóti,
so var virðingin fyri kringumstøðunum stór og var hvørt
kvøld endað við tøkk.
Í øllum virkseminum var mamma pápa óvurderiligur
stuðul. Hon skrivaði føroyskt ræði, og hjálpti hon pápa
allan sólarringin við øllum teimum uppgávum, sum
bygdafólkini fingu avgreidd inni hjá okkum. Saman við
pápa var mamma tí miðdepulin í avgreiðslunum. Uttan
hennara medvirkan hevði virksemið neyvan verið gjør
ligt. Og sigast kann, at tey ótaldu vitjandi kundu kenna
seg væl, tí umframt at fáa avgreitt síni ørindi, so vóru
ótaldir drekkamunnar skonktir, meðan bíðað varð. Í
okkara heimi var blíðskapur og eitt tænastustøði, sum
neyvan man vera meginreglan í dag. Sigast kann, at
pápi og mamma halgaðu sítt lív at tæna øðrum.
Pápi var sera hyggin maður. Setti stóra æru í at alt
virksemi rundan um hann og hansara var haldgott. Hann
var álitismaður og hevði ongar óvinir, men ótaldar vinir.
Legði stóran dent á ikki at tosa ilt um onnur fólk, sum
eisini var meginreglan við hús.
Pápi var eisini náttúrumenniskja. Urtagarðurin var
prógv um hansara alsk til náttúru og vakurleika. Eisini
hansara hugur at ganga var sjáldsamur. Hann skrivaði
niður, hvussu oftani hann var uppi á Árnadalstindi, og
var talið omanfyri hundrað ferðir, umframt ótaldu
túrarnar fram á Skarð og runt Dylluna. Eisini gekk hann
fleiri ferðir til Vestmanna og seinastu árini eisini onkran
túrin til Havnar.
Eisini var pápi av frægu telvarunum í bygdini. Minnist
sum smádrongur, at menn í grannalagnum eisini plagdu
at telva fýrtalv inni hjá okkum.
Hóast pápi valdi lærarayrkið, so var hansara virðing
fyri sjólívinum stór. Hann virðismetti til fulnar týdn
ingin av høvuðsvinnuni, og fylgdi hann menningini í
flotanum við stórum áhuga. At sonurin Hans er maskin
stjóri við Arctic Viking frøddi hann almikið, og var pápi
serstakliga áhugaður í hvussu gekst hjá kollfjarðar
trolaranum.
Upprunin hjá pápa, saman við áhuganum fyri fiski
vinnuni var kanska eisini ein orsøkin til, at hann frá
sjeytiárunum, sum frítíðarítriv reisti runt landið og
savnaði upp í ótald ringbind av tilfari til Siglingarsøgunar,
sum so við og við vóru prentaðar. Tá pápi bleiv pension
er aður, var arbeiðið við Siglingarsøguni mestsum full
tíðarstarv í mong ár. Samstarvið við Páll Nolsøe, sála,
helt fram til Páll andaðist. Tá lá nógv tilfar framvegis
hjá pápa, sum tíverri ikki er givið út enn.
Pápi hevði frá ungum fingið lagt í minnið at vera
takksamur fyri tað, sum gerandislívið hevði at bjóða, at
hjálpa har ástóð. Hesin hugburður hevur eyðkent aldr
andi ættarliðið, sum nú er um at søkka undir mold. Tey
standa ikki fremst í søgubókunum, men tey eiga allan
heiðurin av, at vit liva í einum tryggum samfelag. Í so
máta var pápi eitt livandi eyðkenni fyri hetta ættarlið
at arbeiða fyri hini, at virka uttan at krevja.
Pápi bað hvørt kvøld bøn, sum hann hevði við sær úr
barnaheiminum á Glyvrum. Sjálvt um hann var viknaður
burtur í einki, bað hann bønina á leguni í Tjarnargarði
stutta løtu, áðrenn hanna andaðist hóskvøldið 2. juli.
Bønin er soljóðandi:
Bed o´Jesus, bed for mig.
Bed mig ind i Himmerig.
Der at leve, der at bo
I en evig fryd og ro.
Gud, lad mig altid elske dig,
Du som beder godt for mig.
Gud vær min ven,
Gud hør min bøn
Og det for Jesus skyld.
Amen
Lítið bil seinni slepti hann hesum heimi. Hansara fjørð
ur var rógvin.
Nú er tómt í barnaheiminum við Sjógv í Kollafirði.
Heimið, “har dýrastu minni mær berast í sjón, um dagar
so fagrar við ljósi og smíli, sum einans teir finnast í
barndómsins lón”.
Heimið, sum var opin staður fyri tey mongu, sam
stund is sum tað var okkara akkerspláss, har foreldrini
tóku ímóti við brosi og opnum ørmum.
Afturlatin er grind, nú eisini pápi fór heim í ævinleikan,
har vit øll hittast aftur ein dag. Eitt langt lív, har trúðfesti,
arbeiðssemi og ósjálvsøkni vóru meginreglurnar, er
lokið.
Ærað verður minnið um pápa mín.
Bjarni Djurholm
Minningarorð um Niels Paula Djurholm