Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-07, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. august 2009síða 15

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 148 - 7. august 2009 15 Tøkk Hjartaliga takka vit øllum fyri sýnda samkenslu, tá kæri pápi, verfaðir og abbi okkara Tórarin Berg í Oyndarfirði andaðist og varð jarðaður. Takk til Henning Bøgesvang, prest, fyri troystarrík orð í kirkjuni og Hans Paula Danielsen í kapellinum. Takk til sangarar, berarar, kirkjutænarar og gravara. Takk fyri kransar, blómur og heilsanir. Ein serstøk tøkk til familju, vinir og tykkum øll í Oyndarfirði, sum á ymsan hátt stuðlaðu og hjálptu við ervinum. Tøkk til øll, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Ingilín og Rólvur Føðingar 21. juli fingu Halgerð M. Højgaard, Leirvík, og Kristian Poulsen, Toftum, búsitandi í Esbjerg, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 3330 gr. 28. juli fingu Ásgerð Leona Nilssen (Siste) og Dann Nilssen, Vági, eina dóttur. Hon var 49 cm long og vigaði 2720 gr. 29. juli fingu Kára Patursson og Hans Petur B. Nolsøe, Kaldbak, eina dóttur. Hann var 50 cm long og vigaði 2950 gr. 29. juli fingu Sigrun Helga Magnussen og Eli Hultgren, Hvalvík, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 4175 gr. 31. juli fingu Asloy og Philip Johnsen, Hoyvík, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 3500 gr. 1. august fingu Barbara D. Poulsen og Hallur Hansen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði 4050 gr. 2. august fingu Jastrid Hammer, Eiði, og Áki Troest, Saltangará, ein son. Hann var 55 cm langur og vigaði 3705 gr. 3. august fingu Laila Utvær og Geir Eliassen, Klaksvík, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 3560 gr. 3. august fingu Halltóra og Rúni Thomsen, Haldórsvík, ein son. Hann var 55 cm langur og vigaði 4150 gr. 4. august fingu Tanja og Steingrím Ósá, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 3700 gr. 4. august fingu Halldis Hansen, Nólsoy, og Hjørleif Rein, Tórshavn, ein son. Hann var 56 cm langur og vigaði 3900 gr. 5. august fingu Anna Maria og Janus Knudsen, Saltangará, eina dóttur. Hon var 55 cm long og vigaði 4000 gr. Tøkk Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu og hjálpsemi, tá mín kæri bróðir, svágur og farbróðir Gunnar Helgi Dam Klaksvík andaðist og varð jarðaður. Takk fyri góð og troystarrík orð í kapellinum og í kirkjuni. Takk til kirkjutænarar og sangarar. Takk øll ,sum vitjaðu og vóru um hann, tíðina hann var sjúkur. Takk fyri blómur og kransar. Hjartans tøkk til tykkun, ið fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Símun, Tórgerð, Kaj, Sigbritt og Paulina Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá okkara elskaði pápi, sonur, beiggi, svágur, mammu- og ommubeiggi og gubbi okkara Kristin Martin Jacobsen Miðvági sum brádliga varð tikin frá okkum. Tøkk til tykkum øll, ið vóru um okkum í stóru sorg okkara. Tøkk fyri alla ta hjálp, vit fingu til jarðar ferðina og ervið. Uttan tykkum megnaðu vit einki. Tøkk til sangarar, berarar og kirkjutænarar. Tøkk til Ingu Poulsen Dam fyri góða og troystar ríka talu yvir beiggja okkara. Tøkk fyri peningagávur til børnini. Tøkk fyri alt. Og tøkk til tykkum mongu, ið fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Børnini, pápi og systrarnar Tøkk Eina hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu, tá kæra mamma mín, vermamma, omma og langomma okkara Ingrid Andrea Simona Joensen (fødd Antoniussen) Froðba, andaðist og varð jarðað. Hjartans tøkk til øll, sum hjálptu til á ymiskan hátt í sambandi við jarðarferðina og ervið. Takk til Jónsvein Beck prest fyri troystarrík orð. Takk fyri kransar, blómur og gávur til Tvøroyrar kirkju. Takk til øll, ið fylgdu mammu til hennara síðsta hvíldarstað. Familjunnar vegna Anny, Daniel, ommubørn og langommubørn Tøkk Ein hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu, tá okkara elskaða dóttir, kona, mamma, vermamma og omma Ingrið Hammer Hósvík andaðist og varð jarðað. Ein serlig heilsan og tøkk til starvsfólkið á Lands- sjúkrahúsinum, sum vóru um hana og okkum í hesi sváru tíð. Stóra takk til Martin R. Jacobsen, prest. Til kirkjutænarar, sangarar, berarar og gravarar. Ein serlig tøkk til tykkum, sum hjálptu til við ervinum. Eisini takka vit fyri tær mongu blómurnar, kransarnar og fyri troystarrík orð. Og hjartans takk til tykkum mongu, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Vegna tey avvarandi, Jóhan Pauli, Sólrun, Eyðna og Herfríð við familju. Oddvør, Steintór Dagurin 7. august. Donatus, deyður umleið 380. Drongurin Donatus misti bæði foreldrini, og undan forfylging flýddi hann til Arezzo í Italiu. Varð prestlærdur og endaði sum biskupur har á staðnum. Seinni varð hann tikin og hálshøgdur. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008) Tøkk Eg vil takka so hjartaliga fyri stóra heiðurin, mær var sýndur, tá ið eg fylti seksti. Teimum, sum skipaðu fyri og teimum sum komu; eingin nevndur, eingin gloymdur, fyri framførslur og talur; gávur, blómur og heilsanir. Fyri alt samalt takki eg hjartaliga. Bestu heilsanir Niels Midjord