fríggjadagur 7. august 2009síða 17
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 148 | vikuskifti | 7. august 2009 | 83. árgangur
Vikuskifti
Viðareiði: - Hóast tað er ójavnt,
hvussu nógv menn fáa av lunda
her norðuri, so royni eg altíð
at eiga lundar niðurfyri til tey
vitjandi, sigur kokkurin Elisabeth,
sum byrjaðu matstovu sína í
2003.
Hetta gjørdi hon um somu tíð
sum nýggja Norröna kom. Og
nú - seks ár seinni - kann hon líta
aftur á ein hóp av vælnøgdum
gestum, sum hava notið eina
góða máltíð í norðastu matstovu
okkara.
Hóast matarskráin er fjølbroytt
við tí sum finst í havinum og á
landi, eru tað tær væl úr hondum
greiddu lundabringurnar sum
uttan iva hava størsta áhugan hjá
teimum vitjandi.
Hetta er ein serstakur rættur
í dag, og verður kanska enn
rárari rættur um nøkur ár, um ikki
lundastovnurin fer at menna seg
aftur.
- Ja, tað er heilt sikkurt, at tey
sum hava roynt at eti lunda einaferð
áður, vilja fegin gera tað aftur. Vit
uppliva í øllum førum, at fólk koma
aftur og aftur fyri at fáa sær lunda,
slær Elisabeth Nybo fast.
Hetta skuldi verið besta
prógv ið um, at fólk dáma henda
serføroyska rættin.
Eingin leivd
Tað er eingi prangandi skelti
sum boða frá hesi matstovuni
í norðastu bygd okkara.
Men kemur tú koyrandi eftir
høvuðsvegnum til Viðareiðis er
ein á rættari leið til mastovuna
hjá Elisabeth.
Inni í matstovuni stendur ein
smílandi vertur og kokkur og
tekur ímóti teimum gestunum,
sum bæði telja føroyingar og
útlendingar.
Hesi eru øll komin higar við
tí í hyggju at fáa sær eina góða
máltíð. Her er møguleiki at fáa
rættir millum annað úr kjøti,
fiski ella ein bert ynskir sær ein
kaffimunn við onkrum góðum
afturvið, m.a. tann vælsmakkandi
og heimagjørda ísin hjá Elisabeth.
Tað serstaka við matstovuni
man kortini vera møguleikin hjá
teimum “lekkursultnu” at fáa eina
leskiliga máltíð við lundabringu.
- Serliga føroyingum dáma
væl lunda, tí teir munnu hava
hoyrt um henda rættin frá øðrum.
Hinvegin so havi eg eisini sæð
mangar útlendingar bíleggja
sær lunda, sum teir við fyrsta
eygnakasti hyggja eitt sindur
skeptiskir til, tá hann verður
serveraður.
- Men líka so skjótt sum teir
hava fingið smakkin av lundunum,
eta teir so væl upp, at tað
næstan ikki er kjøtbitin eftir. Teir
vilja hava alt við!, sigur Elisabeth
við einum brosi.
81 gestir
Hóast Elisabeth ikki hevur
heimasíðu við matskrá síni, er líkt
til at fólk eru so fegin um hetta
matstaðið á Viðareiði, at tey siga
øðrum frá hesi matstovuni.
Eitt dømi um hetta, var eitt
kór úr Íslandi sum vitjaði á
matstovuni fyri nøkrum árum
síðani. Afturkomin av ferðini
greiddu sangararnir frá um
Føroyar, har fleiri teirra uttan iva
hava viðmælt matstovuna hjá
Elisabeth. Júst hetta fekk hon
prógv fyri nakað seinni.
- Tá kom ein maður á gátt
hjá mær, sum hevði hoyrt hinar
siga frá ferðini. Ein teirra hevði
beinleiðis sagt við hann “Tá tú
kemur til Føroyar, far so norður til
Elisabeth og fá tær ein bita. Har
verður tú ikki skuffaður”.
- Tú kanst ætla, at slíkt fløvar,
sigur hon.
Sigast skal, at matstovan ikki
telist millum tær størstu, og tí er
lætt at fylla hana upp við fólki.
Hóast tað kann tykjast trongligt
fyri onkran, megna Elisabeth
og starvsfólk hennara kortini at
skapa ein serstakan hugna og
vælveru hjá teimum vitjandi.
Hon hevur higartil í summar
havt nógvar matgestir á gátt nú
eftir ólavsøkuna, eins og hon
hevur gjørt mat út av húsinum.
Summir dagar hava verið
rættiliga strævnir, meðan hon
aðrar tíðir hevur havt færri gestir,
samstundis sum hon fyrireikaði
seg uppá komandi uppgávur.
- Ja, hetta er ein sjáldsom
bransja. Eitt kvøldi, tá eg fór til
songar stóð einki á ordraseðlinum
dagin eftir. Men um morgunin
byrjaði telefonin at ringja, og tá
eg taldi upp um kvøldið, hevði eg
havt 81 gestir!
Leskiligir lundar frá Lisabeth
Matstova
Snorri Bend
snorri@sosialurin.fo
- Mong fara fyrst ein túr við Alpha
Pilot undir Enniberg og koma síðani
at eta lunda her hjá mær. Hava tey
fyrst fingið smakkin av lundanum,
koma tey heilt sikkurt aftur, sigur
Elisabeth Nybo, sum rekur matstovu
á Viðareiði Mynd: Jens Kristian Vang
Lundabringa er ein rættur sum mongum
dámar væl. Um lundastovnurin ikki mennist
aftur, kann hetta gerast ein sera rárur rættur
hjá føroyingum og útlendingum