fríggjadagur 7. august 2009síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
Nr. 148 • 7. august 2009
Í ár eru liðin 50 ár
síðani Simme á
fyrsta sinni var í
Íslandi og spældi
tónleik. Tí passaði
tað sera væl, at
hann helt jubileum
á Stokkseyra festi
valinum um
vikuskiftið
Rasmus hevur nú 53 ár á baki
– og hann er eftir øllum at
døma líka væl umtóktur í dag,
sum hann var í 1956, tá Simme
skrivaði orð og lag til populera
sangin.
Trý ár seinni, í 1959, gjørdist
Simme Jacobsen so partur
av einum norðurlendskum
ferðalagi, sum fór til Íslands
við Dronning Alexandrine at
undirhalda íslendingum.
- Tað var ein ella onnur loga,
sum skipaði fyri ferðini, eg
minnist ikki heilt hvør. Men
saman við mær úr Føroyum
vóru Connie, Nikolina og Jórun
Dam Jacobsen, sigur Simme
Jacobsen.
Hørður Mortens var stóra
stjørnan tá, og hartil komu
fólk úr Danmark og Noregi. Og
ein slangugenta úr Finnlandi,
minnist Simme.
Orsøkin til, at júst tey úr
Føroyum vórðu boðin við heldur
Simme vera, at tey júst høvdu
givið eina plátu út, nevniliga
Rasmus.
- Vit ferðaðust í eina viku fleiri
staðir runt og framførdu, og
høvuðskonsertin var í Eysturbýar
Bio, har pláss var fyri 2000
sitandi áhoyrarum, sigur Simme
Jacobsen.
Hann sigur, at teirra
framførsla var sera væl umtókt,
og var endurgivin í øllum
íslendsku bløðunum.
Rasmus var stóra hittið tá,
eisini millum íslendingar, og
tað skuldi vísa seg, at sangurin
tann dag í dag er líka populerur
í Íslandi.
Við av tilvild
Nú, 50 ár seinni, hevur Simme
Jacobsen so aftur verið uppi
í Íslandi og framført, og hóast
komin væl til árs – 77 – so sigur
hann seg ongar trupulleikar hava
av at standa á palli í tímar og
spæla og syngja.
Tað var annars nakað av einari
tilvild, at hann var við á ferðini til
Íslands.
- Eg var inni í Tutl-handlinum og
prátaði við Kristian Blak. Tá hann
nevndi hesa ferðina til Íslands
segði eg honum, at tað í ár júst
eru liðin 50 ár síðani eg var fyrstu
ferð uppi í Íslandi og spældi. So
hann spurdi um tað ikki var eitt
hugskot, at eg kom við, og tað
takkaði eg ja til, sigur Simme
Jacobsen.
Við á ferðini var eisini Kolbein
Simonsen, ið jú sum kunnugt
er garvaður bassleikari, og
spældi saman við Simma á fram-
førslunum. Eisini Kim Hansen
og Jens Marni Hansen spældu
saman við Simma, so Rasmus,
Eitt sunnukvøld í plantasjuni og
Sára rungaðu so lystiliga ferð
eftir ferð á túrinum.
- Eg má siga, at Rasmus er líka
populerur en sum fyrr í Íslandi. Eg
má viðganga, at eg var eitt sindur
bangin fyri, at tað fór at verða
ein fiasko, men tað vóru sera
dugnaligir tónleikarar við, so tað
vísti seg at gerast eitt fantastiskt
upplivilsi, sigur Simme Jacobsen.
Umaftur
Simme Jacobsen og hansara
menn spældu rættiliga nógv, ja,
hvørt kvøld alt vikuskiftið.
Sunnukvøldið var ein hugnaløta
við báli uttan fyri Draugasentrið,
og har var riggað til at spæla,
so meðan bálið glampaði so
lystiliga, rungaði Rasmus enn
einaferð um allar geilar.
- Hetta hevur verið ein stak
góður túrur. Eg havi spælt
rættiliga nógv, men tað hevur ikki
bilað, eg havi orkað væl. Og tá
tú hevur fólk uttan um teg, sum
duga síni ting, gongur alt so lætt,
sigur Simme Jacobsen.
Tað liggur longu nú í kortunum,
at hetta tiltakið verður endurtikið
komandi ár, og sambært
tónleikaveteraninum er tað als
ikki óhugsandi, at hann verður
við, verður hann boðin.
- Hetta er nakað, eg kundi
hugsa mær at gjørt umaftur, sigur
Simme Jacobsen um íslandstúrin
farna vikuskifti.
Rasmus still going strong
Jubileum
Leo Poulsen
blaðmaður
leo@sosialurin.fo
Simme Jacobsen stóð
rættiliga ofta á palli
á íslandsferðini farna
vikuskifti
Mynd: Leo Poulsen
verða
komm
føroysk
ð
punktum
Málstrikan
MÁLFELAGIÐ
ð
Almenn sakligheit
“Gev keisaranum tað, ið
keisarans er, og gudi tað, ið
guds er”, stendur í bíbliuni.
Vit eru uppvand til at akta og
virða myndugleikarnar, betala
skatt og gera sum fyriskrivað
er. Og myndugleikarnir gera
eisini ymist fyri at styðja upp
undir tign og virðing. Summir
mynduleikapersónar hava uni-
form, dómarar eru í kápu, og prest-
arnir í kjóla, og tað virkar kanska
meira skemtiligt enn tignarligt.
Eisini brøv, sum myndugleikar
senda borgarum, eru álvarsom og
saklig. Vit fáa greitt at vita, hvat
myndugleikin vil. Kølig sakligheit
er eitt myndugleikaeyðkenni.
Tað kann tí tykjast løgið, at
vit nú síggja bilar koyra runt í
Føroyum við merkiligum boðskap-
um framman og aftan: snoddi,
putti, bravo, barba, dølli osfr.
Ein nummarpláta er eitt
álvarsamt skjal, sum skal prógva,
at hesin bilurin hevur rætt til at
koyra á vegunum. Tí virkar tað
ófrívilliga komiskt og óneyðuga
skemmandi fyri myndugleikan, tá
ið nummarplátur við barnsligum
páfundum singla runt í býnum.
Tað verður fortalt um ein
mann, sum var so góður við
konu sína, at hann kallaði hana
“fittasta kona í verðini”. Tey fóru
einaferð til Svøríkis at ferðast
við bili. Tey nutu ferðina við
Norrønu til Bergens og komu
væl um Hardangervidda og inn í
Svøríki. Men ikki vóru tey meira
enn komin um markið, tá ið
maðurin varnaðist ein merkiligan
áhuga fyri bilinum. Svenskarar
brosaðu og høvdu hug at klappa
og kína bilinum. Føroyingurin
var heilt ovfarin av tí svenska
blíðskapinum. Og forkláringina
fekk hann, tá ið onkur
blíðskortaður svenskari peikaði
honum á nummarplátuna. FITTA
stóð har við stórum stavum.
Best er, at myndugleikarnir
gevast við at útskriva
nummarplátur við ósakligum
innihaldi.(MT)
18