leygardagur 10. november 2001síða 2
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 218 - 10. november 2001
Nr. 218 - 10. november 2001
3
Týsdagin tann 13. no-
vember verður Hjørdis
Háberg 85 ár. Hetta gevur
eitt gott høvi at skriva
nøkur orð um hesa merk-
iskvinnu.
Foreldrini hjá Hjørdis
vóru Jógvan Næsaa, sum
var ættaður innan av Nesi í
Eysturoynni, og Elisabeth,
sum var ættað úr Sumba.
Tey búsettust í Havn, og tí
er Hjørdis havnarfólk burt-
urúr.
Sum heilt ung rann
saman millum Hjørdis og
Petur. Hann var sonur Pola
skómakaran
og
Mallu.
Malla var av Geilaættini í
Havn, systkinabarn Kristin
í Geil, og Petur var ein
"rættur geilamaður". Hann
hevði heilt ótrúlig evni á
nærum øllum økjum. Og
hesi brúkti hann bæði á tí
verðsliga og andaliga øk-
inum. Hann var soleiðis
ikki meira enn farin um tey
20 árini, tá hann var við til
at lesa rættlestur til fyrstu
týðingina av nýggja testa-
menti hjá Victor Danielsen,
sum kom út í 1937. Og var
hetta bert byrjanin til stór
avrik á hesum øki. Petur var
eisini brennandi tjóðskap-
armaður. Tá hann og
Hjørdis skuldu giftast vildu
tey sleppa undan at verða
gift "á donskum", sum tá
framvegis var galdandi fyri
borgarliga vígslu. Petur
legði til brots fyri at verða
giftur eftir føroyskum borg-
arligum víilsisrituali. Her
vóru nógvir bogar á veg-
num. Og tá avtornaði
gjørdust tey bæði tey sein-
astu, sum giftust eftir tí
danska ritualinum!
Sagt verður ofta, at aft-
anfyri
einhvønn
mann
stendur ein kvinna. Hetta
hevur ikki minst verið
galdandi fyri Petur og
Hjørdis. Ein maður við so
nógvum
virksemi
sum
Petur hevði brúk fyri einum
stabilum baklandi, sum
kundi verða trygd fyri at
jørðforbindilsið ongantíð
var slept. Og við sínum
stillføra og vinarliga sinna-
lagi var Hjørdis tann besta
trygdin fyri, at hetta ikki
hendi. Teirra heim var í
orðsins besta týdningi eitt
heim. Her kom altíð ein
hópur av fólki, sum øll
føldu seg eins væl. Tað
verður enn tikið til av
bygdafólki, sum komu ung
til Havnar, hvussu tey
høvdu heimið hjá Petur og
Hjørdis sum eitt frístað, har
tey altíð føldu seg vælkom-
nan. Her var eisini vítt til
veggja. Mamman búði inni
til hon doyði, og systirin
Rikka búði eisini hjá
Hjørdis og Petur stóran part
av lívinum. Heimið hjá
Hjørdis er ikki minni savn-
ingarstað í dag, nú ommu-
børn- og langommubørn
rættuliga
eru
farin
at
fjølgast. Tey kenna als ikki
langommuna
sum
eina
gamla konu. Eitt av lang-
ommubørnunum
spurdi
einaferð hvør var eldri
omman ella langomman!
Hetta eru eisini royndirnar
hjá okkum øðrum. Hjørdis
hevur somu evni at sam-
skifta við gomul og ung.
Og tað sum sermerkir hana
er hennara positiva lívs-
sýni, sum merkir at hon
altíð er við tí góða orðin-
um.
Tað er sjáldan, at eitt par
hevur "supplerað" hvørt
annað sum Petur og Hjørd-
is, og tey høvdu eitt fyri-
myndarligt hjúnarlag. Tí-
verri misti Petur tíðliga
heilsuna og hann doyði í
1984, bert 70 ára gamal.
Hetta fekk tó ikki Hjørdis
at geva skarvin yvir. Petur
var stjóri á p/F Hvalnes,
sum átti "Norðborg". Men
tá Petur legði frá sær tók
Hjørdis við sum stjóri. Og
hevur hon tískil verið ein av
okkara heilt fáu kvinnuligu
reiðarum. Hetta starv røkti
hon á ein fyrimyndarligan
hátt. Hon mundi tátta í tey
80 árini, tá hon legði frá
sær á hesum økinum.
Hjørdis hevur eisini í
aðrar mátar havt eina sera
aktiva pensjonistatilveru,
har hon ikki bakkar fyri
nøkrum. M.a. løgdu báðar
ommurnar,
Hjørdis
og
Dora, til brots, tá Katrin Jo-
hansen á sinni luttók á
olympisku leikunum fyri
brekað í Seoul í Suður-
korea. Og man hetta hava
verið ein rættulig eggjan
hjá henni. Og eina aðra ferð
fóru tær báðar til Bretlands
á eitt málskeið, hóast tær
søgdu seg ikki duga eitt orð
á enskum!
Hjørdis er framvegis sera
virkin á mongum økjum.
Hon hevur sera stóran
áhuga fyri søguligum- og
ættarviðurskiftum.
Tey
flestu í hennara aldri ræðast
teldu, men hetta ger Hjørd-
is ikki. Hon hevur sitið og
skrivað sína egnu lívssøgu
á teldu. Hon hevur savnað
samkomusøgu og hevur eitt
rættuligt savn við myndir
og tilfari. Og hon hevur
skrásett øll húsanøvn í
Havn frá tíðini hon var ung.
Vónandi kann alt hetta
tilfar koma víðari út, so
onnur fáa gleði av tí. Her er
talan um rættuliga mentun-
arsøgu.
Og hóast alt hetta virk-
semi følir ein seg altíð
vælkomnan inn á gólvið.
Skjótt er drekkamunnurin á
borðinum, og tað er ein
fragd at kunna sita og práta
við hesar fróðarkvinnu.
Børnini eru Beinta, Erna,
Jógvan Páll, Elma, Pætur
og Malan. Ommubørnini er
20 í tali og langommu-
børnini eru blivin 6, uttan
iva við útlit fyri fleiri!
Góða Hjørdis. Hjartaliga
tillukku við teimum 85
árunum!
ó.
Tøkk
Hjartaliga tøkk fyri sýnda samkenslu,
tá góða mamma mín
Tove Hvid Jacobsen
doyði og varð jarðað.Tøkk til prest, berarar og
sangarar, og til tykkum øll, ið fylgdu henni til
hennara seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Henrik
Hjørdis Háberg 85 ár
Hjørdis Háberg avmyndað vælhýrd fríggjamorgunin
Mynd: Jens K. Vang
Nú fólkatingsval er út-
skrivað setir tað stór krøv
til bløðini at fáa pláss fyri
greinum hjá mongu valevn-
unum. Skulu vit geva øllum
innivist merkir tað, at vit
mugu prenta nógv fleiri
síður og gevur hetta okkum
nógvan eykakostnað. Fyri
at tryggja øllum flokkum,
at øll valevnini kunnu fáa
allar sínar greinar við í
blaðið áðrenn valið, hava
vit gjørt av at taka avíst
gjald frá flokkunum fyri
valgreinar, sum svarar til
hálvan lýsingarprís.
Sendið okkum myndir av
valevnum. Tað hevði lætt
munandi um, fingu vit
tilfarið teldutøkt, tvs. antin
latið okkum sum teldu-
postur ella á diskili. Annars
er faxnr. okkara 314720.
Roynið eisini og avmarkið
greinar til eina A 4 síðu.
Merkið tilfarið
"Fólkatingsval".
Blaðleiðslan
Jólakalendarin hjá
Deyvafelagnum er nú
at fáa til keyps. Fólk
ganga hús úr húsi og
selja
JÓLAKALENDARI
At jólini nærkast í stórum
sæst millum annað av, at nú
verður bankað upp á út-
hurðina, og uttan fyri
standa fólk og spyrja, um tú
skalt keypa jólakalendara.
Deyvafelagið hevur aftur
i ár givið út jólakalendara,
sum samstundis er luta-
seðil, har vinningarnir eru
gávukort.
Jólakalendarin,
sum
Deyvafelagið gevur út í ár,
myndar jólavættrar, sum
stuttleika sær á Skansanum
í Havn, har eitt stórt jólatræ
er tendrað við síðuna av
vitanum.
Tað
er
Hermundur
Zachariassen, sum sjálvur
er deyvur, sum hevur
teknað jólakalendaran hjá
Deyvafelagnum.
Ágóðin av søluni av jóla-
kalendaranum
fer
til
Deyvafelagið og Grunn
Teirra Deyvu.
ej
Nú koma
jólakalendararnir
Valgreinar til fólkatingsvalið
C
M
Y
K
2
PostScript Picture
Buysunhouses