Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-11-10, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. november 2001síða 3

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 218 - 10. november 2001 Nr. 218 - 10. november 2001 5 Nú er aftur ein nýggj- ur vinnubygningur reistur í Vági.Talan er um eina frysti- goymslu og nú er frystiorkan í Vági tvífaldað VÁGUR Áki Bertholdsen Tað blíðkar fyri hugaðum monnum. Tað mugu vágb- ingar sanna. tí hesi seinastu árini er virki eftir virki sett á stovn í Vági og hósdagin var aftur reisigildi niðri á keiini. Tað er Johan Dahl og hansara samstarvsfelagir, sum aftur hava bygt eina frystigoymslu niðri á keiini, har teir hava eina frystigoymslu framman- undan. Teir eru eitt sindur seink- aðir eftir upprunaligu ætl- anini, men ætlanin er at hon skal vera klár at taka í nýtslu á nýggjárinum, so tað verður lagt nógv fyri, fyri at fáa hana lidna. Frystigoymslan, sum er, tekur 4.000 tons og tann, sum nú verður bygt afturat, tekur 5.500 tons og sostatt verður frystiorkan meir enn tvífaldað, tá ið hendan er liðug. Tá ið hendan goymslan er liðug, verða tær báðar klæddar við aluminium fyri at fáa tær at taka seg betri út. Høllin, sum nú verður bygd, verður fyri ein part gjørt við reolum, hyllum, sum kunnu flytast eftir tørvi. – Tað ger, at vit verða betri førir fyri at taka ímóti vørum, sum ikki tola so nógv av, eitt nú rækjum, laks og annað, sum ikki tol- ir at verða stáplað omaná hvørjum øðrum, sigur Johan Dahl. Frystigoymslan fer at taka 4.500 til 5.000 plattar og av teimum kunnu um- leið 1.800 standa á reolum. Tað eru felagið hjá Johan Dahl, Faromar og bretsku samstarvsfelagir hansara, International Seafood og Orcades Viking Ltd, sum eiga frystigoymsluna. Umframt frystigoymsl- una verður ein høll uppá 400 fermetrar bygt í sam- bandi við goymsluna, hon skal brúkast at flokka frystivørurnar í, og til plattagoymslu Tilsamans er talan um eina íløgu upp á átta milli- ónir. Meiri arbeiði Tá ið frystigoymslan verð- ur útbygt, fer hon at kasta væl meiri arbeiði av sær, enn frystigoymslan ger nú. Sum er, arbeiða eini 30-50 fólk í sambandi við frysti- goymsluna, tá ið skip koma at lossa ella lasta. – Tá ið frystigoymslan er útbygd, verður neyvan fleiri um fleiri arbeiðspláss. Men tað fer at føra við sær, at skipini, sum koma at lossa og lasta, verða væl fleiri, so at arbeiðið verður støðug- ari. Hann sigur, at hóast ar- beiðsdagarnir ikki eru so nógvir, eru teir rættiliga langir og lønin er tí hareftir, so tað skuldi onki verið í vegin fyri at fingið fulla vikuløn, hóast arbeitt ikki verður hvønn dag. Fingið 5.000 fermetrar afturat Umframt hesa frysti- goymsluna, hevur felagið hjá Johan Dahl fingið til- søgn frá kommununi um eitt stykkið upp á 5.000 fer- metrar afturat niðanfyri frystigoymsluna til framtíð- ar íløgur, men enn er óvist, hvat tað skal brúkast til. Einaferð var ætlanin at byggja eitt virki til upp- sjóvarfisk, men tað er nú slept, í hvussu so er fyri- bils. Jóhan Dahl sigur, at ar- beitt verður kortini við øðr- um ætlanum, men enn er ov tíðliga at av avdúka tær. Neyðugt við djúphavn Johan Dahl sigur, at nú so nógvar útbyggingar verða gjørdar í Vági, er tað al- neyðugt, at atløguviður- skiftini verða gjørd nógv betri. – Tað hevur avgerandi týdning, at djúphavnin, sum tosað so nógv hevur verið um, verður gjørd, tí tað er alt ov lítið atløgu- pláss sum er og hartil er havnin ov grunn, sum er. Johan Dahl sigur, at neyðugt verður at gera einar 70 metrar av djúp- havn í Vági, annars fer tað ikki at bera til. – Verður tað málið ikki loyst, fáa vit ein stóran trupulleika, sigur Johan Dahl. Aftur reisigildi í Vági Nú er aftur ein nýggjur virkisbygningur reistur í Vági. Tað er Faroe Cold Stores, sum meiri enn tvífaldar frystiorkuna og tá ið nýggjagoymslan er liðug á nýggjárinum, verður munandi meiri skipaferðsla á Vágsfjørði ÚTVARP Ingrid Bjarnastein Nýggja røddin á morgun- rásini, sum verður send hvønn morgun frá klokkan 7.30 til 9, er røddin á Bjarna Mohr. Bjarni er tó ikki nýggjur í Útvarpi Føroya. Hann hev- ur seinastu árini havt tón- leikasendingar og aðrar »lættisoppa«-sendingar sum eitt nú Vaglið við Ginnu Midjord. Í vetur er Bjarni eisini í luftini við fyrrverandi Náttarravnun- um, Rúna Jákupssyni og Heðin Arge, í leygarkvølds- sendingini Leið 5, sum teir tríggir skiftast um at gera. Hvat heldur Bjarni Mohr so sjálvur um nýggju upp- gávuna, ið honum er givin? – Eg taki hetta heilt sikk- urt sum eina avbjóðing. Áður havi eg bert gjørt leysari uppgávur her, so hetta er heilt avgjørt meira spennandi, sigur Bjarni Mohr. – Hetta er eisini betri, og er hetta heilt nakað annað. Í tílíkum sendingum kemur tú út millum fólk og prátar við tey. Bjarni hevur bert verið á Morgunrásini í eina góða viku. – Sendingarnar eru skip- aðar soleiðis, at vit eru tveir, sum standa fyri send- ingini hvønn morgun, greiðir Bjarni Mohr frá. – Tað eru so eg og Hilm- ar Jan Hansen. Vit skiftast um at senda og hava bak- vakt, sum tað eitur. Bak- vaktin skal gera innsløg og avtalur til sendingina, so tað verður klárt til tann, ið skal senda. Eisini skal bak- vaktin koma við tí størra partinum av tilfarinum í sendingini. Enn er Bjarni Mohr so nýggjur á rásini, at hann hevur ikki gjørt so nógv innsløg – enn. Men Bjarna verður ynskt góða eydnu við nýggju uppgávuni hon- um er løgd í hendi. Nýggjur morgunmaður Bjarni Mohr umborð Sovereign Explorer fyrr í vikuni ger her eitt innslag til Morgunrásina Mynd: Jan Vágbingar eru nú í ferð við at gera eftir- litsstøð fyri triðja- landsfisk. Tað eru vinnulívið sjálvt, sum betalir gildið saman við kommununi VÁGUR Áki Bertholdsen Nú verður eisini ein ein BIP-støð gjørd í Vági. Ein BIP-støð er ein marknaðeftirlitsstøð, har triðjalands fiskur, sum skal inn í ES, skal góðkennast, áðrenn hann sleppur inn. BIP-støðin er 120 fer- metrar og hon kostar 700.000 krónur. Hon verð- ur liðug í vár. Í støðini er eitt rúm, har vøran kemur inn, umframt kanningar- stova, matstova, brúsa og aðrir hentleikar, sum krevj- ast av eini slíkari støð. Tað er vinnulívið í Vági sjálvt, tvs alifyritøkan hjá Hera Hjelm og felagið, sum eigur frystigoymsluna, sum gera og betala støðina, sam- an við Vágs Kommunu. Tað verður eisini frysti- goymslan, sum skal reka støðina. Men tað vera almennu, føroysku myndugleikarnir, sum koma at hava tað eftir- litið, sum skal vera á eini slíkari støð og hon kemur sostatt at standa til taks hjá Heilsufrøðiligu Starvsstov- uni, sum fær fullan rætt til hana at kanna triðjalands- fisk, sum verður lagdur upp í Suðuroy og skal sendast til okkurt ES land. Annars var talan bara um at gera tvær bip-støðir í Føroyum, eina í Havn og eina í Kollafirði. Men tað hevði verið óliv- iligt hjá vinnulívinum í Vági. Tað kemur nógvur triðja- landsfiskur upp í Vági og tað hevði verið ótolandi um teir skulu til Havnar, ella onkra havn norðanfyri fyrst at fáa lastina góðkenda, áðrenn teir kundu koma til Vágs. – Fyrr hava skip, sum hava lagt triðjalandsfisk upp í Vági, verið noydd at fara til Havnar fyrst at »bippa inn«, sum tað nevn- ist á fakmáli og tað kann ikki vera meiningin, sigur Johan Dahl. Hann sigur, at er triðja- lands fiskurin fyrst góð- kendur á eini bip-støð, hev- ur hann frítt at fara í øllum ES. Tú heldur hann, at tað er neyðugt at gera bip-støðir í øllum høvuðshavnunum í landinum og tað heldur hann eisini, at vilji er til. Gera nú eisini BIP-støð í Vági Arbeiðseftirlitið hevur kravt stórar ábøtur á Skúlan í Hvalba. Sumt av tí skal gerast beinan- vegin HVALBA Áki Bertholdsen Tað kom Hvalbiar Komm- unu ógvuliga dátt við, tá ið hon nú ein dagin fekk bræv frá Arbeiðseftirlitinum í Havn. Arbeiðseftirlitið var fyrr í ár og kannaði skúlan og dómurin harður, at Eftirlit- ið krevur at stórar ábøtur verða gjørdar á skúlan. Fyrr í ár varð tað álagt skúlum at fáa viðurskiftini kannað og tað vóru serliga ljóðviðurskiftini, sum Ar- beiðseftirlitið kannaði. Úrslititið av kanningini vístu, at ljóðviðurskiftini vóru út av lagi vánalig. Tey vóru so vánalig, at Arbeiðseftirlitið krevur at stórar ábøtur verða gjørdar, annars verður skúlin stongdur. Men eftirlitið góðtekur, at ábøturnar verða gjørdar í stigum. Í nøkum rúmum í skúlan- um er støðan serliga ring og har skulu ábøturnar gerast beinanvegin. Í øðrum rúm- um er støðan ikki heilt so ring og tær ábøturnar kunnu gerast eitt sindur seinni. Ábøturnar, sum skulu gerast, eru ikki so ógvulig- ar og umfatandi, men tær eru rættiliga dýrar og tær verða ein stór, óvæntað rokning hjá kommununi. Fólk, sum hava skil fyri slíkum viðurskiftum hava mett fyri Kommununi, at trupulleikin kann loysast við at festa »akustiskar kassar«, ella »kasettur«, sum tað verður nevnt á fak- máli, upp undir loftið. Kostnaðarmetingar siga, at hetta fer at kosta góðar 300.000 krónur við mvg. Men kommunan ætlar ikki at liggja á boðunum. Á bygdaráðsfundi hós- kvøldið varð samtykt at út- vega nágreiniligar kostnað- armetingar og nágreiniligt yvirlit yvir tað, sum skal gerast, so at Bygdaráðið kann taka endaliga støðu á næsta fundi, sum verður seinni í mánaðinum. Á bygdaráðsfundinum varð møguleikin nevndur at gera so nógv av arbeiðnum, sum tilbar, í jólaferiuni. Møguliga fór tað at føra við sær, at jólaferian fór at vara nakrar dagar longri enn ætlað, men Bygdaráðið vónaði, at skúlastýri og myndugleikar annars skiltu støðuna og góðtóku tað, at skúlin ikki byrjaði aftur til tíðina av tí at talan var um eitt mál, sum ikki kundi bíða. Nú er eisini Vágur góðkend sum marknaðeftirlitsstøð, ella BIP-støð, sum tað verður nevnd á fakmáli, fyri triðjalandsfisk sum skal flytast til okkurt ES land og sjálv eftirlitsstøðin verður liðug í vár Mugu gera ábøtur fyri 300.000 krónur KODA hevur biðið fútan at steðga send- ingunum hjá Rás 2, tí rásin ikki vil gjalda KODA-pengar. Rás 2 tvíheldur um, at KODA ongan rætt hevur at krevja peng- ar inn í Føroyum og sendir sum vanligt PENGASTRÍÐ Eyðun Klakstein Danski felagsskapurin KODA hevur biðið fútan um at kvetta sambandið hjá Rás 2 við sendimastrina, tí útvarpsrásin vil ikki gjalda felagsskapinum pengar fyri at spæla tónleik. KODA umsitir rættindini hjá yrkjarum og kompon- istum og krevur pengar inn fyri nýtsluna av tónleiki í danska kongaríkinum. Rás 2 noktar at gjalda KODA pengar fyri sítt brúk av tónleiki, tí teir halda, at KODA hevur ongan rætt at krevja pengar inn í Føroy- um. – Eg havi biðið KODA vísa mær heimildina, sum teir hava fyri at krevja pengar frá okkum, og so skal eg nokk gjalda. Men tað hava teir ikki kunnað víst mær, og tí fáa teir ong- ar pengar frá okkum, sigur Petur Jacobsen, stjóri á Rás 2. – Eg kenni meg sann- førdan um, at KODA als ikki kann krevja pengar inn í Føroyum, tí eingin lógar- heimild er fyri hesum. Hvørki KODA ella fútin hava kunna víst mær hesa lógarheimild, sigur hann. Klaga til lógarmálaráðið Fútin hevur roynt at steðga Rás 2 í at senda tónleik, eftir at KODA ongar peng- ar fekk frá útvarpsrásini. Petur Jacobsen noktaði tó at gera eftir boðunum hjá fútanum, fyrr enn hann kundi síggja prógv fyri, at hann átti at gjalda fyri hesa nýtsluna. Fútin hevur síðani boðað KODA frá, at hann ikki hevur viljað avbrotið send- ingarnar hjá Rás 2, og hetta hevur fingið KODA at venda sær til danska lógar- málaráðið fyri at fáa teir at leggja uppí. Málið kann tykjast fløkt, men sjónarmiðini eru púra greið. KODA heldur seg hava rætt til at krevja peng- ar inn í Føroyum vegna tey tónaskøld, sum teir umsita rættindini hjá, meðan Rás 2 tvíheldur um, at KODA hevur einki at gera í Føroy- um, tí eingin heimild er fyri teirra virksemi her. – Vit skulu hava lógar- verk á hesum økinum, og best var, um vit fingu eina føroyska skipan, so før- oyskir tónleikarar eisini fingu ágóðan av hesum pengunum. Í løtuni verður ein rúgva av pengum sendir av landinum, men vit fáa bert ein lítlan partur aftur til landið, sigur Petur Jac- obsen. Í dag verður fundur í fel- agsskapinum Føroysk Tónaskøld, og har verður KODA væntandi eitt heitt evni. KODA roynir at steðga Rás 2 Rás 2 noktar at gjalda KODA pengar fyri tann tónleik, sum rásin spællir. Petur Jacobsen, stjóri, er sannførdur um, at KODA hevur als ikki loyvi at krevja pengar inn í Føroyum Mynd: Jens Kristian Vang Ljóðviðurskiftini í skúlanum í Hvalba eru so út av lagi vánalig, at Arbeiðseftirlitið hevur kravt, at stórar stórar ábøtur verða gjørdar beinanvegin C M Y K 5 4