Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-11-10, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. november 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 218 - 10. november 2001 Nr. 218 - 10. november 2001 7 – og kann tað vera ein ábending um, at Amerada Hess hevur funnið »okkurt«. Keldur hjá blaðnum vilja vera við, at talan kann vera um gass- kondensat. Annars ganga søgur um olju- fund sum heitt breyð kring alt landið 3. OLJUBORINGIN/- ANALYSA Jan Müller Tað ganga nógvar søgur kring alt Føroya land og eisini í útlandinum um, at Amerada Hess skal hava funnið olju. Hetta hava eisini bløð sum Oyggjatíðindi og Norðlýsið skrivað. Men vísa samtíðis á, at eingin vil vátta leysasøgurn- ar. Bæði hjá Amerada Hess og hjá Oljumálastýrinum fáa vit somu boð: tíðindaskriv fer at koma frá Oljumálastýrinum, tá nakað er at frætta. Lat okkum so hyggja eitt sindur nærri at støðuni í løtuni og tengja tað uppí, sum vit hava roynt at uppspurt hjá keldum eitt nú jarðfrøðingum og øðrum, sum hava holla vitan og kunnleika til økini, har borað verður. Amerada Hess hevur ong- antíð viljað sett nakað ávíst % á fyri sannlíki at finna olju í hesum fyrsta brunninum. Men mong eru tey, sum hava víst á, at samtakið, sum fekk hetta lisensøkið varð kanska tað mest hepna, tí sannlíkið at finna olju er best í hesum blokkinum. Eisini er sannlíkið fyri at sleppa undan basalti størri her enn aðrastaðni. Haraftat liggur tað næst kendum oljufeltum bretsku megin markið. Vit hava eisini frætt, at fyrr- verandi oljufelagið Saga, ið hevði gjørt eitt grundleggjandi forarbeiði til at søkja um lisens her, metti júst økið hjá Amerada Hess sum eitt tað mest lovandi. Kelda blaðið hevur tosað við sigur, at blokk- urin er »tjokkfullur« av olju. Spurningurin er so, um bor- urin er settur í á rætta stað. Onkur jarðfrøðingar hevur víst á, at møguliga átti Amerada Hess at sett borin í einar 4 kilometrar longur vesturi. Tann møguleikan hava teir so við næstu boringini. Amerada Hess hevur so heldur ikki viljað sagt við vissu, hvussu djúpt teir bora. Men talan sigst vera niður á knappar 4000 metrar. Henda boringin hevur gingið skjótt og væl og skuldi tí longu verið liðug. Tað hevur eydnast Sosi- alinum at fáa upplýsingar um, at Sovereign Explorer í løtuni eru farin niður um teir 4000 metrarnar og er við at bora nakrar 100 metrar aftrat. Tvs. at felagið fer djúpri enn tað upprunaliga hevði ætlað. Tað bendir á, at man hevur fatur í »onkrum« av áhuga. Neyvan varð borað víðari, um har ikki var okkurt. Sum skilst á keld- um tosað hevur verið við, er møguleiki fyri, at boripallurin hevur troffið við gass ella kondensat, eitt millumting millum olju og gass. Og fyri at vita, hvat man veruliga hevur við at gera og um olja eisini kann verða tengd at hesum kondensatinum, verður farið longur niður við borinum. Gitingarnar um gass ella kondensat fáa so eisini lív í aftur tíðindini í skotska blaðn- um Press and Journal fyri nøkrum árum síðani, har tað varð skrivað, at BP hevði funnið kondensat/gass í Conival-brunni sínum. Hesin liggur bretsku megin markið tætt upp at boringini hjá Amerada Hess. So er spurningurin um Conival veruliga var eitt gassfund. Vit vita tað ikki, tí tað hevur »tighthole status«. Men hetta kann so vera ein ábending um, at Amerada Hess hevur rakt við kondensat/gass á nøkun- lunda somu leið. Ein annar áhugaverdur spurningur í øllum hesum er, at tá leitað varð eftir olju í økinum, har BP fann Foin- aven, tá varð í veruleikanum farið eftir strukturum, sum lógu nógv djúpri. Men heilt av tilvild rakti BP við Foinanven feltið, sum ikki lá so djúpt. Spurningurin er tí nú um Amerada Hess – við roynd- unum frá Foinaven í huganum – men við øvugtum fortekni – er farið longur niður enn ætlað varð og heldur óvantað funnið gass ella møguliga olju í einum lagi, sum als ikki varð við á seismisku kortunum. Tvs. at vit her fáa eina nýggja Foinaven effekt men við tí muni, at Foinaven varð í ovaru løgunum. Og hjá Hess hevur man kanska funnið nakað í djúpri løgum. Nógv av hesum kann tykjast sum gitingar, men keldurnar blaðið hevur tosað við halda tað ikki vera ósannlíkt, at hetta kann vera støðan, og at tað ikki er óhugsandi, at tað »okk- urt«, sum Amerada Hess hevur funnið, er fyrsta tekinið til eitt gassfund. Spurningurin er so, um hetta er í rakstrarverdugum nøgdum. Møguliga er tað henda spurningin, sum Ame- rada Hess nú roynir at fáa svaraðan. Av tí at tað ikki verður testað í brunninum kann hugsast, at man á annan hátt vil royna at finna svar. Kjarnuroyndir eru tiknar fyri kortum og úrslitið av teimum fer so eisini at siga nakað nærri um alt hetta. Tá blaðfólk vórðu umborð á Sovereign Explorer í vikuni vístu kort á vegginum brunnin. Á hesum sást, at Amerada hevur havt fýra mál (target) í brunninum. Tað fyrsta og ovasta var Tina, síðani Joanna, Annika og niðast Marjun. Spurningurin er so um ikki øll hesi málini hava verið turr, møguliga onkur oljuspor. Er nakað um tosið við enn einum møguleika djúpri enn Marjun so er Amerada Hess noytt til at finna sær enn eitt kvinnunavn fyri tað óvantaða og nýggja fimta málið og kundi tað t.d. hóskandi fingið enn eitt vakurt føroyskt kvinnunavn – Durita. Hví ikki! Tvs. at møguliga fyrsta olju- ella gassfundið á føroyska landgrunninum kundi verið uppkallað eftir føroyska kvinnunavninum, Durita. BP hevur valt at brúka fjallanøvn fyri síni oljufund. Livst so spyrst. – Tað eru ov fáar kvinnur í føroyskum politikki, og tað hevði verið spell, um Hel- ena Dam á Neystabø fór úr flokkinum. Tað, sum er farið fram í seinastuni, vísir, hvussu viðbrek- in ein lítil flokkur kann vera, og tí er neyðugt, at vit samla allar góðar kreftir, sigur Eyðun Elttør, landsstýrismaður nú undan eyka lands- fundinum hjá flokkinum í dag STRÍÐIÐ Í SJÁLV- STÝRISFLOKKINUM Jan Müller Í dag hevur Sjálvstýrisflokk- urin eykalandsfund, har m.a. formansval er á skránni. Nú rættiligt stríð hevur tikið seg upp í flokkinum í sambandi við formansval og flokkurin annars stendur til at missa undirtøku hava vit spurt Eyðun Elttør, landsstýrismann hjá flokkinum, hvat hann heldur kann gerast við at rætta uppá støðuna: – Vit mugu taka í egnan barm eftir hetta sum hent er bæði fyri okkum sjálvum og fyri veljarunum, sum stuðla flokkinum. – Onkur sigur, at við hesum, sum nú er hent og orsakað av polariseringini, sum er so stór, dettur Sjálvstýrisflokkurin niðurímillum. – Tað vóni eg ikki at hann fer, og tað vil eisini vera sera óheppið, tí brúk er fyri einum flokki á miðjuni. – Helena Dam á Neystabø segði við útvarpið nú um dagarnar, at hennara linja var at verða hóvlig í sjálv- stýristilgongdini. Hetta er ikki júst tað, sum hevur eyðkent flokkin hetta valskeiðið, har mong halda og harímillum eisini veljarakanningarnar vísa, at flokkurin hevur latið seg draga ov langt út á full- veldisleið av Tjóðveldisflokk- inum? – Tað er nakað um tað. Kanska serstakliga í fyrstani, serliga fyrstu tvey árini, kom Sjálvstýrisflokkurin at liggja rættiliga tætt upp at politikk- inum hjá Tjóðveldisflokkin- um. Hinvegin haldi eg, at vit kunnu siga, at vit hava Sjálv- stýrisflokkinum fyri at takka, at sjálvstýristilgongdin er vorðin meira hóvlig, enn vit hava sæð fyrstu tíðina í hesum valskeiðnum. – Men metir tú tá, at tíðin er komin til, at flokkurin finnur sítt pláss aftur á miðjuni í føroyskum politikki? – Hugsa vit um Sjálvstýris- flokkin og sjálvstýrisveljarar, so er ynski teirra, at vit halda okkum á miðjuni í føroyskum politikki. Vit fara á val við einum hóvligum sjálvstýr-is- politikki og fara heldur ikki at lata nakrar dyr aftur fyri nøkr- um øðrum flokkum. Eyðun Elttør heldur, at skuldi farast á sjálvstýrisleið, so máttu nøkur stig takast. Tað var eisini tí at farið varð í hesa samgonguna. – Nú var eg ikki við til samráðingarnar at skipa samgongu, men tá samgonga er skipað, so má man eisini fylgja leiðini. Og hann heldur fram: – Eg veit væl, at tað eru mong, sum siga, at flokkurin er farin ov langt á fullveldi- sleið, meðan onnur halda, at tað er í lagi. Hinvegin er tað ein sannroynd, at Sjálvstýris- flokkurin stendur fyri einum stig fyri stig politikki. Tað er tó bara amboðið til at røkka mál- inum. Persónliga haldi eg, at vit føroyingar skulu stjórna okkara egna landi, og tí er neyðugt, at málsøkini verða yvirtikin og at vit gera okkum leys av skuld. Vit mugu nú siga við okkum sjálvi, at hesi fýra árini hevur tað ikki eydnast okkum at loysa tað vit ætlaðu. Tað eru tveir partar, og vit mugu samráðast við danir skulu vit koma á leið við yvirtøkumál- inum. Við góðum samráð- ingum eigur hetta at bera til. – Eigur flokkurin at halda fram í eini samgongu við nú- verandi flokkar ella eigur flokkurin eisini at hyggja eftir øðrum samgongumøguleik- um? – Vit eiga at hava dyrnar opnar. Skal man fram á polit- iskari leið og gera seg gald- andi sum ein lítil flokkur, so eigur man at vera opin fyri samstarvi við allar flokkar sigur Eyðun Elltør, sum heldur hóast flokkurin er spáddur afturgongd, so eigur tað framvegis vat verða pláss fyri Sjálvstýrisflokkinum. Hann viðgongur, at tað sjálvandi er sera óheppið við teimum innanhýsis trupulleik- um, sum eru í flokkinum, men hann vónar, at tá ein tíð er far- in, kann støðan stabiliserast soleiðis, at flokkurin fær eitt gott val. Ringt at brúka oljuna sum valagn Sjálvstýrisflokkurin hevur fyrr verið sterkur í Norðoyggjum og eisini umboðaður á tingi. Hevur flokkurin møguleika at vinna sítt umboð aftur, nú Eyðun Elltør hevur umboðað flokkin í landsstýrinum alt skeiðið? – Eg vóni, at hann kann tað, men tað hevur kanska ikki verið so lætt at markera míni málsøki, olju- og umhvørvis- mál, júst norðureftir, tí tey viðvíkja meira øllum landin- um enn einum ávísum øki. Men eg vóni, at tað arbeiði, sum er gjørt kann vísa, at eg havi virkað fyri alt landið. Tað haldi eg eisini, at ein lands- stýrismaður skal, tað er møgu- liga nakað annað við einum løgtingsmanni, sum er valdur at umboða eitt ávíst øki á tingi. – Hevur tað týdning fyri, at tú kann verða valdur á tingi, at olja verður funnin áðrenn næsta val. – Eg ivist ikki í, at verður olja funnin áðrenn løgtings- valið, so hevði tað havt nakað positivt við sær. Fólk høvdu kanska havt bjartari vónir um framtíðina. Gagnar hetta mær og Sjálvstýrisflokkinum er tað bara gott. – Hvat fer tú at gera fyri at byggja brýr millum oddafisk- arnar í flokkinum? – Eg vil fegin gera tað, sum stendur í mínum valdi fyri at samstarvið kann verða betri. Tað er óheppið fyri allar flokkar at hava eitt innhýsis stríð, og hetta merkist so kanska eisini best í einum lítil flokki. Helena hevur tikið seg úr formanssessinum, og tað mugu vit taka til eftirtektar, men eg trúgvi, at bæði Sámal Petur og Helena kunnu síggja, at tað kortini ber til at halda fram og virka saman í flokkinum. – Væntar tú at Helena er til dystin fús til løgtingsvalið eftir hesa viðferðina frá Sámal Peturi? – Líka so væl sum vit hava brúk fyri einum so góðum pol- itikara sum Sámal Peturi, vóni eg, at Helena heldur fram. Vit hava brúk fyri henni og hon er eitt gott andlit fyri flokkin. Hon hevur gjørt eitt stórt ar- beiði innan almennaøkið, ser- stakliga hava pensjónistarnir fingið nógv betri sømdir. Eg haldi, at tað eru ov fáar kvinnur í føroyskum politikki, og tað hevði verið spell, um Helena fór úr flokkinum. Tað, sum er farið fram í seinastuni, vísir, hvussu viðbrekin ein lítil flokkur kann vera, og tí er neyðugt, at vit samla allar góðar kreftir, sigur Eyðun Elttør at enda. Bora longur niður enn ætlað Brúk fyri kvinnum í føroyskum politikki Eyðun Elttør, lands- stýrismaður sigur, at flokkurin eigur at finna sítt pláss aftur á miðjuni í før- oyskum politikki og eiga dyr at vera opnar til allar flokkar eftir valið Javnaðarflokkurin gjørdi á uppstillingar- fundi hóskvøldið listan við fólkatings- valevnunum lidnan. Samstundis varð gjørd valskrá, har dentur veðrur lagdur á at reka aktivan politikk við samstarvi heldur enn kon- frontatiónum á Fólkatingi FÓLKATINGSVAL Edvard Joensen Tað er við samstarvi, at stórar politiskar avgerðir Føroya og Danmarkar ímillum skulu takast. Tað gerst best við einum ak- tivum føroyskum umboði á Fólkatingi, sum heldur seg óheft av donskum parta- politikki, men er við, tá føroysk viðurskifti verða viðgjørd, sigur Javnaðar- flokkurin í valskránni, sum gjørd er í samband við fólkatingsvalið. Javnaðarflokkurin ásann- ar, at føroysk politisk viðurskifti skulu viðgerast á Føroya Løgtingi, meðan rætt er at viðgera felagsmál Føroya og Danmarkar í millum av røðarapallinum á Fólkatingi. Og tað fer komandi fólkatingsmaður Javnaðarfloksins eisini at gera, sigur Javnaðarflokk- urin. Fólkatingssessurin er eingin forðing fyri sjálvs- avgerðarrætti føroyinga. Tvørtur í móti, sigur Javn- aðarflokkurin, sum fer at nýta eitthvørt høvi at gera vart við støðu Føroya á Fólkatingi. Javnaðarflokkurin ásann- ar, at rikni politikkurin hjá hesi smagonguni hevur skapt nógvar konfronta- tiónir og naggatódn í viður- skiftinum landanna millum. Hesum vil Javnaðar- flokkurin koma burtur úr, og kann fólkatingsumboðið vera eitt hent og gott amboð til at brúka í hesum sam- bandi. Eisini fer Javnaðarflokk- urin at virka fyri at kunna um Føroyar og føroyingar, lív og mentan, bæði á Fólkatingi og millum van- liga danan, sigur Føroyar Javnaðarflokkur í valupp- leggi sínum upp undir fólkatingsvalið tann 20 november. Javnaðarflokkurin hevur stillað 19 valevni upp, og eru tey í bókstavarøð: Thomas Arabo Verkfrøðingur Signabøur Jóannes Eidesgaard Fólkatingsmaður Tvøroyri Malan Helgadóttir Bygdaráðslimur Í Heiðum Miðvágur Sylverius Jacobsen Smiðjumeistari Skáli Katrin Dahl Jakobsen Løgtingskona Villingardalsvegur 61 Tórshavn Vilhelm Johannesen Løgtingsmaður Víkavegur Klaksvík Hans Jørgensen Skrivari Heiðatrøðin Miðvágur Elin Lindenskov Býráðslimur Frúutrøð 14 Tórshavn Gerhard Lognberg Borgarstjóri Skopun Kristian Magnussen Løgtingsmaður Dungagøta 13 Tórshavn Jákup Birgir Mohr Sýslufulltrúi Sandur Gunnvá Mortensen Skrivari Hósvík Rasmus Niclasen Netumsitari Sørvágur Henrik J. F. Old Løgtingsmaður Vágur Andreas Petersen Lækni Syðrugøta Dan Reinert Petersen Løgtingsmaður Fløtugerði 21 Fuglafjørður Bartal Nolsøe Poulsen Hjálparf. hjá LV Áarvegur 14 Tórshavn Eyðgunn Samuelsen Býráðslimur Jørundsgøta 40 Klaksvík Hans Pauli Strøm Løgtingsmaður Vestmanna Samstarv gevur loysnir Javnaðarflokkurin legði á tíðindafundi í gjár fram valskrá og valevnislista til fólkatingsvalið Mynd: Jens Kristian Vang Uppgávan hjá einum fólkatingsumboði er at umboða sínar veljarar og ikki eina føroyska samgongu, sum løgmaður vil vera við, sigur Jóannes Eidesgaard, fólkatingsmaður FÓLKATINGSVAL Edvard Joensen Ein fólkatingsmaður skal umboða sínar veljarar, og ikki landsstýrið, á Fólka- tingi. Skal landsstýrið hava ein loyalan umboðsmann í øllum málum, er talan um ein ambassadør, segði for- maður Javnaðarfloksins á tíðindafundi í samband við uppstillingina til fólka- tingsvalið. Júst tað at umboða sínar veljarar við at halda tað, hann lovaði áðrenn seinasta fólkatingsval, sigur Jóann- es Eidesgaard, fólkatings- maður og formaður Javn- aðarfloksins, seg hava gjørt á Fólkatingi. Javnaðarflokkurin hevði tíðindafund í gjár, har sagt varð frá valskrá floksins og valevnislistanum til fólka- tingsvalið. Jóannes Eidesgaard, segði, at flokkurin metir tað sum nakað natúrligt at, føroyingar hava umboð á Fólkatingi, so leingi ríkis- rættarliga støðan er, sum hon er. – Tá tann tíð kemur, at vit hava yvirtikið øll mál, sum hava við bæði londini at gera, verður fólkatingsum- boðanin av sær sjálvum tikin av, metir hann. Hann boðaði frá undan seinasta fólkatingsvali, at fór ikki at gerast limur í nøkrum donskum ting- bólki, og tað hevur hann hildið. Somu støðu hevur hann í dag, sigur Jóannes Eidesgaard. Hann vísti á, at tá hann hevur orðið á Fólkatingi, stendur ljóstalvuni, at hann umboðar Føroyar, meðan aðrir umboða flokkarnar, teir eru valdir fyri. Til dømis stendur eitt K, sum merkir Konservative, á talvuni, tá Óli Breckmann hevur orðið. Jóannes Eidesgaard sig- ur, at støða hansara er góð- tikin í Fólkatinginum, og at danir ongantíð hava lagt nakað trýst á hann fyri at fáa hann upp í nakran ting- bólk. Men hann hevur fyrr boðað frá, at hann fer ikki at koppa eini danskari sosialdemokratiskari stjórn við beinleiðis at atkvøða í móti henni. Og tað ætlar hann sær heldur ikki at gera í framtíðini, um tann møgu- leikin annars býðst. Hann heldur hetta fólka- tingsvalið fara at verða nakað væl meira enn bara eitt fólkatingsval. – Tað verður ein meting av politisku støðuni í Føroyum, nú løgtingsval- keiðið er við at renna út, segði hann. Fólk fara ivaleyst at taka tað sum eitt høvi til at siga sína hugsan um fullveldispolitikkin, sum tey ikki sluppu til fólkaatkvøðu um, heldur javnaðarformaðurin. Hann væntar eisini, at valið verður ein uppgerð millum fullveldisvongin og samríkispolitikkin, sum Javnaðarflokkurin stendur fyri, har Sjálvstýrislógin er ein berandi partur. Løgmaður misskilir umboðanina Veljarin fer at siga sína hugsan um fullveldismálið á fólkatingsvalinum, metir Jóannes Eidesgaard Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 7 6