fríggjadagur 7. august 2009síða 21
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
Nr. 148 • 7. august 2009
Sonevndi Stokkseyra festivalurin
hevur verið um vikuskiftið. Hetta
er triðju ferð, at hesin festivalurin
verður hildin í lítlu bygdini 15 kilo
metrar sunnan fyri Selfoss.
Hesaferð høvdu fyrireikararnir
valt at hava eitt føroyskt tema fyri
festivalin, og tí vórðu tónleikarar
og dansarar úr Føroyum bodnir til
Stokkseyri at undirhalda.
Tað er Kristian Blak, sum hevur
staðið fyri ferðini, og hann hevði
boðið Kim Hansen, Jens Marna
Hansen, Terja Rasmussen, Paula
Magnussen, Simma Jakobsen,
Kolbein Simonsen og Angeliku
Nielsen við at spæla tónleik,
meðan hann lat upp í hendurnar
á Hilmari Joensen, sum eisini
spælir harmoniku, at finna nakrar
dansarar aftrat sær.
Og sigast má, at ferðin og
festivalurn hevur hepnast sera
væl. Fyriskipararnir siga, at tað
ongantíð hava verið so nógv fólk
til festivalin, sjálvandi eisini hav
andi í huga, at hetta bert er triðju
ferð, at hann verður fyriskipaður.
Tað kann kanska undra, at tað
fyri tað mesta bert hava verið
tilkomin fólk, ið hava verið til
hendan festivalin á Stokkseyri,
men tað hava føroysku tónleikar
arnir dugað sera væl at fanga, og
hava spælt tónleik hareftir.
Mesta fólkið var helst til
festivalin sunnukvøldið, tí mána
dagurin er almennur frídagur
í Íslandi – verkamannadagur
– og allir handlar og stovnar
eru afturlatnir. So eingin hevði
fyri neyðini at fara upp aftur
morgunin eftir til arbeiðis.
Brøðratjóð
Íslendingar hava altíð verið eitt
blítt fólkaslag, men eftir kreppuna
og ta moralsku hjálpina, sum
Føroyar veittu Íslandi er tann
blíðskapurin mótvegis føroyingum
ikki minkaður.
Fleiri íslendingar hava í
veitslulag tikið í hondina á okkum
føroyingum hesar dagarnar og
takka fyri lánið, vit hava veitt
teimum. Fyri teir týðir tankin meiri
enn sjálv upphæddin.
Men tað var ikki bara lánið og
góðu tónleikararnir, sum vórðu
fagnaðir. Eisini føroyski dansurin
stendur eftir øllum at døma
íslendingum nær. Sunnukvøldið,
meðan dansurin annars gekk av
tí allarbesta, klavdu – allarhelst
føroyskir – íslendingar, at
føroyskur dansur skuldi vera, tí
tað stóð í skránni.
Føroyingarnir allir lata sera
væl at ferðini. Vit hava verið
uppvartaðir sum greivar, og
hartil hevur veðrið verið framúr
gott, sjálvt um fyrireikararnir
neyvan hava havt ein fingur við í
spælinum har.
Longu nú verður tosað um at
endurtaka føroysku dagarnar
komandi ár, men helst mugu
fyrireikararnir telja saman
áðrenn, tí tað hevur neyvan
kosta heilt einki, at fáa so nógv
fólk úr Føroyum at verða við til
Stokkseyra festivalin.
Føroyingar fagnaðir
Skipað var fyri fótbóltsdysti millum føroyingar og íslendingar. Lítla Emalia
heppaði á bæði mammu og babba, tí bæði Nina og Jens Marni Hansen vóru
við á føroyska liðnum
Mynd: Leo Poulsen
Føroysku tónleikararnir og dansararnir, sum hava tikið lut á Stokkseyra festivalinum um vikuskiftið,
hara verið stórliga fagnaðir av íslendingum. Ikki minst hava gomlu slagararnir hjá Simma skapt gleði
Festivalur
Leo Poulsen
blaðmaður
leo@sosialurin.fo
Kim Hansen, Terji Rasmussen,
Jens Marni Hansen og Pauli
Magnussen spældu til dans øll
trý kvøldini
Mynd: Leo Poulsen
21